tríggjar mánaðir, eftir at hann var útskrivaður. Tá hesir mánaðirnir vóru farnir, so hevði hann ikki nakað ordiligt at fara til, sigur Anna Dánjalsdóttir. Fokus á sálarsjúkur Orsøkin, til at Anna Dánjalsdóttir [...] stundum sera illa fyri, so bleiv tað álagt honum sjálvum at avheinta heilivágin á apotekinum og síðani fara í Heimatænastuna at fáa henda heilivágin, sum var í sproytu. - Tað var onkuntíð, at hann stóð leingi [...] Hon fílist á, at tað er familja, vinir og kenningar, sum skulu hjálpa tí sálarsjúka at fáa eitt arbeiði, sum viðkomandi megnar at hava. - Skipanin átti at funnið teimum eitt starv, soleiðis at tey føla eina
Ein genta um 20 ára aldur er illa løstað eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp Millum Fjarða í morgun. Trý onnur meiðslaðu seg eisini, men ikki so illa og hjá teimum er støðan stabil, sum tey nevna tað [...] tað. Tað var klokkan 7.18 í morgun, at løgreglan fekk boð um eitt álvarsligt ferðsluóhapp Millum Fjarða Løgreglan og fýra sjúkrabilar fóru alt fyri eitt á staðið, ein úr Klaksvík, ein úr Fuglafirði, ein úr [...] ið ein bilur á veg suðureftir við trimum fólkum í, kom yvir í skeiva farbreyt í hálkuni við teirri avleiðing, ein bilur, sum kom norðurreftir við einum manni í, rendi á. Bilurin, sum var á veg norðurreftir
Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin til at koyra bil, sigur Brynhild Høgnadóttir. - Vit fara at royna at fáa bilførarar at ásanna, at tá ið teir koyra bil, krevur tað, at fylgt verður við ferðsluni [...] kann ver, at ein ella hugmynd hjá bilføraranum um, at tað altíð er neyðugt at vera tøkur á telefon og sms. Brynhild Høgnadóttir staðfestir, at mong royna at bera í bøtuflaka fyri seg við at seta ferðina [...] ansaði nóg væl eftir. Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur, at tað er ongin orsøk at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum. Annars vísa hagtøl hjá løgregluni, at í 2010 vórðu 732
átaka sær ábyrgdina av, at tað væl útgjørda skipið tók botn og tað so harðliga, at ein næstan 70 metrar long riva kom á skrokkin. Og so ger tað ikki støðu hansara betur, at hann valdi at fara av skipinum, meðan [...] inn á tað niðasta dekkið, so har er nógvur sjógvur komin í skipið eftir lítlari løtu. Skelkað ferðafólk greiddu fjølmiðlunum frá, at tey hoyrdu ógvusligt brak undir skipinum, men at tey fingu boð um, at [...] hevði lagt seg. -Vit noyddust at rópa á manningina fyri at fáa teir at gera bjargingarbátarnar klárar og at lova okkum í teir. Vit stóðu í gongini, men manningin sýtti fyri at lata okkum sleppa til bátarnar
sannførdi teir báðar um, at tað kundi verið hugaligt at hitst aftur, so um kvøldið fóru teir út at eta ein døgurða saman á einari eysturlendskari matstovu, og ein kann næstan siga, at teir hava verið saman [...] - Mín familja royndi at halda tað goymt, at eg eri samkyntur, tí serliga pápi mín hugsaði so nógv um umdømi. So at koma her, og øll bara góðtaka meg, sum eg eri, uttan at seta spurnartekin, er bara ótrúligt [...] teir báðar, bæði so og so. - Vit høvdu bjóðað fólki úr serliga Nólsoy, men eisini aðrastaðni í Føroyum, og sjálvt um vit høvdu vónað, at tað komu nógv fólk, so gjørdust vit ovfarnir av, at so nógv komu. Hetta
spurningur er, um meining er í at rinda einum heimastýri skatt, tá politikararnir fara so illa við teimum skatta- og avgjaldskrónum, teir fáa at umsita. *Tað eydnaðist at stýra landskassanum við einum nýggjum [...] Um blokkin er at siga, at hann avloysti refusiónsskipanina í tveimum stigum: fyrst 1. januar 1988 og so 1. januar 1995, tá ið ein stórur meiriluti í løgtinginum (25-0) samtykti, at so skuldi vera. Hví [...] trupult hjá vanligum fólki at skilja. At stempla ein meiriluta av løgtinginum at ganga biddaragongd, nú samráðingar eru um at fáa fíggingina til heilsuverkið og almannaverkið aftur á beint, er langt úti. Sum
viðmerkingar um forholdið - at tað ikki fór at halda, at tað ikki bar til - so hava tey hildið saman í fimm ár, og farna vikuskiftið giftust tey í Havn. - Eg eri so góður við Rakul, at eg hevði gift meg við [...] komu at kennast eftir tað. Eg fann skjótt út av, at hann dugdi væl at greina og tulka, og tá ið eg fekk onkra yrking hjá Kára P at tulka í skúlanum, bað eg hann hjálpa mær, og soleiðis komu vit at kennast [...] Gulløl við á møti Fyrstu tíðina, tá ið Johan og Rakul gingu saman, drakk Johan illa, og tað var eitt stríð hjá honum at leggja av. Stundum vóru framstig, men so datt hann út í aftur. Men so hendi tað,
yring. Eftir Summar Festivalin segði løgreglan, at tað er blivið meira vanligt, at fólk koma inn á løgreglustøðina fyri at sleppa at blása í alkometri hjá løgregluni. Tey vilja tryggja sær, at tey kunnu [...] Rescue eftir monnum. Menninir vóru allir í draktum og tí væl fyri. Tað gingu bara smáir 40 minuttir, frá tí at menninir bóðu um hjálp, til teir í øllum góðum vóru komnir í land. Vilja sleppa at basa Síðani [...] Velbastað. Og so fekk hon ringin aftur, samstundis sum sannleikin um henda góða ring koma fram: Hvussu ein sera vakur ringur av Velbastað hvarv á einum fiskavirki, endaði norðuri á Langasandi, og at enda kom
skoytir tó uppí, at tað er ikki altíð, at bæði foreldrini eru á lívi. – Eg ynski mær brennandi, at pápin var inni í myndini. Tað er ikki sunt fyri dreingirnar, at teir ikki hava ein mann at spegla sær í, [...] ein uppí, og tær eru um at detta av stólunum í látri. Einsamøll við ábyrgdini Tosið fer automatiskt yvir á næsta spurning, har eg hevði ætlað at spurt, hví tær hava valt at hittast á hendan hátt. Ein tekur [...] Tað gjørdi eg sjálv, tá mínir vóru so smáir, og eg næstan hevði givið upp. Tú mást minnast til, at talan er um eina tænastu, sum er har fyri at hjálpa børnunum. Ikki at taka tey frá foreldrunum. Góðasta
nøkrum at mótmæla í Løgtinginum. Men Løgmaður segði, at politisku ungdómsfeløgini høvdu gjørt órógva tingarbeiði so illa, at tað bar ikki til at arbeiða, uttan at nakar í flokkunum hevði talað at og tað [...] fakfeløg, vórðu eggjað til at møta upp í tinginum mikudagin at larma so illa, at løgtingslimir hoyrdu hvørki orð ella eið. - Tað haldi eg ikki er rætti mátin at samskifta upp á. Men Kaj Leo Holm Johannesen [...] Johannesen, at flokkurin hevði eggjað javnaðarungdómi at koma í Løgtingið at órógva arbeiði, tí tey vóru sjálvstøðu feløg. Somuleiðis avsannaði Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, at flokkurin hevði sent boð eftir nøkrum