Bjargingar»framsýning« á Selatrað

Í morgun byrjaði stór bjargingarvenjing á Selatrað. Hetta er ein venjing, sum samstundis skal kunna Uttanríkismálaráðið um, hvat føroysk bjargingartilbúgving megnar.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri so stórari bjargingarvenjing millum føroysku bjargingarfeløgini.
- Øll tíggju bjargingarfeløgini í landinum verða við. Vit hava so sjálvandi báðar bjargingarbátarnar, Ziska og LÍV við, og harumframt verður Fiskiveiðieftirlitið við, teir hava Brimil á staðnum, og Atlantsflog hevur bjargingartyrluna við í venjningini, sigur Jens Hansen, ið er ein av fyriskiparunum.
Sum beinleiðis orsøk til hesa venjingina sigur Jens Hansen, at Uttanríkismálaráðið oftari og oftari fær fyrispurningar um, hvørja tilbúgving føroyingar hava í sambandi við útlendsk ferðafólk.
- Tí verða eisini umboð fyri Uttanríkismálaráðið við til venjingina, og samstundis sum venjingin fer fram, vísa vit, hvat vit megna. So ber eisini til hjá hesum umboðunum at spyrja, hvat vit gera og hví vit gera, sum vit gera, sigur Jens Hansen.
Fleiri ymiskar venjingar verða, og ein teirra verður línuskjótaravenjing.
- Vit hava enn nakrar mans, sum duga at nýta gomlu línuskjótaratólini. Hesi vórðu nýtt at skjóta línu út á skip í neyð, og seinni eisini av skipi inn á land. Nú skal Brimil ímynda skip í neyð, og so verður líknuskjótarin nýttur og fólk sjórað av skipinum inn á land, sigur Jens Hansen.

Leita eftir fólki
Ein annar partur av venjingini verður hjá skipunum, Brimli, LÍV og Ziska, at leita eftir fólki á sjónum.
- Vit fara at flota dukkur, sum skipini so skulu leita eftir. Tey fara at nýta SART (Search and Rescue Transponder) at leita við, og dukkurnar verða útstýrdar við PLB (Personal Locator Beacons), sum senda signal út, sum eisini verða fangað av flogførum, sigur Jens Hansen.
- Vit hava eisini gott samskifti við MRCC, og av tí at vit fara at nýta hesi tól í venjingini, fær flogferðslan eisini boð um hetta beinanvegin, so tey vita, at tað snýr seg um venjing, sigur Jens Hansen.
Umframt dukkurnar verða eisini fólk í flótidraktum við í venjingini.
Eitt annað, sum verður roynt, er at klippa bilar upp, har fólk ímyndast at vera kleimd inni.
- Talan verður sjálvandi eisini um fjallabjarging. Siðið verður í berginum, bæði upp og niður eftir fólki, sum eru »fryst«, tað vil siga hvørki sleppa upp ella niður. Í hesum partinum verður eisini børa lorað niður og fólk hivað upp, sigur Jens Hansen.

Evaluera
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog verður sum nevnt við í bjargingarvenjingini, og hon fer at taka fólk upp.
Sum til veruligar hendingar, verður tjald sett upp, har skadd fólk verða viðgjørd, og ein samskiftissentralur, sum serliga Norðoya Bjargingarfelag hevur arbeitt við, verður somuleiðis settur upp, at innsatsleiðarin samskipar venjingina.
Transpondarar eru settir upp kring alt landið, so samskiftið er tryggjað.
Hetta er sum nevnt fyrsta bjargingarvenjingin av sínum slag við so nógvum fólki, men Jens Hansen sigur, at eydnast hetta tiltakið væl, er ógvuliga sannlíkt, at hetta gerst eitt afturvendandi árligt tiltak.
- Venjingin byrjar klokkan 10 í morgun og endar klokkan 15. Síðani verður evaluering gjørd. Eg ivist ikki í, at tað verður nógv, sum má broytast til eina møguliga líknandi venjing, men er evalueringin positiv er sannlíkt, at vit skipa fyri einari slíkari venjing aftur komandi ár, sigur Jens Hansen.
Venjingin nevnist Tema2010, og umframt tey umleið 60 fólkini – bæði kvinnur og menn – frá teimum tíggju bjargingarfeløgunum, luttaka eisini manningarnar á Brimli, LÍV, Ziska og bjargingartyrluni.