Robert og Ruth, Rósing og Liss og Rumenia eru eitt

Vit kenna hetta sum eina uppgávu frá Harranum, sigur Robert á Lakjuni, sum hóskvøldið saman við trettan øðrum fór við hjálp til Rumenia. Hesa ferð høvdu teir eini 15 tons við, eitt nú 43 sjúkrahússengur

HJÁLPARARBEIÐI

Eitt stórt lið av føroyingum eru í hesum døgum í Rumenia. Oddamaður er Robert á Lakjuni. Hann hevur ikki heilt talið á ferðunum, sum hann tey seinastu fimtan árini hevur verið í Rumenina. Men hann veit, at hann í hvussu so er hevur verið har niðri 75 ferðir, og onkur av teimum, sum ofta hava verið saman við honum, siga seg rokna við, at ferðatalið hjá Roberti til Rumenia man fara at tátta í tær eitt hundrað.

Hesa ferð koyra tey í seks vanligum vørubilum, umframt at ein stórur trailari er í konvoyini. Hann er m. a. lastaður við 43 sjúkrahússeingjum og ikki sørt av aðrari útgerð til sjúkrahús. Serliga sovorðið, sum er ætlað til børn. Tað er eftir áheitan frá myndugleikunum á landssjúkrahúsinum, at tey hava hesa útgerðina við. Madrassurnar til sengurnar ætla tey at keypa í Rumenia.

Umframt hetta hava tey 350 sekkir. Nógv klæðir og fitt av skóm. Nógv av hesum er spildurnýtt. Tey hava fingið tað frá fyritøkum. Bíbliur og Nýggja Testamenti eru í hundrað túsunda talið býtt út á ferðunum, og hetta verður eisini partur av arbeiðnum hesa ferð. Lesnaðurin hevur ofta verið keyptur í Týskalandi, Eysturríki og Ungarn, men hesi seinnu árini hevur verið møguleiki fyri at keypa Bíbliur og Nýggja Testamenti í Rumenia.

Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu langa tíð ferðirnar plaga at vera. Tíggju dagar hevur ikki verið óvanligt. Tá vit undan fráferðini á midnátt hóskvøldið tosaðu við Robert á Lakjuni, roknaði hann við, at henda ferðin verður eitt sindur longri enn so. Tey ætlaðu sær longri eystur, enn tey hava verið nógvar av hinum ferðunum.

? Vit hava verið nógv í trimum fjórðingum av landinum, meðan vit hava verið lítið í landssynningspartinum. Fyri tað mesta vitja vit á bygd. Vit hava verið í Bukarest, men vit hava ikki verið nógv eystanfyri og sunnanfyri høvuðsstaðin, sigur Robert á Lakjuni.

Hjartamál
Robert á Lakjuni er 73 ára gamal. Kona hansara Ruth, sum er 72, er sum so mangan áður við í ferðalagnum hesa ferð. Tað eru ? sum so mangan áður ? ávikavíst 72 og 71 ára gomlu Rósing og Liss Rasmussen eisini. Tey, sum kenna hesi fólkini, vita, at nógv av lívinum hjá teimum snýr seg um hetta hjálpararbeiðið. Bæði í huganum og í tí sum tey fáast við.

? Hetta er eitt hjartamál fyri okkum. Fyrstu ferð eg var eystanfyri var í 1982. Tá var eg í Póllandi saman við Símuni Fuglø, sum býr í Keypmannahavn, og systir hansara, Onnu, sum er trúboðari í Senegal. Vit gjørdu fleiri ferðir hagar og so til Ungarn. Fyrstu ferð eg hoyrdi um neyðina í Rumenia frá fólki, sum hevði verið har, var frá skotanum Fred Kelling, sum ofta hevur vitjað í Føroyum. Eg fekk eina adressu frá honum og fór avstað einsamallur. Hetta var í 1988 og tískil áðrenn Tjavsesko fall. Eg kom til ásetta staðið í toki. Tá eg hevði fingið pláss í gistingarhúsinum, fór eg um kvøldið til adressuna, sum Fred Kelling hevði givið mær. Eg pikkaði á dyrnar. Konan var einsamøll heima, og hon var hjartkipt, inntil hon skilti, at eg kendi Fred Kelling.

? Tá vit morgunin eftir fóru á møti, bað hon meg halda undir armin á sær og ikki siga eitt orð, meðan vit gingu. Vanliga fólkinum var ikki loyvt at hitta útlendingar, minnist Robert á Lakjuni aftur á hesa fyrstu ferðina, sum bara var í eitt gott samdøgur.

Saman við Zacharias Zachariassen stovnaði hann Hjálp eystureftir, og oftast hevur hann verið fleiri enn tíggju ferðir hvørt árið í Rumenia.

? Vit kenna hetta sum eina uppgávu frá Harranum. Málið er at boða fólkinum Guds kærleika. Tað gera vit við at hjálpa, at geva teimum Guds Orð, við at vitja kirkjur og samkomur og við at halda útimøtir. Nú eru viðurskiftini har broytt nógv, tá tað kemur til frælsi. Fátæktin er framvegis sera stór. Vit hava nógv vinfólk har eysturi. Tað er ein gleði at hitta tey og at síggja nýggj andlit. Men størsta gleðin er tað, tá vit ferð eftir ferð uppliva, at menniskju yvirgeva seg til Harran.

? Royndirnar vísa, at ein sovorðin ferð ávirkar føroysku luttakararnar sera nógv. Viðhvørt vitja vit heima hjá fólki. Á bygd bera tey vatn, og tey hava bukku. Veruleikin viðvíkjandi tímiligu viðurskiftunum og serliga gleðin, sum lýsir av teimum, tá tey hoyra um Guds kærleika, er so stór, at tað fer ikki frá tær aftur, tá tú eina ferð hevur upplivað hetta. Tí er tað, at tey, sum eina ferð hava verið eina sovorðna ferð, oftast ynskja at sleppa avstað aftur.

Fyrireikingin
Fjúrtan fólk eru í ferðalagnum, sum nú er á veg til Rumenia. Tey eru umframt Ruth og Robert á Lakjuni og Liss og Rósing Rasmussen ? Kirsten og Sigfríður Vørðhamar, Miriam og Rógvi Rasmussen, Haldur Vang, Alfred Hansen, Hallgrím Miðberg, Eilev Lindberg, Salemon Christiansen og Símun Jóannesarson Hansen.

Luttakararnir rinda sjálvir fyri ferðina. Tað vil siga fyri ferðaseðilin aftur og fram og fyri uppihald á gistingarhúsum og fyri matin. Hjálpin eystureftir rindar felagsútreiðslurnar, eitt nú oljuna.

? Vælvildin er stór nógva staðni frá. Eg kann eitt nú nevna, at Smyril Line er so beinasamt, at teir flyta bilarnar ókeypis til Danmarkar og aftur, sigur Robert á Lakjuni.
Undan einari sovornari ferð sum henni, teir fjúrtan føroyingarnar nú eru á, skal nógv fyrireikast. Klæðini, skógvarnir og alt annað skal pakkast soleiðis, at tað skal vera lætt at koma til. Tað, sum ikki er nóg gott, verður skilt frá.

? Hetta arbeiðið gongur fyrst og fremst fyri seg í Fuglafirði. Tað eru serliga Ragnhild Olsen og Ruth, sum taka sær av hesum stórarbeiðnum. Arbeiðið er serliga at skilja, pakka og merkja. Nú verður lítið beint burtur. Mest sum alt, ið verður latið, er óslitið og nógv er nýtt.

Nær ætla til at gevast?

? Tímiliga og andaliga neyðin eru framvegis stór. Landið er stórt og fólkið er nógv, og okkara íkast er ikki so stórt. Men tað hevur verið ein signing fyri okkum at sæð og uppliva hetta. So leingi, sum Harrin gevur okkum heilsuna og styrki til hetta, fara vit at halda á.
Tað kennist og sæst, at Rumenia, Robert, Ruth, Rósing, Liss og hini í ferðalagnum eru eitt, og at tað er sannføringin omanífrá, sum skundar undir.