Eitt nýtt amboð til ferðavinnuna

Ferðaráð Føroya hevur í samstarvi við Økisferðavinnufeløgini og Team 85 givið út fimm økisfaldarar. Talan er um fimm faldarar úr Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun, Vágum og Mykinesi, Eysturoy og Norðoyggjum

Endamálið við faldarunum er at lýsa oyggjarnar og tær upplivingar hesar bjóða tí vitjandi.
Á móttøku í Smiðjuni í Lítluvík segði Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, at hetta er eitt stórt konsept, sum hevur verið fyrireikað síðani februar mánaða.
? Vit hava bíðað leingi eftir hesum faldarunum. Ætlanin var, at teir skuldu vera seks, men tann sætti faldarin um Streymoynna, er so mikið umfatandi, at hann er ikki liðugur enn, men hann ávegis. Faldararnir lýsa oyggjarnar og upplivingar kring landið og eyðkenna økið teir umboða, sigur Heri Niclasen.
Tað er Birita Nolsø, sum hevur staðið fyri meginpartin av arbeiðinum. Hon hevur í tøttum og góðum samstarvi við økisferðavinnufeløgini skapað fimm snøggar og litríkar faldarar. Faldararnir eru tøkir á enskum og á donskum, og eru lættir og einfaldir at lesa.
? Vit vóna, at hetta verður væl móttikið. Faldararnir koma at liggja á ferðavinnuskrivstovum, kunningarstovum, umborð á Strandfaraskipunum, flogvøllinum, Norrønu og aðrastaðni tørvur er á teimum, greiðir Heri Niclasen frá.
? Ógvuliga umráðandi er, at upplýsingarnar eru so rættar sum gjørligt, tí ætlanin er, at faldararnir skulu vera á marknaðinum í tvey ár.
Á móttøkuni varð borðreitt við ymsum rættum frá teimum ymsu økjunum. Á borðinum stóð millum annað turkað gás, súla, veðrakjøt, fiskur, lundi og nógv annað gott. Ein hugnaligur dagur í juni, nú háárstíðin viðvíkjandi ferðavinnu veruliga er við at taka dik á seg.