Ætlanirnar hjá ABC-samgonguni komi eg aftur til. Fyrst vil eg fegin presentera Grams, sum er spildurnýtt ískoyti til Vikuskiftis-Sosialin, har fleiri góð fólk í føstum karmum fara at viðgera og hugleiða um mat og drekka í føroyskum høpi. Ikki so at skilja, at vit einans fara at umrøða viðurskifti í okkara egna lítla dunnuhyli. Tað fara vit eisini, bæði tað siðbundna og ikki minst í mun til at menna Nýggja Føroyska Køkin, men sanniliga fara vit út um 200 fjórðingarnar at víðka sjónarringin og stimbra dirvið. Tankin er at viðgera mat og drekka sum list og vísund. Tað ljóðar kanska eitt sindur ullint, men í stuttum so merkir tað, at báðir klassisku heimarnir sleppa uppí part, - andsvísundin og náttúruvísundin. Matarlistamaðurin, kokkurin, fer at gera burtur úr sær við sínum kynstrum í teiginum, sum vit rópa fyri Uppskriftin. Matfrøðingurin, vín- og matummælarin fer at kunna um og taka støðu til hvat er upp og niður og aftur og fram innan vínsløg og matvørur. Bókaummælið fer at umrøða tann hópin av bókum um mat og drekka sum hvørja viku sprænir út frá forløgunum. Hetta er væl dámdur lesnaður og vit fara eisini at upplýsa um prís og hvar tær fáast til keyps í Føroyum. Sum yvirskriftin á forsíðini so ruddiliga avdúkar við ’.fo’, er ætlanin at Grams í næstum eisini skal gera um seg á alnótini. Føroya størsti mat-portalur verður stovnaður. Tankin er at savna alt, ið rørir seg um mat og drekka á grams.fo. Eitt forum og netverk fyri allar tær eldsálirnar, ið eru kring landið. Hví so nevna átakið fyri Grams? Hvat er grams? Grams kann vera so nógv. Fiskimaðurin kennir grams og at gramsa sum tann fiskin, ið hann sleppur at taka við sær í land til familjuna. Fyrr var grams kanska heldur tann smái fiskurin, men í dag er gramsið oftani forkunnugur og dýrur matur. Nú vit nevna dýrt, so kenna vit orðingina ’at kasta í grams’ ella blaka upp á gjøt. Nú fer vónandi eingin í hesum ískoyti at kasta seg í grams, men tvørturímóti at gramsa burturúr kunnandi greinunum. At gramsa kann eisini merkja at raka til sín ella at kráma uppi á konufólki. Nú vit nevna konufólk, so var grams so beistaktiga heppið í vikuni at hitta kenda enska sjónvarps-kokkin, Nigella Lawson, ið vitjaði Keypmannahavn í samband við, at hon hevur givið út nýggja kókibók, Nigella Ekspres. Bókaummælið umrøður í dag hesa bók og í Uppskriftini hevur Nigella og Gyldendal loyvt okkum at endurgeva eina Ekspres-uppskrift uppá lambskjøt til lesararnar hjá Sosialinum. Vínummælið hyggur í dag nærri at teimum so populeru italsku og argentinsku vínsløgunum og matummælið fer í dýpdina við balsamico edika. Til endans vil eg líka siga nøkur orð um ABC-samgonguskjalið. Havi terpað tað fleiri ferðir ígjøgnum og eg dugi ikki at síggja ein bókstav, ið rør uppundir at menna matarlistina í Føroyum. Illa nokk ein ábending. Hetta er bestemt ikki nakað nýtt. Havi satt at siga ongantíð sæð visjónir um føroysku matarlistini í nakrari Hvítbók, Visjón ella Skjali! Tað er altíð matvinnan, frøðin, vísindin, granskingin, ið skal mennast. Kann matur ikki vera list? Sanniliga tað! Hetta hevur útlandið langt síðani givið gætur. At listin kann geva vinnuni íblástur og menna heilt nýggjar vinnugreinar. Sviar hava stovnað gastronomiskt akademi og spaniólar fyrireika í hesum døgum stórsligið matarlistar-universitet. Norðurlanda-ráðharraráðið hevur eisini sett í verk Ny Nordisk Køkken, ið er átak og grunnur við rættiliga fitt av stuðuls-møguleikum. Matarlist snýr seg eisini um tjóðar-samleika og mentanar-bygging. Seinastu 14 dagarnar havi eg við kamera og blokki í hond runnið í hølunum á Leif Sørensen, kokki á føroysku matstovuni Gourmet. Leif hevur verið á uppihaldi á allarfremstu matstovunum í Danmark at fáa sær íblástur. Tað mátti ein danskur kokka-grunnur til, at gera hesa matlistarligu ferð møguliga. Meira um hesa frásøgn í næsta Gramsi. Í vikuni var eg av sponsku sendistovuni í Danmark boðin til tiltak, har seks ungir danskir kokkar skuldi greiða frá sínum upplivingum, ið teir høvdu havt á uppihaldi í eitt ár í køkunum á fínastu matstovunum í Spania. Spania verður roknað sum allarfremsta matstovu-landið í heiminum í løtuni. Og útflutningurin av sponskum matvørum er somuleiðis hækkandi. Tað verður eisini meira at lesa um hetta tiltak næsta fríggjadag í Grams. Tað fantastiska áhugaverda í hesum dansk-spanska matlistar-tiltaki var sannroyndin, at tað var spanska Útflutningsráðið, also sponsku myndugleikarnir og spanska útflutningsvinnan, ið skipaði fyri og fíggjaði hesum átaki. Vit lata setningin standa eina løtu…