Ein genta um 20 ára aldur er illa løstað eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp Millum Fjarða í morgun.
Trý onnur meiðslaðu seg eisini, men ikki so illa og hjá teimum er støðan stabil, sum tey nevna tað.
Tað var klokkan 7.18 í morgun, at løgreglan fekk boð um eitt álvarsligt ferðsluóhapp Millum Fjarða
Løgreglan og fýra sjúkrabilar fóru alt fyri eitt á staðið, ein úr Klaksvík, ein úr Fuglafirði, ein úr Vágum og ein úr Havn.
Tað var hált í morgum og óhappið hendi, tá ið ein bilur á veg suðureftir við trimum fólkum í, kom yvir í skeiva farbreyt í hálkuni við teirri avleiðing, ein bilur, sum kom norðurreftir við einum manni í, rendi á.
Bilurin, sum var á veg norðurreftir, varð standandi á vegnum, men hin bilurin varð slongdur oman av vegnum.
Tey bæði ferðafólkini í bilinum, sum fór út av, ein genta um 20 ára aldur og ein drongur í tjúgunum, vórðu slongd úr bilinum, men førarin, ein kvinna um 20 ár, varð sitandi í bilinum.
Øll fýra fólkini, sum vóru við í óhappinum, vórðu løgd á Landssjúkrahúsið.
Tær bæði fólkini, sum vórðu slongd úr bilinum, komu ringast frá óhappinum og tann eina gentan er illa løstað, sigur løgreglan.
Ein hundur var eisini í bilinum, men hann doyði á staðnum.