Endiliga fór fótbólturin av álvara á rull. Nú er hol sett á landskappingina, og tað verður ikki helmað í fyrr enn fyrsta vikuskiftið í oktober, tá meistarin verður funnin, og tað verður gjørt av, hvør skal flyta upp og niður.
Líkindini kring landið at spæla fótbólt vóru góð um vikuskiftið, og máta vit út frá málunum, so var undirhaldið høgt í Sumba, á Tvøroyri og í Runavík. Bara í Fuglafirði var einki mál skotið. Í Gundadali kom eitt, og har var intensiteturin og spenningurin stórur alla tíðina.
Tveir spælarar sóu reytt, og fýra brotsspørk vórðu dømd.
Meistararnir aftast
Síðani 1993 eru tað bara tvey feløg, sum hava megnað at vunnið FM heitið. Tey eru GÍ og B36. Úrslitini í vikuskiftinum gera, at hesi bæði liðini eru í aftara endanum á støðutalvuni. Tað man vera langt síðani, at GÍ hevur verið aftast í 1. deild.
Í fjør var B36 meistari, og tá taptu teir bara tvær ferðir. Báðu ferðirnar var tað móti grannunum og arvafíggindunum í HB, og sunnudagin var sjón fyri søgn, at B36 hevur eitt HB kompleks. Í fjør tapti B36 ikki fyrrenn í 8. umfari. Inntil tá høvdu teir fult stigatal. Skal úrslitið sunnudagin brúkast til nakað positivt fyri teir, so má tað vera, at nú er trýstið tikið av teimum, nær teir fara at tapa fyrsta ferð í ár!
Tað er tó heilt greitt, at bæði GÍ og B36 hoyra ikki heima á aftaru plássunum. Bæði liðini fara at arbeiða seg upp. Um teir koma á stigatalvuna sunnudagin vera ávikavíst toftamenn og klaksvíkingar við til at avgera.
Fleiri um boðið
NSÍ liggur á odda, og vit tora næstan at siga fyri víst, at teir hava ongantíð áður verið á tí plássinum.
Avrikið móti GÍ var fyri tað mesta sannførandi, og tað boðar ivaleyst frá, at NSÍ ætlar at blanda seg í kappingina um heiðursmerkini í ár. Higartil hava teir ongantíð fingið so mikið sum bronsukrónur. Vit hava áður spátt, at fyrsta FM heitið hjá NSÍ er ikki so ógvuliga nógv ár burtur, og longu nú tykist greitt, at teir fara ikki at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
At NSÍ tykist vera væl fyri er bara gott fyri kappingina. Frammanundan hava vit sæð og hoyrt, at fleiri hava roknað B36, HB, GÍ og KÍ fyri mest upplagdu kandidatarnar at vinna FM. At teir í Runavík kanska fara at blanda seg uppí ger kappingina uppaftur meiri áhugaverda.
B68 vann í Sumba, men enn ber ikki til at siga nakað um, hvussu væl teir eru fyri. Tá GÍ kemur á Svangaskarð sunnudagin, fæst meiri at vita tí viðvíkjandi.
Tveir landsliðsspælarar spæla lítið
Tíðin gongur við rúkandi ferð. Fyrsti landsdysturin á árinum er bara ein mánað burtur, og í tí sambandinum hevur Allan Simonsen sent landsevnunum boð um at koma til venjingar í komandi viku.
Tað er hugaligt at hoyra, at tað gongur væl hjá teimum á flatlondum, men samstundis má tað geva venjaranum nakað at hugsa um, at tveir av teimum, sum plaga at vera fastir fúsir í hópinum, ikki fáa nakra serliga dystarvenjing.
Jens Martin Knudsen ger nógv við venjingina, men tað er ein sannroynd, at hann fær onga dystarvenjing. Nú fer hann skjótt til Íslands, og so verður bøtt um hetta, men higartil hevur hann einki spælt.
Tá B36 og HB spældu sunnudagin, sat Jens Erik Rasmussen á bonkinum hjá HB. Hann kom ikki inn fyrrenn 2. hálvleikur var meiri enn hálvrunnin. Eisini tað eigur at geva venjaranum nakað at hugsa um.
GÍ og NSÍ bragdlig
Leygardagin ivaðust vit í, hvussu tað fór at vera við uppflytingini úr 2. og upp í 1. deild, tá hetta kappingarárið er lokið.
Fyrsta umfarið bar boð um, at tað ikki er heilt óhugsandi, at tað kann fara at koma soleiðis fyri, sum vit bóru upp á mál. FS Vágar og B71 hava verið mett at hoyra millum feløgini, sum eru mest uppløgd at flyta upp. Vágamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og har endaði javnt. Sandoyingar vóru í Gøtu, og GÍ vann.
Men nú fáa vit at síggja. Kappingin er framvegis ung, og komandi vikuskifti kann nógv broytast.
Longu fríggjadagin skulu átta feløg aftur í eldin. Tá verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið avgreiddar. Í Havnini verða tveir dystir: B36-VB og HB-B68. Í Gøtu hittast GÍ og NSÍ, og í Klaksvík fáa teir vitjan av ÍF, sum á heimavølli megnaði málleysan javnleik móti klaksvíkingum.