Ein byggimessa við tí nýggjasta nýggja

Tað er ikki á hvørjum degi at einir 80 føroyskir handverksmeistarar sleppa saman á eina útlendska byggimessu.

Havnar Timburhandil hevur tikið stig til allir hesir skulu sleppa á størstu byggimessuna, sum nakrantíð hevur verið í Danmark - Byggeri 06. Við í ferðalagnum eru 84 mans

Vit merkja tað her á landi. Men í Danmark merkja teir tað í enn størri mun: Áhugan hjá fólki at byggja.
Í Danmark er rentustøðið sera lágt. Frívirðini á húsum økjast og fólk hava eina trúgv uppá, at hetta verður gongdin í nógv ár framyvir. Ein tosar um eitt satt boom innan bygging og renovering.
Samstundis við alt hetta koma nýggj amboð, nýggjar maskinur og nýtt tilfar á marknaðin allatíðina. Hetta vilja tær donsku fyritøkurnar fegnar vísa fram.
Aftur í ár verður tí henda stóra byggimessan fyriskipað, har bæði føroyingar, danir og norðurlendingar fara at luttaka.
Hetta er ein messa, har eini 300 ymiskir veitarar fara at vísa fram alt tað, teir hava at bjóða teimum vitjandi. Og tað er tí ikki ov nógv sagt, at henda messan verður mett sum tann higartil størsta byggimessan sum nakrantíð hevur verið í Danmark.
Alt hetta fáa teir føroysku luttakarnir eisini høvið at fáa størri kunnleika um.  Og lítil ivi man vera um, at hetta fer at verða teimum til íblástur og gagn.
- Á hesi messuni finst alt tað nýggjasta innan bygging. Tí vænta vit eisini, at vit fara at fáa nógv burtur úr og nógv góð hugskot heimaftur við okkum, siga teir tríggir á søludeildini hjá Havnar Timburhandli, Niclas Juul Olsen, Jan á Argjum og Kenneth B. Olsen.
Farið verður við Atlantsflogi til Danmarkar í annaðkvøld. Komið verður aftur fríggjakvøldið.
 
Stóran týdning
Tað er ikki á hvørjum ári at føroyingar hava møguleika at hitta teir bestu veitararnar innan byggivinnuna.
Í fyrsta lagi verður henda messan bert fyriskipað annaðhvørt ár. Í øðrum lagi er støðan eisini hon, at teir donsku veitararnar bert við longum millumbilum vitja her á klettunum.
Tá vitja teir kring landið og vísa fram alt tað teir hava. Tað hevur víst seg, at hesar vitjanir hava verið neyðugar, men trupulleikin hevur bert verið hann, at tað er so langt millum tær.
Øðrvísi er hjá donsku handverksmeistarunum. Teir fáa vitjan av hesum sølumonnum í heilum. Men gongur ov long tíð ímillum hesar vitjanir, ja, so taka nakrir teirra seg bara saman at vitja ein av hesum veitarum.
Fyri føroysku handsverksmeistararnar verður Byggeri 2006 tí sum at koma til savningardepilin fyri alt tað sum eitur bygging í Danmark.
Fleiri av føroysku handverksmeistarunum hava verið á slíkum messum áður. Og teir munnu tí vita alt um, hvussu stóran týdning tað hevur bæði fakliga og ikki minst sosialt at fara á slíkar messur.
 
Tað nýggjasta nýggja
Tá teir á søludeildini í Timburhandlinum byrjaðu at kanna áhugan fyri hesi messuni, var beinanvegin staðfest at hann var stórur.
- Vit sendu út persónligar innbjóðingar til bæði verandi - og helst eisini komandi! - viðskiftafólk hjá okkum. Og teir svaraðu allir ja uppá standandi fót.
- Hetta er veruliga ein messa, sum teir síggja fram til og gleða seg til, siga Niclas Juul Olsen, Jan á Argjum og Kenneth B. Olsen.
Endamálið hjá søludeildini í Timburhandlinum er sjálvandi eisini at kunna seg um, hvat er á marknaðinum í Danmark beint nú. Og er áhugi fyri tí millum føroysku handverksmeistararnar, so vil ein gera alt fyri at teir eisini kunnu fáa amboð og tilfar til keyps í timburhandlinum.
Í veruleikanum var tað so, at tá tað byrjaði at nærkast tíðini fyri tilmeldingum til messuna, byrja handverksmeistarar sjálvir at fregnast um hesa messuna.
Undirtøkan í ár er so stór, at neyðugt var at leiga eitt flogfar hjá Atlantic Airways til ferðina. Við í flogfarinum eru í stóran mun handverksmeistarar úr ymsum heraðshornum.
 
Besti og størsti
Hesi seinnu árini hevur Timburhandilin fingið eina sanna dagføring bæði innanveggja og uttanveggja.
Á øllum deildunum á høvuðsdeildini í Havn er alt gjørt av nýggjum, og ikki minst við framtíðini í huga. Sama er við deildini á Kambsdali.
Í hesum døgum verður arbeitt við at fáa eina nýggja deild fyri handverkarar lidna. Ætlanin er at henda deildin skal lata upp í næstum.
- Okkara hægsta ynski er at hvørt einasta viðskiftafólk skal kenna seg væl í okkara handli. Tí eru vit noyddir at fylgja við menningini, soleiðis at okkara tænasta kann verða hin besta.
- Í roynd og veru er endamál ikki at vit skulu verða størsti timburhandilin í Føroyum, men at vit skulu verða hin besti.
- Men hinvegin, so fylgjast hesi bæði rættiliga ofta!, staðfesta Niclas Juul Olsen, Jan á Argjum og Kenneth B. Olsen við einum brosi.
 
 
 

FAKTA
 
Byggeri 2006
Stað: Fredericia Messecenter
Tíð: 21. til 24. mars 2006
Fyriskipari: Danske Fagmesser og Trælasthandlerunionen-TUN
Framsýnarar: 300
Føroyskir luttakarar: 84, harav meginparturin eru handverksmeistarar
Stigtakari til føroysku luttøkuna: Havnar Timburhandil