Landstýrismaðurin sigur at Richard Mikkelsen hevur elvt til ávíst nýtt kjak við síni bók um bankamálið at ja ?sjálvt menn sum ikki hava lisið bókina, eru farnir at skriva lesarabrøv um hana? eg haldi at tú meinar við undirritaða, um ikki, so fari, eg at gerða nakrar viðmerkingar kortini.
Tá eg lesið greinina, veit eg at vit ikki hava somu áskoðan um Bankamálið, sjálvt um eg ikki yvist í, at tann søguliga gongdin er røtt, men eg meti ikki at niðurstøðurnar og alternativini, til at yvirtaka bankan eru so líkatil, sum sagt verður, vit kunnu ongantíð siga nú, hvat hevði verði betri at gjørt, eftirsum tað ongantíð hevur staðið sína roynd.
Í Keypmannahavn sat ein Føroya bólkur, sum legði allan kreppupolitikkin til rættis, áðrenn bankakreppan fór á rull, soleiðis sum Landstýrismaðurin skrivar, so siti eg eftir við kensluni av at tað var Føroya bólkurin sum legði kreppuna til rættis, áðrenn teir koyrdu bankan á heysin, hettar er sjálvandi búra skeivt.
Bankakreppan var sjósett, áðrenn nakar Føroya bólkur nakrantíð sá dagsins ljós, og vóru tað vit sjálvi sum skaptu kreppuna, og tað eru vit sjálvi sum skulu taka ábyrgdina.
Síðani verður nevnt at um ikki Føroyski skattgjaldarinrindaði 2,7 milliardir so fór samfelagið á heysin, og fólk mistu hús og heim, soleiðis setur Richard Mikkelsen eisini støðuna upp.
Síðani sigur Landsstýrismaðurin at, tað vóru nógvir møguleikar at bjarga tí, sum kundi bjargast, og tað kundi verði gjørt nógv bíligari.
Hvussu kunnu vit vita tað, tá tann loysnin ikki var gjøgnumførd ????
Føroya bólkurin viðgjørdi longu í Sep 92 fleiri møguleikar at bjarga og sanera Føroyska bankakervið.
1.Tað bar til at stovna nýggjan Banka, har tey góðu lánini vóru, meðan tey ringu lánini fóru í eitt avtøkufelag.
2.Tað bar til at taka tey ringu lánini úr bankanum yvir í eitt avtøkufelag, og so lata Sjóvinnubankan halda fram
3.Lata størstu innskjótarnir umleggja nakað av sínum til partapening
Í tí støðuni sum Føroyar vóru komnar í var ikki talan um at taka tey ringu lánini úr bankanum, tað vildi sjálvandi verði nógv skjótari, at tikið tey fáu góðu lánini úr bankanum, men skal eitt lán ella fordring keypast, so skal finnast keypari, men undir táverandi umstøðum var hann ringur at finna.
Tað at leggja upp til, at størstu innskjótarnir umleggja nakað av sínum partapeningi, hvør hevði nokk av peningi, og hvør hevði sett pening í so stórt trotabúgv ???
Men víðari sigur landsstýrismaðurin at tað bar eisin til at lata Landskassanum alla rokningina, tað var nógv tann dýrasta loysnin fyri landið, men við hesum kundi Føroyar setast undir umsiting.
?Skeivt ? loysnin hevur víst seg aftaná at verði nógv tann besti handilin sum Føroyingar nakrantíð hava gjørt.
Lat meg siga tað í einari aðrari samanbering, eg eri ómetaliga glaður fyri at okkara skuld ikki var til eitt nú Japan, so kundu vit skjótt verðuliga sæð, hvat tað var at verða settur undir umsiting, men hetta er bara mín hugsan, av góðum grundum veit eg ikki um tað er verðuleikin, eftirum vit ikki høvdu lán í Japan sum ikki vóru afturgoldin.
Føroyar vóru í veruleikanum settar undir umsiting langt áðrenn, av okkara egnu politikkarum.
Tá tað so verður sagt at tað er vanliga Føroyinginum fyri at takka at vit eru um at koma burturúr kreppuni, so vil eg fyrst og fremst takkað Gudi fyri at hann hevur givið okkum fisk í ríkiligt mát á grunnarnir aftur, og sjálvandi eiga vit øll stóran leiklut í uppgongdini, og er tað nettup tí at eg meti at vit kunnu ikki bara taka ábyrgd, tá tað gongur rætta vegin, men mugu eisini taka ábyrgd tá Føroyar fóru á húsagang.
Og tá so landsstýrismaðurin sigur at tað ongantíð má henda aftur at vit skulu tosa um leiklutin hjá einum Donskum embætismanni í okkara egna fólkaræði, er tað er rætt.
Vit mugu heldur ongantíð sleppa okkara egnu politikkarum aftur, at svansa við virðunum hjá øllum Føroyingum, soleiðis at fólkaræði verður sett til viks.
Tá tað so verður sagt at vit høvdu einki val, men fingu bæði pest og kolera, so má onkur geva mær rætt, at ongantíð hevur tað hent áður, at ein sjúklingur sum hevði bæði pest og kolera, er komin so skjótt fyri seg aftur, sum Føroyar.
Eg eri enn ikki byrjaður uppá bókina hjá Richard Mikkelsen, men eg vil kortini biðja Landstýrismannin halda mær tilgóðar, at eg skrivi lesarabrøv í samband við bókina, og ynskja honum alt tað besta framyvir.