Justin Philbrow (foreldur)
----
Vit sum foreldur vilja og vóna alt tað besta fyri børn okkara, sjálvandi. Vit vóna, at tey finna útav, hvat tey vilja gera við lív sítt, og at tey fáa eina lívsgleði burtur úr tí. Vit royna sjálvsagt eftir besta førimuni at hjálpa teimum á leið við at geva teimum tað besta av tí, vit vita av lívslæring, royna at uppala tey, hjúkla um tey, hjálpa teimum við heimasetninginum og vera til staðar, har vit kunnu. Vit eru ikki serfrøðingar, men vóna tað besta. Soleiðis gjørdu okkara foreldur og teirra foreldur.
Spurningurin er bara, um “at vóna tað besta” er ein taktikkur, sum fer at virka fyri okkara børn meir. Inntil nú hava vit foreldur, sum oftast, kunnað sissað okkara ótta um framtíðarvánirnar hjá børnum okkara við tí, at tey finna altíð okkurt slag av arbeiði. Um ikki annað, so var altíð okkurt flakavirki ella skip, har tey kundu fáa arbeiði. Men hetta er ikki veruleikin longur.
Arbeiðsmøguleikar
Teir siðbundnu arbeiðsmøguleikarnir, sum hava verið, gerast færri; krøvini til ein arbeiðara gerast øðrvísi og fleiri, samstundis sum meira press er á at minka um almennaforsorg/ALS. Og tað, sum kanska eisini frustrerar okkum foreldur, er, at vit kunnu ikki geva børnum okkara góð ráð til eina yrkisleið, har vit kunnu vera vís í, at tey kunnu skapa sær eina framtíð. Vit kunnu nóg illa siga, hvussu arbeiðsmarknaðurin sær út um 3 ár, hvussu so við 9 ella 20 árum?
Vit hava ein son, sum byrjar í skúla nú eftir summarsteðgin. Um alt veit væl við, so verður hann liðugur við níggjunda flokk í 2022. Kanska fer hann í studentaskúla ella undir onkra aðra miðnámsútbúgving og er møguliga liðugur við tað í 2025. Hvør veit, kanska fer hann víðari til eina hægri útbúgving og verður liðugur við hana í 2030/2032 – t.v.s. um umleið 20 ár. Hvussu síggja Føroyar út tá? Hvørjir arbeiðsmøguleikar verða til hansara? Skal hann satsa uppá eina góða bókliga útbúgving? Ella kanska verður tørvur á fleiri handaligum yrkjum? Tað var okkurt um visjón 2015: “Týdningarmesta tilfeingið er eitt vælútbúgvið fólk,” var ein yvirskrift. So har var so eitt boð.
Framtíðin
Vit kunnu kanska venda tí eitt sindur við. Hvat vita vit við vissu um framtíðina? Vit vita, at tey lágløntu arbeiðini, tey sum ikki krevja tað stóra av bókligari útbúgving, eru vit í Føroyum ikki kappingarfør við. Hetta loysir vinnan við at optimera arbeiðshættir og automatisera og at flyta rávøru av landinum til bíligari arbeiðsmegi. Tað noyðast vinnan fyri yvirhøvur at hava nakra vinnu eftir. Men tað merkir so eisini, at tað er minni og minni brúk fyri “vanligum” arbeiðarum, sum vinnan er nú, og tað er bara eitt faktum. Tann almenna umsitingin fer gjøgnum eina líknandi myllu; verður skerd, optimerað og automatiserað (vónandi), men í øllum førum verða færri arbeiðspláss har. Hvat er so eftir? Onkur hevur roynt at fingið okkum at satsað uppá KT, ella sigur, at oljuvinnan verður tað stóra gulleggið. Onkur nevnir makrel.
Hvussu víkir og vendir, so tykist tað vist, at vit vita ikki, hvat framtíðin (bara um 3 ár) hevur at bjóða uppá uttan tað, at tað verður øðrvísi enn nú, og at vit mugu førka okkum frá einum veiðisamfelag og kropsligum arbeiði til eitt vitanarsamfelag – um ikki, so eru dagarnir taldir hjá okkara vælferðarsamfelag, og framtíðarmøguleikarnir hjá børnum okkara at verða verandi her í Føroyum gerast nógv truplari. Tí má avbjóðingin hjá nýggja ættarliðinum liggja meira í tí at duga at skapa nýggjar vinnur (bæði kreativar og handaligar) og at duga at endurskapa og menna seg sjálvan í teimum broytingum, sum fara at gera alt meir um seg. T.v.s., at vit sum eitt samfelag mugu satsa uppá útbúgving, nýskapan og eftirlagingarevni hjá nýggju ættarliðunum. Hetta vita vit.
Útbúgving, nýskapan og eftirlagingarevni
Hvussu kunnu vit foreldur hjálpa uppá, at okkara børn fáa eina góða útbúgving, læra at vera nýskapandi og hava eftirlagingarevni, soleiðis at børnini, ið eru liðug við níggjunda flokk í 2022 eru klár til avbjóðingarnar? Ella er tað betri, at foreldur bara lata hetta upp til serfrøðingarnar og vóna tað besta? Hetta er jú ikki “bara” ein átrokandi persónligur menningar- og trivnaðarspurningur, men sanniliga eisini ein spurningur um framtíðarbúskapin í Føroyum.
Eitt er uppaling og læring heima, annað er tað á barnagørðum og skúlum, men tað heila gongur út uppá tað sama. Vit foreldur hava bara ikki eitt fakfelag.
Vit foreldur
Men kanska tað ber til hjá okkum foreldrum at rætta eina hjálpandi hond, sum veruliga munar kortini. Nógv eru komin til tað, at tað ber til. Tað, sum krevst í fyrstu atløgu, er, at vit foreldur broyta taktikk. Frá tí at vit lata frá okkum ábyrgdina av barnauppaling og læring til starvsfólkini í barnagørðum og skúlum, og til politikarar og embætisfólk, til tað at vit taka á okkum ein part aftur. Tað merkir ikki, at vit skulu gera alt ella gerast serfrøðingar í øllum. Tað merkir, at vit foreldur hava ábyrgdina av at syrgja fyri, at børnini fáa teir røttu serfrøðingarnar, og at serfrøðin er hóskandi til nútíðina og framtíðina.
Hetta krevur sjálvandi, at vit sum foreldur fylgja við í tí, sum hendir í samfelagnum og serliga í barnagarðinum og fólkaskúlanum, bæði á lokalum støði, men eisini á politiskum støði. Ikki tað at vit skulu ganga runt og kritisera alt, sum serfrøðingarnir gera. Heldur umvent; vit sum foreldur mugu gera alt, vit kunnu, til at stuðla uppundir, soleiðis at tey fáa gjørt tað, sum er endamálið í teirra arbeiði.
Endamálið skúlans
Tí endamálið og arbeiðið hjá lærarum er nokk heilt á leið, um mann hyggur at endamálsgreinini hjá fólkaskúlan t.d.:
“§ 2. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.”
Henda orðingin rúmar væl tað at satsa uppá útbúgving, nýskapan og eftirlagingarevni. Sjálvur haldi eg, at mann má taka hattin av fyri teimum, sum hava skrivað hetta. Framsíggin og tíðarhóskandi. Avbjóðingin er so at fáa hetta framt í verki. Er tað kanska ikki her, at foreldur rættiliga kunnu gerast galdandi stuðlar til allar partar av líkningini?
Vitan, førleikar og hugflog
Mentamálaráðið hevur sett í gongd nýggjar námsætlanir sum eitt boð uppá at betra útbúgvingina hjá næmingum. Har er nógv at tríva í. Men eitt, sum tykist vera sentralt, er at flyta fokus frá at terpa vitan til at menna førleikarnar hjá næmingunum. Hesum kunnu vit foreldur stuðla á ymiskar mátar. Frá tí at hugsa um hetta, tá ið tað kemur til heimasetningin, og frá áhuganum í tí, sum børnini gera í skúlanum, til tað at spyrja læraran, hvørjar førleikar heimasetningurin/undirvísingin fremur. Eitt annað, sum er partur av námsætlanini, eru eftirmetingar. Her kunnu vit foreldur t.d. hjálpast at við læraranum at eftirmeta okkara egnu børn og vera meira við í eftirmetingunum.
Eitt er vitan og førleikar, men hvat við restini av endamálsorðingini hjá fólkaskúlanum? Hvussu kunnu vit foreldur hjálpa skúlanum “at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan...” at tey menna “sítt hugflog og hug til at læra”?
Vitan og førleikar eru sjálvandi umráðandi, men kjarnin í nútíðar- og framtíðarmenningini liggur nokk meira í hesum seinna partinum av endamálsorðingini. Tað sigur seg sjálvt, um børnini fáa ment sítt hugflog og hug at læra, so skulu vitan og førleikar nokk koma (og tað nógv lættari). Umvent, um mann fokuserar uppá vitan og førleikar, og hugflog og hugur svíða fyri tí, so missa vit bæði í nógvum førum.
Og tað er kanska júst her, at vit foreldur eisini kunnu gera mun og hjálpa serfrøðingunum. Ikki bara við, hvussu vit hjálpa hesum heima, men líka týðandi eisini við at fylgja við í skúlanum og hjálpa skúlanum við at røkka endamálinum. Ikki tí at vit hava svarini uppá, hvussu fram skal farast (vit eru ikki serfrøðingar), men við at hjálpa til at seta spurningar og venda tingunum soleiðis, at fokus er á at røkka endamálinum. Her er nógv at taka fatur í, líka frá foreldrahjáveru til at leggja trýst á politiska valdið, tá ið t.d. niðurskerjingar eru á tímatalinum o.s.fr.
Vit foreldur eiga at seta spurningar
Politiska rákið í løtuni tykist at vera, at fyri at kunna síggja úrslitini hjá pedagogum og lærarum, skal meira og meira standardisering til. Í vanligari undirvísing í skúlunum, men eisini í teirri vaksandi mongd av standardroyndum, sum børnini skulu ígjøgnum í barnagarði, landsroyndum, Pisa o.s.fr. Er hetta rákið gott? Kemur tað at stuðla endamálsorðingini? Tað at skúlin sker niður uppá tær handaligu (ella sokallaðu kreativu) lærugreinarnar, er tað rætt, fremur tað endamálsorðingina? Tað eru nógvir spurningar, sum mugu setast, bæði lokalt og á landsplani, og sum vit foreldur mugu vera við til at seta. Tí annars kunnu vit risikera, at eingin setir spurnarteknini ella tekur tey í álvara.
Framtíðarvón
Tað stutta av tí langa er, at fyri at børnini hjá okkum skulu hava eina góða framtíðarvón – við tað at tey verða væl útbúgvin, nýskapandi og hava eitt gott eftirlagingarevni - krevst fyrst og fremst, at vit foreldur taka ein part av ábyrgdini fyri okkara børnum á okkum aftur og ikki bara fylgja rákinum og vænta, at politiska valdið, serfrøðingarnar og serfrøðin í sær sjálvum hava stýr á hesum – men tað kunnu tey, um vit hjálpast at. Skúlaverkið og myndugleikar byrja so spakuliga at skilja hetta, men hetta er ein sein tilgongd, sum vit snøgt sagt ikki hava tíð at bíða eftir. Sum onkur segði, tað ER nakað, sum eitur at vera ov seinur – lat okkum fara til verka, so at komandi ættarlið ikki kunnu siga, at VIT foreldur vóru ov sein.










