Í sendingini “Tá lívið gerst ov tungt”, sum bleiv víst í sjónvarpinum hóskvøldið, sóu vit Onnu Dánjalsdóttir greiða frá um sonin, Rógva Jacobsen, sum gjørdi sjálvmorð tíðliga í summar. Hann hevði verið sálarsjúkur í tíggju ár. Anna Dánjalsdóttir heldur, at fólk við sálarligum sjúkum fáa ikki ta hjálpina, teimum tørvar.
Heilivágur var egin ábyrgd
Rógvi Jacobsen bleiv fyrstu ferð sjúkur í 2001, tá hann var 23 ára gamal og var undir hægri lesnaði í Glasgow. Hann flutti tá aftur til Føroyar, og hereftir fekk hann heilivág og var javnan innlagdur. Sum paranoid skizofren mátti Rógvi Jacobsen taka nógvan heilivág, sum var lívsneyðugur. Hóast hann var sjúkur og stundum sera illa fyri, so bleiv tað álagt honum sjálvum at avheinta heilivágin á apotekinum og síðani fara í Heimatænastuna at fáa henda heilivágin, sum var í sproytu.
- Tað var onkuntíð, at hann stóð leingi niðri á apotekinum og bíðaði eftir heilivági, og onkuntíð kundi tað henda seg, at reseptin ikki var klár, og tað kundi stressa hann, sigur Anna Dánjalsdóttir.
- At hann fyrst skuldi avheinta heilivág og so fáa hesa sproytuna, tað var ikki serliga motiverandi, tá hann frammanundan ikki var glaður fyri at taka heilivág, greiðir Anna Dánjalsdóttir frá. Hon heldur tað ikki vera rætt, at fólk, ið eru so sjúk, skulu hava ábyrgd av egnum heilivági.
- Sjálvandi skulu sálarliga sjúk eisini hava ábyrgd í tann mun, tey megna tað, men at lata ein persón, sum er so sjúkur, sum Rógvi var, hava ábyrgd av at avheinta sín egna heilivág, tað er ikki rætt, sigur Anna Dánjalsdóttir. Sum foreldur høvdu Anna Dánjalsdóttir og maður hennara ofta ampa av, um sonurin nú eisini fekk heilivágin, hann hevði fyri neyðini. Serliga tá tey vóru stødd uttanlands. Her er tað, Anna heldur, at skipanin haltar.
- Tað eigur ikki at vera soleiðis, at tey avvarandi altíð mugu halda eyga við, um tann sjúki tekur heilivág. Hesum eigur skipanin at syrgja fyri, men onkuntíð var tað næstan, sum um einki eftirlit var yvirhøvur, greiðir Anna Dánjalsdóttir frá.
- Eg vildi ikki vera behandlari ella hava eftirlit, men bara vera mamma, sigur Anna Dánjalsdóttir.
Eingin visti av hvørjumøðrum
Ein av størstu trupulleikunum hjá Rógva Jacobsen og teimum avvarandi var, at teir ymsu mynduleikarnir ikki samstarvaðu nóg væl, og tað førdi mangan til misskiljingar og óhepnar støður.Ein av grundgevingunum var tagnarskyldan, men ístaðin fyri at verja sjúklingin, var hetta beinleiðis við til at gera støðuna verri. Møguliga var tað júst tað manglandi samstarvið millum mynduleikarnar, sum gjørdi, at tað kundu ganga næstan tveir mánaðir, har eingin varnaðist, at Rógvi ikki møtti upp til at fáa heilivág sum sproytu.
- Rógvi stuðlar, sum komu tvær ferðir um vikuna, og økissjúkrasystirin kom við jøvnum millumbilum, men tað var ofta, sum vistu tey ikki av hvørjum øðrum. Tá hann bleiv innlagdur kom tað fyri seg, at stuðlarnir og heimasjúkrasystirin ikki vistu um hetta, og hann mátti sjálvur ringja runt og geva boð, sigur Anna Dánjalsdóttir. Hon vísir á, at áðrenn økið bleiv lagt undir heimarøktina, so gekk Rógvi Jacobsen út á ambulatoriið á psykiatriska deplinum.
- Tað riggaði væl, tí tá kundi hann fáa eitt prát og leiðbeining frá sjúkrasystrini, sum var á staðnum, sigur Anna Dánjalsdóttir. Hon leggur tó dent á, at okkurt er broytt til tað betra seinastu árini, men heldur, at tað framvegis er nógv, sum kundi verið gjørt betri.
- Allastaðni í skipanini eru starvsfólk, sum eru góð við sjúklingarnar, og tey gera veruliga eitt stórt arbeiði, men mann kann altíð gera tingini betur, sigur Anna Dánjalsdóttir.
Anna saknar eina tilbúgving
Anna Dánjalsdóttir heldur, at tað átti at verða eitt slag av tilbúgvingarætlan, soleiðis at allir partar vita, hvussu farast skal fram, tá ein sálarliga sjúkur persónur ikki tekur heilivág og gerst sera illa fyri.
- Eg minnist ta einu ferðina, tá Rógvi var so mikið sjúkur og sjálvur ynskti at verða innlagdur, at vit fóru út á psykiatriska depilin við honum. Har sótu vit leingi og bíðaðu, ímeðan starvsfólkini skuldu finna útav, hvat skuldi gerast við Rógva, greiðir Anna Dánjalsdóttir frá. Eftir langa bíðitíð fingu tey at vita, at Rógvi Jacobsen skuldi ígjøgnum kommunulæknaskipanina, og tað heldur Anna Dánjalsdóttir ikki ber til í einum slíkum føri sum við soninum.
- Hann var eitt akutt tilfeldi, og tá kann mann ikki fara ígjøgnum kommunulæknaskipanina fyri at fáa hjálp, sigur Anna Dánjalsdóttir, sum var noydd til at taka sonin við heim henda dagin, hóast hann var sera illa fyri. Hon ringdi læknan dagin eftir, og tá bleiv Rógvi Jacobsen innlagdur.
- Har manglar veruliga ein tilbúgving til tey sálarsjúku fólkini, sum hava tørv á bráfeingishjálp, sigur Anna Dánjalsdóttir.
Tilboð mangla
Hóast Rógvi Jacobsen stundum var sera illa fyri sálarliga og tískil ikki kundi hava eitt fast starv eins og onnur fólk, so heldur Anna Dánjalsdóttir tað vera umráðandi, at sálarsjúk ikki verða slept upp á fjall og kenna seg sum ónyttur. Og tað eiga mynduleikarnir at hjálpa við. Anna Dánjalsdóttir heldur, at sálarsjúk ikki verða raðfest ovaliga í tí politisku skipanini, og at hetta kanska kostar meira í síðsta enda.
- Rógvi var intelligentur og dugdi ótrúliga væl eitt nú matematik, alisfrøði og enskt. Eitt stutt tíðarskeið var hann lektiuhjálp hjá næmingum á studentaskúlanum, men tað bleiv ongantíð til nakað fast, sigur Anna Dánjalsdóttir. Hon fílist á, at tað er familja, vinir og kenningar, sum skulu hjálpa tí sálarsjúka at fáa eitt arbeiði, sum viðkomandi megnar at hava.
- Skipanin átti at funnið teimum eitt starv, soleiðis at tey føla eina meining við lívinum og kunnu kenna seg til nyttu í samfelagnum, sigur Anna Dánjalsdóttir. Soninum dámdi væl at takast við ymiskt, men sambært Onnu Dánjalsdóttir manglaðu tilboð til sonin.
- Honum dámdi væl at koma út í ergoterapiina, tí har plagdi hann at mála. Trupulleikin var tann, at har kundi hann bert ganga tríggjar mánaðir, eftir at hann var útskrivaður. Tá hesir mánaðirnir vóru farnir, so hevði hann ikki nakað ordiligt at fara til, sigur Anna Dánjalsdóttir.
Fokus á sálarsjúkur
Orsøkin, til at Anna Dánjalsdóttir hevur valt at siga frá søguni hjá Rógva Jacobsen og familjuni í fjølmiðlunum, er, at hon heldur tað vera alneyðug , at ljós verður varpað á henda samfelagsbólkin og tær avbjóðingarnar, sum tey sjúku og teirra avvarandi dagliga uppliva. Mest av øllum ynskir hon, at sálarsjúkur ikki skulu vera tabu, og at tey sálarsjúku á ongan hátt skulu kenna seg sum taparar.
- Ofta haldi eg, at tey sálarsjúku verða uppfatað sum annanklassa borgarar og verða ikki vird, sum eitthvørt menniskjað eigur at verða virt. Tað manglar ótrúliga nógv vitan og upplýsing um sálarsjúkur. Tað er, sum missa tey vanlig rættindi, heldur Anna Dánjalsdóttir. Eisini er tað sambært henni alt ov nógvar óneyðugar forðingar, sum sálarsjúk. Sum dømi nevnir hon, at Rógvi ikki kundi fáa ferðatrygging, tá hann skuldi uttanlands saman við familjuni.
- Vit fingu bara at vita, at hann ikki kundi fáa ferðatrygging, av tí at hann hevði verið tilknýttur psykiatrisku deild seinastu tvey árini. Eg skilji bara ikki, at eitt tryggingarfelag so kann geva eitt nú einum hjartasjúkum ferðatrygging, sigur Anna Dánjalsdóttir og harmast um, at vitanin um sálarsjúkur tyikist vera so lítil.
- Tað er neyðugt, at vit øll tora at tosa opið um sálarsjúkur, tí tað er ikki nakað, ið eigur at verða tagt burtur. Einans við at tosa um tað, kann vitanin gerast størri, og karmarnir hjá hesum fólkunum betrast, sigur Anna Dánjalsdóttir.
Sendingin “Tá lívið gerst ov tungt” verður endursend sunnukvøldið










