venjingina, og samstundis sum venjingin fer fram, vísa vit, hvat vit megna. So ber eisini til hjá hesum umboðunum at spyrja, hvat vit gera og hví vit gera, sum vit gera, sigur Jens Hansen. Fleiri ymiskar venjingar [...] línuskjótaravenjing. - Vit hava enn nakrar mans, sum duga at nýta gomlu línuskjótaratólini. Hesi vórðu nýtt at skjóta línu út á skip í neyð, og seinni eisini av skipi inn á land. Nú skal Brimil ímynda skip [...] sjórað av skipinum inn á land, sigur Jens Hansen. Leita eftir fólki Ein annar partur av venjingini verður hjá skipunum, Brimli, LÍV og Ziska, at leita eftir fólki á sjónum. - Vit fara at flota dukkur, sum
verið, men ein onnur orsøk er tann, at hetta seinasta árið eru tað færri fólk, sum flyta til Føroyar enn tað vóru árini frammanundan. Nú hava vit í sjey ár upp í slag havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum [...] árið, tí nú minka bæði tilflyting og fráflyting. Hetta seinasta árið er tilflytingin minkað 240 fólk og fráflytingin er minkað 150. Hinvegin eru heldur færri børn fødd í ár enn í fjør. Samanbera vit hetta [...] Tann 1. august búðu 52.816 fólk í Føroyum, og tað eru 733 fleiri fólk enn fyri einum árið síðani. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt er fólkatalið vaksið 1,4 prosent hetta seinasta árið
høvdu á. Nú er greitt, at hetta vóru ikki tóm orð. Fríggjadagin fóru eini 15 fakfeløg við umleið 16.000 limum í 24 tíma arbeiðssteðg fyri at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum. Og nú eru arbe [...] Í fyrstu atløgu eru tað fiskakeyparar, Arbeiðsgevarafelagið hevur spurt, um teir kunnu skjalprógva fíggjarligan miss av arbeiðssteðginum. Tað eru eisini onnur virki í Føroyum, men vit hava fyrst vent [...] felagið er farið at kanna hjá nøkrum arbeiðsgevarum, hvussu roknistykkið fyri fríggjadagin sær út. Vit hava tosað við nøkur virki, sum vóru rakt av arbeiðssteðginum og biðið tey kanna eftir, um tey kunnu
í her. Íbúðirnar eru ymiskar í stødd. Tær smæstu eru á 62 fermetrar, og tær størstu eru á 124 fermetrar við trimum kømrum. Hinar báðar støddirnar, sum liggja ímillum, eru ávikavist á 92 og 119 fermetrar [...] har íbúðirnar eru 80. Hesar eru í fyrsta lagi ætlaðar sum lestraríbúðir. Tær eru smáar, úr 18 fermetrum upp í 45 fermetrar. Undir Kongavarða á Argjum eru 48 íbúðir, har tær smæstu eru á 55 fermetrar, og [...] og hinar báðar støddirnar eru á 70 og 104 fermetrar. At enda eru vit so aftur við Oyggjarvegin. Samanlagt gevur hetta sum nevnt 176 leiguíbúðir.
okkara egna flota og teimum vanlukkum, vit hava havt í Føroyum. Út frá úrslitum frá hesum arbeiði koma vit nú at kunna vísa á afturvendandi orsøkir til vanlukkur, vísa á títtleikan av ymisku vanlukkunum innan [...] um. Bæði tiltøkini eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina og sum leggur kanningarúrslitini fram, á Temadegnum, sum byrjar [...] innan ymiskar skipabólkar, og vísa á sermerktar vandastøður innan ymisku skipabólkarnar. Á kunningardegnum koma hesi úrslit at verða løgd fram, umframt at vit fáa vitjan av spennandi fólkum úr Norra, Íslandi
hækka – sera álvarsligt. Tørvurin á menning í samfelagnum Føroyar hava alstóran týdning á at skapa innhald í alt, sum vit hava bygt, eiga av nátturúrgivnum ríkidømi og vit eiga at byggja ella skapa karmar [...] koyrast á vegum og í tunlum. Tað eru immateriellu virðini vit skulu liva av í longdini – fólk, kundar, hugskot, kreativitetur og menning. Okkara bygningar og tunlar - og tess bókaðu virði - eru null verdir [...] altavgerandi leiklut fyri menningina. Vit hava roynt privatan rakstur á samferðsluøkinum, men tað almenna mátti taka yvir fyri at geva pláss fyri neyðugari menning á samferðsluøkinum. Harafturat er kund
í USA eru farin í gjaldssteðg av hækkandi oljulprísunum. Men tað eru eisini positivar avleiðingar av støðuni, og í hesum sambandi nevndi búskaparfrøðingurin, at stórar bíleggingar eru av eitt nú vindmyllum [...] meira á oljukontoina um mánðin, eins og væntandi er, at SEV fer at hækka el-prísin. - Soleiðis, sum olju-og bensinprísirnir eru í dag, verður talan um ein øktan kostnað hjá hvørjum húsarhaldi upp á einar [...] eisini, at hallið á fíggjarlógini fer at veksa, tí øktu oljuprísirnir raka føroyska samfelagið harðari enn aðrar búskapir, sigur hann. Tengt at oljuni Á eini áhugaverdari talvu vísti hann á, hvussu danska
Faldararnir eru tøkir á enskum og á donskum, og eru lættir og einfaldir at lesa. ? Vit vóna, at hetta verður væl móttikið. Faldararnir koma at liggja á ferðavinnuskrivstovum, kunningarstovum, umborð á Stran [...] aðrastaðni tørvur er á teimum, greiðir Heri Niclasen frá. ? Ógvuliga umráðandi er, at upplýsingarnar eru so rættar sum gjørligt, tí ætlanin er, at faldararnir skulu vera á marknaðinum í tvey ár. Á móttøkuni varð [...] bjóða tí vitjandi. Á móttøku í Smiðjuni í Lítluvík segði Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, at hetta er eitt stórt konsept, sum hevur verið fyrireikað síðani februar mánaða. ? Vit hava bíðað leingi eftir
nna – sum traðkar á tey á niðastu rókunum – so má sigast, at vent er í holuni hjá Miðflokkinum. – Vit hava eitt uppskot, nú miðfloksmenn eru so umvendir, at teir venda á ranguni: Miðflokkurin [...] ørviti. Í valstríðnum helt hann, at hann enn var tjóðveldismaður. Hann sat undir liðini á Jenisi á Rana í Kringvarpinum og tosaði um, at allur blokkurin skuldi burtur, samstundis sum Jenis [...] 54 milliardir – altso 54.000 milliónir krónur – aftur í blokkstuðuli. Og nú gud hjálpi okkum, nú hann er vorðin heilsumálaráðharri í sambandsstýrinum, so sigur hann, at hann
í ár undirhildu vælumtóktu »Vit eru glað« við sangum av fløguni, sum tey hava givið út. Tey sungu fleiri sangir eftir, at sjálv sýningin var liðug. Eisini avbygdafólk Tað eru ikki bara fólk úr Eysturoynni [...] linum, men eisini fólk úr eitt nú Klaksvík og Vágunum. ? Men nú verkfall er, og nógv fólk ikki hætta sær so væl millum oyggjarnar, trúgvi eg ikki, at hesi fólkini vóru á framsýningini í ár. Tey høvdu heldur [...] fyri mótasýning uttanfyri matvøruhandilin, Brotið, í Saltangará. Hetta er triðja árið á rað, at hetta tiltak er á skránni, og hvørja ferð hevur undirtøkan verið líka góð. Miðjað verður eftir, at sýningin