Mótaframsýning í Saltangará

Hetta er triðja árið á rað, at Handilsmiðdepilin í Runavíkar Kommunu skipar fyri mótasýning undir opnum himli.

Móti

Leygardagin, 4. mai, skipaði Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu fyri mótasýning uttanfyri matvøruhandilin, Brotið, í Saltangará. Hetta er triðja árið á rað, at hetta tiltak er á skránni, og hvørja ferð hevur undirtøkan verið líka góð. Miðjað verður eftir, at sýningin er fyrsta vikuskiftið í mai, og soleiðis var eisini hesaferð.
Eins og í fjør og fyrraári, vóru nógv fólk og sóu framsýningina hendan leygardagin. Veðrið var av tí besta, og tað er neyðugt, tá ið eitt slíkt tiltak verður fyriskipað uttandura.
Í fjør undirhelt Trøllapætur; í ár undirhildu vælumtóktu ?Vit eru glað? við sangum av fløguni, sum tey hava givið út. Tey sungu fleiri sangir eftir, at sjálv sýningin var liðug.

Eisini avbygdafólk
Tað eru ikki bara fólk úr Eysturoynni og nærumhvørvinum annars, sum plaga at vitja hesa árligu mótasýningina hjá Handilsmiðdeplinum, men eisini fólk úr eitt nú Klaksvík og Vágunum.
- Men nú verkfall er, og nógv fólk ikki hætta sær so væl millum oyggjarnar, trúgvi
eg ikki, at hesi fólkini vóru á framsýningini í ár. Tey høvdu heldur ongan møguleika at fáa bilarnar við sær um fjørðin og heimaftur. Seinnapartin hendan dagin vóru tó nógv fólk inni á gólvinum, sum vit ikki kendu, siga tey, sum eiga handlarnar, sum vóru við í tiltakinum.
Handlarnir, sum sýndu fram klæðir, vóru Jallur, Shop-In og Deild C.
Handilsmiðdepilin hevði langan leygardag, og tí vóru handlarnir opnir til kl. 17.00.
- Mótasýningin hevði stóra ávirkan, tí nógv fleiri fólk enn vanligt var inni á
gólvinum hendan dagin, og klæðini seldu væl, siga tey í Saltangará.

Góvu avboð
Ætlandi skuldu fleiri handlar verða við í mótasýningini, men sum skilst, gekst ikki so væl hjá øllum at fáa fólk at ganga fyri seg, og tí góvu nakrir handlar, sum annars skuldu verð við, avboð.
Úr Saltangará verður sagt, at millum tey vitjandi hendan seinnapartin var eitt nú ein danskur bindiklubbur við 10 konum, sum vóru á útferð í Føroyum.