Tann 1. august búðu 52.816 fólk í Føroyum, og tað eru 733 fleiri fólk enn fyri einum árið síðani. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Sostatt er fólkatalið vaksið 1,4 prosent hetta seinasta árið. Og tað er eitt sindur minni enn vøksturin var frá 31. juli í 2018 til 1. august í fjør, tá ið fólkatalið vaks 848 fólk, ella 1,7 prosent.
Hagstovan sigur, at orsøkin til, at fólkavøksturin er tálmaður eitt sindur, er, at burðaravlopið er ikki so stórt, sum. Tað hevur verið, men ein onnur orsøk er tann, at hetta seinasta árið eru tað færri fólk, sum flyta til Føroyar enn tað vóru árini frammanundan.
Nú hava vit í sjey ár upp í slag havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, har fólkatalið í miðal er vaksið 60-70 fólk afturat um mánaðin.
Hagstovan sigur at tað, sum hevur verið mest avgerandi fyri gongdini í fólkatalinum, har fólkatalið er vaksið stútt og støðugt, flytingin ímillum Føroyar og útlond. Hesi seinastu 6-8 árini hevur gongdin verið tann, at alsamt fleiri flyta til Føroya og alsamt færri flyta úr Føroyum.
– Hendan gongdin er nakað broytt síðsta árið, tí nú minka bæði tilflyting og fráflyting. Hetta seinasta árið er tilflytingin minkað 240 fólk og fráflytingin er minkað 150.
Hinvegin eru heldur færri børn fødd í ár enn í fjør. Samanbera vit hetta seinasta árið við næstseinasta ár, sæst at føðitalið er minkað úr 695 børnum, niður í 639 børn, ella 56 børn færri.
Hinvegin bøtir tað nakað um burðaravlopið, at talið á deyðum er eisini minkað við 31, so burðaravlopið hóast alt bara minkar við 25.











