Giktalæknin heldur kanska fram

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur samráðingar við giktalæknan Pero Sore, sum hevur sagt upp. Tummar í Garði, varastjóri hevur góðar vónir um, at læknin tekur uppsøgnina aftur

Tað vóru ring boð til giktasjúk fólk, tá ið tað herfyri frættist, at einasti giktalækni í landinum, Pero Sore hevði sagt upp.
Hann hevur sagt upp til 31. mars, men tað kann henda, at giktalæknin kortini ikki gevst á Landssjúkrahúsinum.
Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at samráðingar fara fram við læknan um at halda fram, og hann hevur góðar vónir um, at giktalæknin ikki gevst. Meira vil hann ikki siga enn.
Fyri at stytta um bíðitíðina fór Pero Sore undir at hava privata viðtalu við fólk við giktasjúkum, men tvørleikar millum annað við heilsutrygd gjørdu, at hann fyrst gavt við hesi privatu viðtalu, og næsta stig hansara var at siga upp.
Landssjúkrahúsið var fyrireikað uppá, at eingin giktalækni fór at verða eftir 1. apríl.
Tað merkti Mette Nygaard, sum í januar fekk staðfest liðagikt.

Ov leingi at bíða
Frá kommunulækna sínum fekk hon at vita, at hon áttu beinanvegin at fara til serlækna, men hon fekk ikki tíð fyrr enn í november. Tað er leingi at bíða.
- Eg veit væl, at eg ikki eri so illa fyri, og at onnur eru sjúkari enn eg, men skal eg bíða so leingi, gerist eg sjúkari, fái tørv á hjálpartólum, og tað verða nógvir sjúrkadagar, sigur Mette Nygaard, sum er 44 ára gomul og heldur seg kunna hava fleiri góð arbeiðsár fyri framman.
Hon hevur spurt, um hon ikki kann fara í viðgerð í summar í Danmark, um hon kortini fer at ferðast, men svarið var, at so noyddist hon eisini at gjalda fyri ferðina sjálv.
Metta Nygaard veit um eina aðra kvinnu í 40-árunum. Hon hevur eisini giktasjúku, og av tí at hon ikki tolir heilivágin, hon fær, tørvar henni at sleppa til giktalækna sum skjótast. Men eini hon noyðist at bíða.
Tummas í Garði sigur, at um giktalæknin heldur fram, skuldi stórur møguleiki verið fyri, at Mette Nygaard ikki nýtist bíða heilt til november at sleppa til lækna.