Vilja ikki liva lívið grundað á eina lygn

Føroyingar eru ikki homofobiskir.
Tað staðfesta føroyski Snorri Hansen og Lionel Mouffe Hansen, sum fyri góðum hálvumtriðja ári síðani giftust í Garre Gambarogno í Sveits við 80 føroyingum sum brúdleypsgestum.
- Vit hava góðtikið, hvørjir vit eru, og vit vilja ikki liva okkara lív grundað á eina lygn, siga Snorri og Lionel

Snorri Hansen er elstur av fýra beiggjum, og hansara uppvøkstur í Nólsoy var sum hjá dreingjum flest.
- Eg minnist barnaárini sum góð og trygg. Eg vaks upp sum allir aðrir dreingir og spældi við bilar og bátar sum hinir, sigur Snorri Hansen.
Við at líta aftur um bak minnist mamman, Malan Hansen, tó, at Snorri ofta spældi við gentur, í nógv størri mun enn hinir tríggir beiggjarnir seinni gjørdu.
Øll barnaárini gingu, uttan at Snorri á nakran hátt kendi seg nakað øðrvísi enn øll hini dreingjabørnini, sum runnu runt í nólsoyargeilum. Men tá hann var um 15 ára aldur, merkti hann, at hann ikki longur hevði somu áhugamál, sum hinir dreingirnir.
- Eg dugi ikki heilt at seta orð á tað, men eg visti bara, at eg ikki longur var sum hinir dreingirnir. Gentur var bara nakað, sum eg metti sum vinir og einki meira. Eg var ikki áhugaður í teimum á annan hátt, sigur Snorri Hansen.
Hann bara visti við sær sjálvum, at soleiðis var hann mentur, men tað var langt frá, at hann vildi gera onnur varug við, at hann var samkyntur.
- Eg hevði als ongan vaghuga av, at Snorri var samkyntur, fyrr enn fyri seks árum síðani, tá hann á fyrsta sinni vitjaði heima í Nólsoy og hevði Lionel við, sigur Malan Hansen.
Tað má tí sigast, at Snorri gekk stillisliga við hurðunum øll hesi árini, frá tí hann var 15, til hann sum 29 ára gamal á fyrsta sinni lat mammuna skilja, hvør hann í veruleikanum var kynsliga.

Einki homofobia
Tað er ikki altíð, at ein hugsar um smálutirnar, men tá Malan hyggur í bakspgilin, dugir hon væl at síggja, at har var okkurt í uppvøkstrinum kortini.
- Nú, tá eg hugsi um tað, hevði hann ógvuliga nógvar damuvinir, sigur Malan Hansen.
Snorri spældi tó ongantíð við dukkur í sínum uppvøkstri.
- Nei, tað forbjóðaði seg sjálvt, tí her vóru ongantíð nakrar dukkur í húsinum, sigur Malan.
Sjálvur heldur Snorri ikki, at hendan kollveltandi avdúkingin – at hann var samkyntur – ávirkaði hansara lív á nevniverdan hátt.
- Teir allarflestu av mínum vinmonnum – og vinkonum – vistu beinanvegin, hvussu vorðið var, men har var ongantíð nakað. Øll góðtóku tað uttan at blunka, sigur Snorri.
Hann avsannar eisini mytuna um, at føroyingar eru eitt homofobiskt fólkaslag.
- Eg haldi, eg kann siga, at eg ongantíð havi upplivað nakað »óbehagiligt«, orsakað av mínari kynsligu orientering, staðfestir Snorri.
Tó minnist Malan tvær hendingar, har føroyskur mótvilji kom fram. Aðru ferðina var ein nólsoyingur beinleiðis farin í slagsmál fyri at verja vin sín móti verbalum ágangi í Havn, og eina aðru ferð var onkur komin á gátt í heiminum í Nólsoy og verið ljótur í munninum.
Men tað er so tað einasta, sum Snorri hevur upplivað, og tað er einki aftur ímóti tí, eitt nú politisk ósemja kann føra til.

Hittust á jarnbreytarstøðini
Men eitt er, hvussu ein, ið skilur seg frá mongdini, verður viðfarin í einum rímiliga vardum umhvørvi, sum Nólsoy er.
- Eg merkti ongantíð nakað heldur, eftir at eg var farin til Havnar í læru, so at føroyingar ikki hava virðing fyri samkyntum er í hvussu er nakað, eg einki kenni til, sigur Snorri.
Eftir lokna útbúgving sum bakari starvaðist Snorri í eina tíð í Føroyum, men so leitaði hann sær til Danmarkar at arbeiða. Og tað skuldi vísa seg at vera eitt heppið lívsval, tí tað var har, hann møtti Lionel Mouffe.
- Ja, vit hittust tilvildarliga á jarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, og í fyrsta umfari drukku vit ein kopp av kaffi saman, sigur Snorri.
Lionel hevði tá arbeitt hjá Deutche Bahn í trý ár, og hesin fyrsti koppurin av kaffi sannførdi teir báðar um, at tað kundi verið hugaligt at hitst aftur, so um kvøldið fóru teir út at eta ein døgurða saman á einari eysturlendskari matstovu, og ein kann næstan siga, at teir hava verið saman líka síðani.
Tað gekk so eitt ár, har teir báðir hittust javnan, og við tíðini gjørdust partnarar.
- Tíðin kom so, at vit máttu taka eina avgerð. Snorri vildi fegin hava meg at koma til Keypmannahavnar at búgva, meðan eg í mínum lag royndi at lokka hann vil Sveis. Og tað endaði við, at hann játtaði, sigur Lionel.
Og tað er avgjørt nakað, ið Snorri ikki angrar.

Varnaðist tíðliga
Tað var eisini eftir, at teir høvdu verið saman í eitt ár, at Snorri á fyrsta sinni tók Lionel heim til Føroya at vitja. Hetta var á jólum 2005.
- Eg gjørdist púra ovfarin av, hvussu væl eg varð móttikin. Øll vóru líka blíð við meg og tóku móti mær við opnum ørmum, og eg kendi, at eg beinanvegin varð góðtikin sum ein partur av familjuni, sigur Lionel Mouffe.
Og tað hevði stóra ávirkan á belgiaran.
- Tað kendist, sum nólsoyingar tóku ímóti mær sum sínum egna barni. Eg væntaði als ikki, at tað fór at verða soleiðis, sigur Lionel.
Hann sigur, at Belgia átti at verið munandi meira opinsinnað, tí har hevur eitt nú verið loyvt hjá sakyntum at gifta seg í 10-15 ár.
- Mín familja royndi at halda tað goymt, at eg eri samkyntur, tí serliga pápi mín hugsaði so nógv um umdømi. So at koma her, og øll bara góðtaka meg, sum eg eri, uttan at seta spurnartekin, er bara ótrúligt, sigur Lionel.
Hjá honum var tað eitt sindur øðrvísi at finna út av, at hann var samkyntur.
- Eg visti tað heilt frá barnsbeini av. Tað er ikki soleiðis, at tú vaknar ein morgunin og sigur »Hey, eg eri samkyntur«. Men eg hugsi, eg havi verið um 15-16, tá tað veruliga gekk upp fyri mær, sigur Lionel.
Mótsatt Snorra, so dámdi belgiarin í sínum barnadøgum væl at spæla við dukkur og aðrar gentuleikur.
- Eg havi altíð havt aðrar áhugar enn dreingir høvdu, sigur Lionel.

Ikki grundað á lygn
Belgiarin hevði somu trupulleikar, sum nógv onnur samkynt óivað hava, nevniliga at familjan góðtekur øðrvísi kynsliga orientering.
- Hjá mær var tað soleiðis, at mamma mín rættiliga skjótt góðtók meg, sum eg eri. Hon var kortini ógvuliga kedd av, at eg ikki kundi geva henni ommubørn. Við pápa var verri. Hann hugsaði um umdømi hjá familjuni, sigur Lionel.
Hann kemur frá einari familju, sum er væl fyri fíggjarliga.
- Pápi mín vildi illa góðtaka, at eg eri samkyntur, tí hann hugsaði um handilsvirksemið og tað, ið hartil hoyrir. Tíverri fór hann herfrá fyri 10 árum síðani, men tá hevði hann góðtikið meg fyri tann, eg eri, sigur Lionel.
Sjálvur er hann sannførdur um, hvør hann er.
- Eg eri tann, eg eri, og eg ynski ikki at liva mítt lív grundað á eina lygn. Eg havi frið við meg sjálvan, og til endans skilti hann tað. Hann helt bara, at tað gekk út yvir umdømið hjá familjuni, sigur Lionel.

Rættir fyri hvønn annan
Tá Snorri og Lionel høvdu kent hvønn annan í umleið eitt ár varð avgerð tikin um, at Snorri skuldi flyta til Sveits.
- Eg tosaði við stjóran hjá mær í Deutche Bahn, og hann var ógvuliga fyrikomandi og gav Snorra eitt starv umborð á tokunum. Og í dag eru vit báðir leiðarar, sigur Lionel.
Tíðin í lítla býnum Gerra Gambargono, bara ein 25 minuttir gongutúr frá italska markinum, gekk so við arbeiði og avslapping millum toktúrarnar. Og fyri góðum hálvumtriðja ári síðani upplivdi lítli býurin við italska markið eina stórhending.
- Eg veit ikki heilt, hvussu tað kom í lag, men vit gjørdu so av at gifta okkum, sigur Snorri Hansen.
Og Lionel grundar:
- Eg spurdi hann. Eg visti, at hann var tann rætti fyri meg. Tað er nakað, tú kennir innan í tær.
Tann veruleiki, at eitt giftarmál millum somu kyn ikki er lógligt í Føroyum, hevði heldur ikki forðað teimum.
- Nei, so vóru vit bara farnir niður til Danmarkar at gift okkum, sigur Snorri.

Stórt brúdleyp
Sum nú var, so var brúdleypsdagurin ásettur til 28. mars 2008. Og tað gjørdist ein stórur dagur fyri teir báðar, bæði so og so.
- Vit høvdu bjóðað fólki úr serliga Nólsoy, men eisini aðrastaðni í Føroyum, og sjálvt um vit høvdu vónað, at tað komu nógv fólk, so gjørdust vit ovfarnir av, at so nógv komu. Hetta var jú ikki í feriutíð, sigur Snorri Hansen.
Og nólsoyarbygd nærum tømdist hetta vikuskiftið.
- Vit vóru yvir 60 fólk úr Nólsoy, sum fóru til brúdleypið, og tilsamans vóru vit eini 80 fólk úr Føroyum, sigur Malan Hansen.
Talan var tí um eitt ógvuliga stórt brúdleyp eftir sveisiskum mátistokki.
- 40 fólk er eitt stórt brúdleyp í Sveis. Til okkara vóru vit 120 fólk, sigur Snorri.
Teir høvdu leigað fýra hotell at húsa øllum brúdleypsgestunum.
- Tað einasta, vit høvdu lagt dent á mótvegis hotellunum var, at tey skuldu hava nokk av vodka inni, leggur Snorri skemtandi aftrat.
Tað gjørdist ein stórur dagur og ein stór løta, tá teir báðir søgdu ja hvør til annan. Og tað var ein rættiliga hátíðarløta, tá teir komu úr úr býarskrivstovuni, har borgarstjórin hevði vígt teir, og teir gingu gjøgnum ein boga av føroyskum og belgiskum fløggum, meðan »Fagra blóma« rungaði um allan heyg.
Og sjálvandi vórðu røður hildnar, »som sig hør og bør« í einum føroyskum brúdleypi. Sanniliga ein stórur dagur.

Skatturin forðar
Teir eru báðir á einum máli um, at teir ikki kundu hugsað sær eina betri móttøku í Føroyum enn tað sama, hóast vit ofta bera orð fyri at vera eitt homofobiskt fólkaslag. Men kortini kundu teir ikki hugsa sær at búð her.
- Tað hevur einki við tað at gera, vit føla okkum væl her. Tað er meira skatturin sum ger, at vit ikki kundu hugsað okkum at búð í Føroyum, sigur Snorri.
Og tá hann tosar um skatt, so er tað nakað, øll kunnu skilja.
- Vit gjalda 7,5 prosent í skatti í Sveits. Og eg ætli mær aldrin at gjalda so nógv í skatti aftur, sum í Føroyum, sigur Snorri.
Hartil heldur hann, at hann fær einki aftur fyri nógva skattin, hann rindaði her heima.
Einaferð skulu teir so til at njóta sítt lívs otium, men tað verður heldur neyvan í Føroyum.
- Nei, tað vænti eg ikki. Og tað er sama orsøk til tað, sum at vit ikki nú búgva í Føroyum: Tann høgi skatturin, sigur Snorri.
Heldur er sannlíkt, at teir leita sær longur suður eftir, tá teir siga arbeiðslívinum farvæl.
- Tað kundi verið til heitari lond, sum til dømis Aruba ella onkunstaðni í Caribia, sigur Snorri.

Umhugsað ættleiðing
Lionel fer soleiðis sum støðan er, ikki at fáa børn, og tað er serliga hetta, sum mamma hansara harmast um. Men møguleiki er jú fyri at ættleiða.
- Soleiðis, sum støðan er hjá okkum beint nú, við okkara arbeiðsskema, so letur tað seg als ikki gera. Vit eru burtur heiman ífrá í fýra dagar út í eitt, og hóast vit ikki koyra við sama toki ella á saman strekningi, so er tað ofta, at vit báðir arbeiða í senn, sigur Snorri.
Og Lionel er samdur í tí. Hinvegin er tað kortini ikki ein tanki, sum liggur so ógvuliga fjarur.
- Tá tú sær børnini niðri í gøtuni í stórbýunum sniffa lím og tendraragass, so hugsar tú ofta, at tey høvdu verið betri farin við tveimum monnum, sum elskar tey og gevur teimum kærleika, sigur hann.
Teir eru báðir í besta aldri enn. Snorri er 35 og Lionel 32, so tað er langt frá farið av allari tíð.
- Vit hava einki tíðartrýst á okkum í so máta, so vit hava góða tíð at taka eina avgerð um tað, sigur Snorri.
Fyri Lionel hevði tað uttan iva verið ein stór uppgáva, sum hann fegin hevði tikið á seg.
- Fyri ikki so langari tíð síðani stóð eg gubbi at einum barni í familjuni hjá Snorra, og tað var fyrstu ferð fyri mítt viðkomandi, sigur hann.

Home is where I hang my hat
Teir báðir arbeiða sum starvsfólkaleiðarar á tokum hjá Deutche Bahn, og ofta arbeiða teir á somu vaktum, men ikki á somu farleigum.
- Vit arbeiða í fýra dagar og hava so frí í fýra dagar. Tá vit eru heima slappa vit av við at hyggja í sjónvarp, men vit ganga eisini rættiliga nógv túrar. Til dømis tekur tað bert 25 minuttir til italska markið, so tað ber væl til at spáka inn í Italia at drekka morgunkaffi, sigur Snorri.
Hann ferðast dúgliga heim til Føroya, og teir báðir eru í Nóloy minst einaferð um árið.
- Sum oftast eru vit heima um jóltíðir, men einaferð hava vit verið her um summarið, sigur Snorri.
Hann heldur, at hóast teir ferðast nógv til Føroya, so ferðast foreldrini meira niður til teir.
- Tey eru og vitja okkum einar tvær ferðir um árið. Tað vóru tey í hvussu er í fjør, sigur Snorri.
Hann kallar tað framvegis at fara heim at ferðast, tá hann kemur til Nólsoyar. Men tað er kortini ikki allur sannleikin.
- Eg sigi, at eg fari heim til Føroyar at ferðast. Men tá eg sigi, at eg fari heim, tá er tað heim til har, sum eg búgvi, sigur Snorri Hansen, áðrenn hann og Lionel aftur vendu nøsina heim til Gerra Gambarogno í Sveis.