Átta KÍ-spælarar vóru við í øllum 18 dystunum

Fótbóltur: Sjey spælarar spældu allar minuttirnar í øllum 18 dystunum hjá sínum felag í farnu landskapping

23 spælarar (19 í fjør) vóru á vøllinum í øllum átjan umførunum av landskappingini. Men bara sjey teirra (seks í fjør) spældu átjan ferðir 90 minuttir, og tveir teirra (tríggir í fjør) vóru málmenn.

Hesir vóru Bjarni Johansen, málverji hjá VB, og Stephen Boyle, málverji hjá KÍ. Hinir, sum spældu alla tíðina, vóru Andrzey Pacek úr KÍ, Jóan Petur Olsen úr GÍ, Pól Thorsteinsson úr B36, Dánial Hansen úr NSÍ og Páll Magnar Kjærbæk úr Sumba. Bjarni Johansen er tann einasti, ið hevur spælt alla tíðina í landskappingini í 1.deild bæði í ár og í fjør.

Áhugavert er, at átta av teimum 23 spælarunum, ið hava verið við í øllum landskappingardystunum, umboða tað nýggja meistaraliðið, KÍ.

Klaksvíkingar høvdu í ár ein sera støðugan hop, og í grunduni kundi tað verið soleiðis, at teir somu ellivu høvdu byrjað inni í øllum dystunum uttan undantøk. Men John Ryan var skaddur í byrjanini av kappingini, Jan Andreasen noyddist at sita ein dyst uttanfyri vegna leikbann, og harafturat var Kurt Mørkøre (ið eisini hevði verið leikbannaður fyrr í ár) farin til Noregs, tá ið seks umfør vóru eftir at leika, og Jan Allan Müller varð innkallaður úr Danmørk í hansara stað.

Tað einasta felagið, ið ongan spælara hevði viðí øllum átjan dystunum, er B68. Teir skuldu havt verið Finn Mørk og brasiliumaðurin Marlon, men tann fyrsti fekk reytt kort og tískil leikbann í næsta umfari, og tann seinni spældi ikki við í Gøtu seinasta vikurskiftið orsakað av trimum gulum kortum, ið hann hevði fingið frammanundan.