Rættiligur gravgangur er eftir teimum 48 leiguíbúðunum, sum Mark hevur bygt við Oyggjarvegin og sum skjótt verða klárar at flyta inn í. Felagið hevur ein lista, sum herfyri segði, at ikki færri enn 406 fólk ynskja sær eina av íbúðunum her.
Seinasta hond verður nú løgd á byggiverkætlanina, og eigararnir vilja, at alt skal verða klárt og liðugt, tá fólk fyta inn. Soleiðis vilja tey eisini, at parkeringsplássið verður asfaltterað og nossligt at koma inn á. Væntandi sleppa fólk at flyta inn um nakrar vikur.
Við Oyggjarvegin eru tveir blokkar við fýra hæddum og við 24 íbúðum í hvørjum blokki. Soleiðis verða tilsamans 48 íbúðir klárar at flyta inn í her.
Íbúðirnar eru ymiskar í stødd. Tær smæstu eru á 62 fermetrar, og tær størstu eru á 124 fermetrar við trimum kømrum. Hinar báðar støddirnar, sum liggja ímillum, eru ávikavist á 92 og 119 fermetrar.
At 406 fólk standa á bíðilista, er enn eitt tekin um, at íbúðartørvurin í høvuðsstaðarøkinum ikki er nøktaður.
Mark hevur við íbúðunum, sum nú standa so gott sum lidnar at flyta inn í við Oyggjarvegin, bygt 176 leiguíbúðir tilsamans.
Størsta byggjaríið í tali av íbúðum er í Marknagili, har íbúðirnar eru 80. Hesar eru í fyrsta lagi ætlaðar sum lestraríbúðir. Tær eru smáar, úr 18 fermetrum upp í 45 fermetrar.
Undir Kongavarða á Argjum eru 48 íbúðir, har tær smæstu eru á 55 fermetrar, og hinar báðar støddirnar eru á 70 og 104 fermetrar.
At enda eru vit so aftur við Oyggjarvegin. Samanlagt gevur hetta sum nevnt 176 leiguíbúðir.










