2. deild menn:
NSÍ-FS Vágar 1-7 (0-2)
Tað var bara ein avgreiðsluspurningur, tá vágamenn spældu í Runavík leygardagin. Longu fyri einari viku síðani var tað greitt, at vágamenn verða aftur í 1. deild næsta ár. Og tá FS Vágar spældi seinasta dystin í 2. deild á hesum sinni vunnu teir líka trygt, sum teir hava gjørt so ofta í ár.
6-1 var úrslitið, og millum málskjúttarnar hesaferð vóru tveir royndir menn. Torkil Nielsen gjørdi tað til 3-1, og Eyðfinn Davidsen endaði málfestina, tá hann gjørdi tað til 7-1 seint í dystinum.
Hóast vágamenn vunnu greiðan sigur, var ikki sama flog yvir spælinum hesaferð, sum tað var móti LÍF seinasta vikuskiftið. Ofta var lítil ferð á, men vágamenn vóru allatíðina betur, og tá teir fingu kjansir at gera mál, vóru teir rættiliga neyvir.
Vágamenn spæla aðrastaðni
Eftir dystin í Runavík fingu teir á vágaliðnum gullmerkini um hálsin, og tá teir komu heimaftur í Vágarnar, var veitsla í bygdarhúsium í Miðvági. Har vóru fleiri ennn 300 fólk við, og vit hava skilt, at veitslan var óføra góð.
Men nú er gerandisdagur aftur í Vágum, og har vita tey, at tað er ein heilt onnur søgu at spæla í 1. deild.
? Spælararnir eru fullgreiðir yvir, at tað krevst nógv meira av okkum, um vit skulu standa okkum í 1. deild, sigur Albert Ari Thomassen, sum er ein av teimum royndu spælarunum á vágaliðnum.
? Hóast vit hava nógvar góðar spælarar, so verða vit verða helst noyddir at styrkja liðið við nøkrum spælarum, um vit skulu standa okkum millum 1. deildarfeløgini, og so ger tað mær tað sama, um tað eru føroyskir ella útlendskir spælarar, bara teir eru góðir, sigur hann.
Vágamenn spæla annars 1. deildarfótbólt í ár, men tað er við øðrum feløgum. Í HB eru bæði Jens Erik Rasmussen og Johannes Joensen (sum nú er skaddur) millum føstu menninar á liðnum. Í B36 spælir Bjarni Prior, og hann byrjar ofta á vøllinum, hóast hann ikki gjørdi tað hetta vikuskifti. Á Sandi eru eisini tveir spælarar, sum koma úr Vágum. Tað eru Peter Ritter og Bjørn Thorsteinsson, sum breyt hondliðina fyri einari viku síðani.
? Allir teir spælararnir, sum vilja nakað, spæla í 1. deild, og tí skilji eg væl teir vágamenn, sum spæla í øðrum feløgum. Men nú skuldi verið møguleikin hjá onkrum av hesum at komið heimaftur at spælt, tí her verður í hvussu so er 1. deildarfótbóltur næsta ár, sigur Albert Ari Thomassen
Góð blanding
av spælarum
Vágaliðið hevur í ár verið ein blanding av ungum og royndum spælarum. Í tí eldra endanum hava verið menn sum Torkil Nielsen og Eyðfinn Davidsen, sum báðir hava spælt á landsliðnum. Og millum teir ungu er Tór-Ingar Akselsen og Jack Johansen.
Men hóast tað hevur gingið sera væl í 2. deild í ár, so verður tað trupult hjá vágaliðnum at koma í 1. deild næsta ár.
? Vit mugu hava spælarar, sum eru greiðir yvir, hvat skal til, og vit mugu hava ein venjara, sum eisini kennir treytirnar, sigur Albert Ari Thomassen.
Enn er einki avgjørt, hvør verður venjari hjá vágamonnum næsta ár, og einki er heldur hent á spælarafrontinum.
Men tað er greitt, at í vetrarsteðginum fara vágamenn at liggja fram við eftir spælarum, sum hava spælt aðrastaðni í ár, og møguliga kemur eisini uppá tal at fáa styrk úr útlondum.










