manglaðu í Klaksvík seinasta vikuskiftið. Bibi hevði leikbann og er viðaftur hesaferð. Nicola Biberdzic hevur havt skaða, men hann verður møguliga við í morgin. Álitsfulli verjuspælarin Dánjal Johan Joensen [...] eisini gult kort, men í Sumba vóru teir í gjár ikki greiðir yvir, um hann eisini hevði leikbann. Páll Magnar Kjærbæk, sum hevur røkt sweeparaplássið á liðnum, hevur verið smáskaddur í fleiri vikur, men hann [...] stórdystinum í Havn. Hetta ger, at Smyril fer fyrr av Tvøroyri, og um dysturin í Sumba verður spældur klokkan 15.00, sum hann eigur, klára runavíkingar ikki fartin. Og teir hava ongan hug at fara í minni báti
Thomsen og Rúni Petersen vóru í borðunum, og tað var týðuligt, at tað var torført at fáa samband millum teir í borðunum og miðverjarnar. Mál og møguleikar Símun Eliasen var tann, sum í 1. hálvleiki royndi at [...] høgru í kassan, og lítla løtu seinni hugdu fuglfirðingar at, meðan Símun Petur Justinussen snittaði eitt langt frísparksinnlegg frá Paula Jarnskor í málið. Bárður á Lakjuni stútaði tvær ferðir í 2. hálvleiki [...] 1. deild menn: ÍF?GÍ 1?5 (0?0) Fuglfirðingar hanga í klønum tráði í botninum, meðan GÍ enn eina ferð hevur spílað seg so mikið nógv út, at teir hava møguleika at vinna meistaraskapin. Um tað skal eydnast
Vágamenn spæla aðrastaðni Eftir dystin í Runavík fingu teir á vágaliðnum gullmerkini um hálsin, og tá teir komu heimaftur í Vágarnar, var veitsla í bygdarhúsium í Miðvági. Har vóru fleiri ennn 300 fólk [...] spæla annars 1. deildarfótbólt í ár, men tað er við øðrum feløgum. Í HB eru bæði Jens Erik Rasmussen og Johannes Joensen (sum nú er skaddur) millum føstu menninar á liðnum. Í B36 spælir Bjarni Prior, og hann [...] ur, tá vágamenn spældu í Runavík leygardagin. Longu fyri einari viku síðani var tað greitt, at vágamenn verða aftur í 1. deild næsta ár. Og tá FS Vágar spældi seinasta dystin í 2. deild á hesum sinni vunnu
vanatankanum um brúka auktiónsprinsippi. Tað er í hvussu er nógv í bendir á, at tað skal ein hugburðsbroyting til. Hvar hon skal byrja er stjórin í Fiskasøluni ikki í iva um. Hann heldur, at tað er burturvið [...] gera nóg mikið av lidnari vøru til marknaðin í Evropa Í seinastu viku segði fyrrverandi stjórin á Fiskasøluni, Bjarti Mohr, at føroyingar mangla forntsoldátar í søluliðnum. Bjarti Mohr heldur, at tað verður [...] framleiða lidnar vørur. Fiskasølustjórin ósamdur Hans Johannes á Brúgv er stjóri á Fiskasøluni, men hann er ikki samdur við undanmanninum. Hans Johannes heldur ikki at tað ber til at lasta søluliðið fyri
elsti málskjúttin í trimum teimum ovastu deildunum í ár. Tað er í hvussu so er ikki á hvørjum degi, at málskjúttarnir eru mitt í fimti árunum! John Eystberg, sum plagdi at vera á miðvøllinum í 1. deild, hevur [...] til ein dyst í 3. deild, sum tað fara at vera í Klaksvík leygardagin ? í hvussu so er til 2. hálvleik. Týdningarmikil B36 hevur langt síðani vunnið deildini, og teir skulu komandi ár spæla í 2. deild, sum [...] úr í fjør. HB er langt síðani flutt niður í 4. deild, og B36 hevur vunnið 4. deild og fer tískil at hava lið í øllum teimum trimum ovastu deildunum komandi ár. B68 endaði á næstfremsta plássinum í 3. deild
leysan í brotsteiginum, hann gjørdi eitt trekk og spældi so upp á tvørs til Bibi, sum tamdi og sendi bóltin í kassan. Málverjin gleið Sumba kom á odda í fyrra hálvleiki, og tað málið skjeyt Mortan í Hørg [...] yvirlivdi í 1. deild ? fyribils... Sumbingar høvdu ryggin móti múrinum áðrenn seinasta dystin í landskappingini. Teir skuldu vinna, ÍF skuldi ikki vinna, og so var møguleiki fyri at halda fram í bestu deildini [...] beinkinum, sum stóðu fyri uppspælinum. Birgir Jørgensen avloysti Mortan í Hørg (hann fekk snudd í skinnabeinið, tá hann skoraði fyrra málið) stutt eftir hálvleikssteðgin, og Jan Poulsen kom á vøllin fyri
(ímóti 28 í fjør) vóru víst í 90 1. deildardystunum í ár. Tað vil siga, at í triðja hvørjum dysti bleiv ein leikari rikin av vølli. Niðanfyri standandi yvirlit vísir teir spælarnar í 1. deild, sum í minsta [...] spældi í Føroyum á fyrsta sinni í 1999, eigur nú eitt ivasamt met - at vera útvístur tvær ferðir í einum fótbóltsári ? meðan Spasojé, ið eisini spældi við sumbingum í fjør, fekk eitt reytt kort í 1998, [...] og eitt afturat í ár. Annars er áhugavert at leggja til merkis, at tey bæði suðuroyarliðini í 1.deild, Sumba og VB, býttu 13 reyð kort sína millum av teimum 31, sum tilsamans vóru givin í 1.deild. Sumbingar
hildið, at eg búði í einum landi við drúgvum fólkaræðisligum siðvenjum, men eftir at hava fylgt politiska "tjakinum" í bløðunum seinastu 14 dagarnar, so eri eg farin at ivast og tað í stórum! Og spyrji [...] - føroysku orðabókina síðu 271 stendur soleiðis: femte kolonne, í fluttari merking: felagsskapur, sum hevur í hyggju at undirgrava stýri í landi til fyrimunar fyri fremmant land, sitat endað. Og so fer [...] sum í besta tilfelli verður at líkna saman við eitt hampiligt gásafrælsi - skulu øll hesi rættindi og møguleikar ofrast á fullveldisaltarinum? Neyðars Páll at søkka so djúpt! Hin næsti í røðini í útsp
Leirvíkingar hava ikki verið í 1. deild síðani í 1993. Teir vilja fegnir sleppa aftur í bestu deildina, og teir hava fleiri ferðir verið tætt við. Í fjør vunnu teir fyrra uppflytingardystin ímóti Sumba [...] høvdu so nógvar málmøguleikar í Leirvík, rokna framvegis við, at tað er góður møguleiki fyri, at teir fara at megna at tryggja sær rættin til triðja árið upp í slag at vera í 1. deild. Tað ætla teir at gera [...] men tað er møguligt, at Hjørleif Olsen, sum hevur verið skaddur, verður í ferðalagnum til Sumbiar. Kristian Eliasen var ikki við í Leirvík, og hann verður ikki komin aftur av námsferð, tá farið verður til
Burtursæð frá í 1996 og í 1997 hevur Johan Nielsen verið venjari hjá GÍ síðani 1990, og gøtumenn hava gjørt avtalu við mest roynda føroyska venjaran um eisini at hava ábyrgdina í ár 2000. GÍ vann FM í 1993, 1994 [...] vera stuðlar á liðnum, tá teir í Runavík skuldu stríðast fyri at vinna sær pláss í europeisku kappingunum, men nú er greitt, at teir báðir í komandi kappingarári fara at spæla í GÍ. ? Tað er rætt, at vit hava [...] nógv góð úrslit við sær í níti árunum, verður varðveitt. Hvat hugsar tú um? ? Styrkin hevur ligið í tí sálarliga og í samleikanum. Viljin at vinna hevur verið óførur, stuðulin í bygdini hevur verið fantastiskur