Sjeriffur í ørviti?

Karsten Hansen segði við Kring­varp­ið mánadagin, at hann a­ngr­aði, at hann ikki hevði kut­að allan blokkin burt­ur longu í 1998. Helst meinti hann við, at allur blokk­stuð­ul­in varð kutaður burt­ur held­ur enn skerdur við 365 mill­i­ónum í 2002.

Men Karsten Hansen man vera vorð­in í ør­viti. Í vals­tríð­num helt hann, at hann enn var tjóð­veld­is­mað­ur. Hann sat und­ir lið­ini á Jen­isi á Rana í Kring­varp­i­num og tos­aði um, at all­ur blokk­ur­in skuldi burt­ur, sam­stund­is sum Jenis av Rana segði, at dan­ir skulu rinda okk­um 54 mill­i­ard­­ir – altso 54.000 mill­i­­ón­ir krón­­ur – aft­­ur í blokk­stuð­­uli.

Og nú gud hjálpi okk­um, nú hann er vorð­in heils­u­mál­a­r­áð­harri í sam­bands­stýr­i­num, so sig­ur hann, at hann vildi ynskt, at all­ur blokk­stuð­ul­in varð burt­ur longu í 1998.

Tað hevði merkt, at vit høvdu havt tikið 10 mill­i­ard­ir meira úr bú­skap­i­num. Tað eru »bara« tikn­ar 3,3 mill­i­ard­ir úr bú­skap­i­num, utt­an at nak­að er kom­ið í stað­in. Tað er hetta, sum sam­bands­stýr­ið hjá Kars­ten Han­sen & Co hev­ur á­sann­að, og tí ætl­ar sær bidd­a­r­a­gongd til Dan­mark­ar at bidda blokk.

So tá Karsten Han­sen er vorð­in svor­in sam­bands­mað­ur, og tá Jen­is av Rana er størsti verji kap­i­tal­ist­anna – sum traðk­ar á tey á nið­astu rók­u­num – so má sig­ast, at vent er í hol­u­ni hjá Mið­flokkinum.

– Vit hava eitt uppskot, nú mið­floks­menn eru so um­vend­ir, at teir venda á rang­uni:

Miðflokkurin hevur fyrr ski­p­að fyri pol­it­isk­um skeið­um. Hvat við at Mið­flokk­ur­in skip­aði fyri ein­um inn­an­floks­skeiði und­ir heit­i­num »Finn teg sjálvan«?