Gáloysni er orsøk til yvir 200 ferðsluóhapp um árið

RÆÐANDI TØL Gáloysni í ferðsluni er orsøkin til eini 30% av øllum ferðsluóhappum og teir størstu syndararnir eru mannfólk í yngra endanum

Gáloysni í ferðsluni er ein størri trupulleiki enn rúsdrekkakoyring.
Tað kann staðfestast út frá tølum, sum tey eru komin við á Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at gjølligar metingar í londunum rundan um okkum, vísa, at eini 30% av øllum ferðsluóhappum henda tí at bilførarin ikki ansaði nóg væl eftir.
Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur, at tað er ongin orsøk at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum.
Annars vísa hagtøl hjá løgregluni, at í 2010 vórðu 732 ferðsluóhapp fráboðað løgregluni.
Harafturat koma so øll tey mongu óhappini, sum ongantíð verða fráboðað løgregluni.
Skulu vit fylgja metingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, henda sostatt væl yvir 200 ferðsluóhapp um árið av berum gáloysni.
Harafturat vísa tølini hjá løgregluni, at í 2010 vóru 99 bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring, so eftir teimum turru tølunum at døma, er gáloysni eitt størri vandi fyri ferðsluna enn rúsdrekka er.
Sjálv vil Brynhild Høgnadóttir, ikki skriva undir upp á, at gáloysni er størri vandi í ferðsluni enn rúsdrekka, tí hon heldur, at ov fáar kanningar eru gjørdar akkurát um tað.
- Men tað er ongin ivi um, at óansni í ferðsluni er ein ræðandi trupulleiki, sum elvir til eitt stórt tal av ferðsluóhappum hvørt einasta ár.

Koyra 89 metrar í blindum
Hinvegin er júst gáloysni í ferðsluni ein trupulleiki, sum ikki hevur verið nógv umrøddur, hóast hann er álvarsligur.
Tí er Ráðið Fyri Ferðslutrygd nú farið undir eitt umfatandi átak fyri at fáa okkum at ansa betri eftir í ferðsluni.
- Hetta er eitt vandamál, sum tað ikki hevur verið hugsað so nógv um. Men tað er eitt ovurstórt vandamál og tískil eiga vit at varpa ljós á tað, leggur hon afturat.
- Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin til at koyra bil, sigur Brynhild Høgnadóttir.
- Vit fara at royna at fáa bilførarar at ásanna, at tá ið teir koyra bil, krevur tað, at fylgt verður við ferðsluni við øllum sansum.
- Endamálið er at fáa bilførarar ásanna, at tá ið teir sita aftanfyri rattið, er tað til stóran vanda fyri ferðslutrygdina, at teir fáast við alt møguligt annað samstundis.
- Koyrir tú 80 km/t og hyggur at telefonini í fýra sekund, hevur tú koyrt heilar 89 metrar í blindum.?
- Koyrir tú 50 km/t og hyggur at telefonini í fýra sekund, hevur tú koyrt heilar 56 metrar í blindum.?
Brynhild Høgnadóttir sigur, at hetta eru tvey dømi um, hvussu ómetaliga vandamikið tað er at fáast við ymiskt óviðkomandi, ímeðan man koyrir bil.

Ímóti betri vitandi
Í hesum sambandi skal Ráðið fyri Ferðslutrygd í øllum førum ikki berjast ímóti fávitskuni.
Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, vísir nevniliga, at næstan øll eru greið yvir vandan.
Tað eru næstan øll, sum, at tá ið tey koyra bil, er tað vandamikið at fáast við fartelefon, at fáast við fløguspælara, at spegla sær og at fáast við annað, sum einki hevur við sjálva koyringina at gera.
- Kortini halda nógvir bilførarar, at tað ber væl til at fáast við alt møguligt, samstundis, sum hann koyrir bil. Men tað er til stóran vanda fyri ferðslutrygdina, tí skalt tú koyra forsvarliga, krevst, at allir sansar eru við.
Tí heldur Brynhild Høgnadóttir, at tað, sum krevst er ein áhaldandi upplýsing fyri at fáa fólk at skifta hugburð, akkurát, sum upplýsingingarherferðin hevur verið fyri at fáa fólk at brúka trygdarbelti.
Eitt er at broyta hugburðin hjá, men halda tit annars, at revsingin fyri brot á ferðslulógina er hóskandi?
- Tað kostar 500 krónur í bót at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan man koyrir bil. Eg veit, at summi halda, at tað eigur at kosta eitt klipp í koyrikortið. Men revsingarnar fyri at slík brot á ferðslulógina eru ikki viðurskifti, vit hava viðgjørt í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, so tað fái eg ikki sagt so nógv um, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Hinvegin leggur hon dent á, at tað hevur stóran týdning, at hetta nýggja átakið hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd ikki fer at snúgva seg um fartelefonir.
- Hetta er eitt átak ímóti gáloysni í ferðsluni, sum heild. Og gáloysni eru allar støður, har tú hugsar um okkurt annað enn sjálvt tað at koyra bilin.
Mest yngri mannfólk

Heili 51% av føroyingum tosa javnan í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyra bil.
Tað vísir kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd um gáloysni í ferðsluni.
Kanningin vísir eisini, at 24% av føroyingum skriva ella lesa javnan sms, meðan tey sjálvi koyra bil.?
Kanningin vísir eisini, at størsti syndararnir eru mannfólk í yngra endanum.
Tølini vísa, at
Orsøkirnar til hetta kunnu vera ymiskar, men ein orsøk kann ver, at ein ella hugmynd hjá bilføraranum um, at tað altíð er neyðugt at vera tøkur á telefon og sms.
Brynhild Høgnadóttir staðfestir, at mong royna at bera í bøtuflaka fyri seg við at seta ferðina niður ímeðan tey senda sms, ella fáast við okkurt annað.
- Nógvir bilførarar halda eisini, at koyra tey á vegum við lítlari ferðslu, ber saktans til, at gera okkurt annað, samstundis, sum tey koyra bil.
- Men tað er ikki nóg mikið at forða fyri vandastøðum ella vanlukkum, tí bilførarin metir skeivt og yvirmetir síni evni at gera annað samstundis sum hann koyrir bil.







15
minuttir
Ein niðurstøða í kanningini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, er, at heili 49% av okkum koyra bil, hóast tey vita, at tey vilja ov illa sova til at tey kunnu koyra trygt.
Av hesum eru tað 11% av bilførarum, um koyra bil minst einaferð um vikuna, hóast tey vita, at tey vilja ov illa sova og næstan ein triðingur ger tað minst einaferð um mánaðin.
Brynhild Høgnadóttir heldur, at hetta er ein ræðandi niðurstøða, tí at sovna aftanfyri rattið, er ringasta gáloysni av øllum, tí tá eru allir sansir sløktir.
- Tað eru nógv páhald um svøvn og bilkoyring. Summi halda, at tað hjálpir at drekka kaffi, onnur trúgva uppá cola og upp aftur onnur seta sítt álit á, at renna tey nakrar ferðir runt um bilin, verða tey aftur sum fiskurin.
- Veruleikin er at onki av hesum hjálpir tað allar minsta. Tað einasta, ið hjálpir, er at seta bilin við vegjaðaran og fáa sær ein lúr.
Brynhild Høgnadóttir sigur, at royndirnar vísa, at bara tú fært ein lúr upp á 15 minuttir, er tað nóg mikið, til at bilførarin sum oftast kann koma so væl fyri seg aftur, at hann aftur kann koyra trygt.




Nøkur góð ráð

Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur eisini góð ráð til bilførarar, sum fyribyrgja, at teir fara at fáast við ymiskt, sum ikki hevur verið koyrngina at gera.
Endamálið við tí er at fyrireika seg so væl, áðrenn bilurin verðru settur ígongd, at tað slepst undan at lata seg orógva av ymiskum
Áðrenn tú fert at koyra:
• Stilla útvarpið ella tendra fløguna.?
• Ber so í bandi, at børnini eru sissað og ikki keða seg.?
• Set telefonina ljóðleysa, um so er, at hon órógvar, tá ið hon ringir.?
• Stilla GPS’aran.

Ímeðan tú koyrir, kann tað vera ymiskt, ið órógvar:
• Ikki róta eftir lutum, sum tú missir – finn teir, tá tú ert komin fram, ella koyr á trygt stað fyrst og steðga.?
• Órógva børnini, koyr so á eitt trygt stað, steðga bilinum og sissa tey, áðrenn tú heldur fram.?
• Ert tú ferðafólk, skalt tú geva bilføraranum frið at koyra.?
• Mótmæl um so er, at bilførarin lesur ella skrivar sms ellar tosar í handhildnari telefon.Men er neyðugt at tosa í telefon, og er talan um krevjandi samrøðu, eigur tú at steðga á tryggum staði ímeðan tú tosar.