Verkfall og alibipolitikkur

Teir seinastu leikirnir í trætuni millum ar­beiðs­gev­ar­ar og ped­a­gogar hava ver­ið á­tøk­ir ali­bi­poli­tikki. Eftir gongd­­ini at døma eru roynd­ir­nar at koma víðari ikki nóg í­tøk­i­lig­ar, tí farið verður ikki veru­liga inn á krøvini, sum náms­frøðingarnir seta.

Jógvan Arge,
býráðslimur í Havn

Vónandi er tað ikki tí, at teirra mótpartur veruliga mein­ar, at her skal onki ger­ast – uttan mun til rím­i­lig­leik­an í krøvunum. Náms­frøð­ing­ar­nir í verkfalli hava gjørt greitt, at teirra stætt er illa lønt í mun til arbeiðsbyrðuna, og at um­støð­u­r­nar annars at útinna teirra týdn­ing­armikla lut í barna­uppalingini eru ikki nóg góðar.
Seinasta átakið frá Fíggj­ar­mála­ráð­num var at bjóða eina diff­er­en­t­i­ering av upp­runa­liga løn­ar­til­boð­num, sum náms­frøð­ing­a­rnir longu framm­an­und­an meta sum real­løn­ar­lækk­ing. Tað var onki tilboð.
Kommununala Ar­beiðs­gev­ar­a­f­el­ag­ið legði fram eitt til­boð um fyri­reik­ing­ina, sum Peda­gog­fel­ag­ið vrak­aði, tí tað helt tað ikki vera í­tøk­i­ligt. Før­oya Ped­a­gog­felag kann helst við ávísum rætti spyrja, hvat virði er í ein­um lyfti um arbeiðsbólk, sum eft­ir sam­ráð­in­g­ar­lok fer undir at staðfesta tær mann­a­g­ongd­ir, sum longu eru ella ikki eru viðvíkjandi fyri­reik­ing.
Viðurskiftini á dag­stovn­a­øki­num hava verið nógv frammi seinastu mongu ár­ini.
Ansing var lyklaorðið, tí tað ráddi í fyrstu syftu um at her­berga børnunum, meðan for­eldr­ini vóru til arbeiðis. Nógv og gott er gjørt burtur úr at byggja nýggjar stovnar kring landið. Nú fáa so at siga øll børn tilboð um pláss á dagstovni.
Innihaldið í dagstovnunum hev­ur ikki fingið somu rúmd, og nú kenna tey, sum ar­beiða á dagstovninum á sær, at tey við verandi u­m­støðum ikki fáa livað upp til tað, sum verður kravt av teimum. Skula upp­vaks­andi ættarliðini fáa tað besta burtur úr árunum á dagstovni krevst, at starvs­fólk­ini, námsfrøðingar sum hjálp­ar­fólk, hava dagførdar karm­ar at virka undir.
Tað kostar óivað at taka hesi tøk, men neyvan nakar kann vera nøgdur við, at børn­ini á dagstovnum kanska ikki fáa ta stimbran, sum teimum nýtist, tí at starvs­ligu kringumstøðurnar ikki eru nøktandi.
Arbeiðsgevarin eigur at við­gera lønarlagið, so tað sam­svar­ar við uppgávuna, og sam­an við umboðum fyri náms­frøð­ingarnar at gera nakað munagott við inni­halds­partin.
Hetta snýr seg heilt einfalt um dygdina í røktini og menningini av teimum, sum vaksa upp í Føroyum. Fáa tey ikki nóg gott í beinið, so verð­ur úrslitið ikki tað, sum vit øll vilja.
Tí er brúk fyri álvara - og ikki alibipolitikki.