Kappingin um bestu fótbóltsspælararnar hevur ongantíð verið størri, enn hon er í løtuni. Sáttmálarnir, sum hava verið galdandi undanfarna kappingarár, eru nú farnir úr gildi, og nú fer so smátt at hoyrast um flytingar millum feløg.
Í dag kunnu vit almannakunngera, at gøtumenn hava verið í Runavík og keypt spælarar, og teir hava ikki sett á úr lakara endanum hjá NSÍ.
Helgi Lamhauge Petersen og Christian Høgni Jacobsen hava verið mettir sum tveir av teimum, ið skuldu vera stuðlar á liðnum, tá teir í Runavík skuldu stríðast fyri at vinna sær pláss í europeisku kappingunum, men nú er greitt, at teir báðir í komandi kappingarári fara at spæla í GÍ.
? Tað er rætt, at vit hava gjørt avtalu við teir báðar. Avtalan við Helga L. Petersen er komin heilt uppá pláss, og tað er púra greitt, at hann fer at spæla við GÍ í komandi kappingarári. Viðvíkjandi Christiani Høgna Jacobsen er tað soleiðis, at hann nú í heyst skal uttanlands at royndarvenja. Um nakað meiri fer at spyrjast burtur úr royndini uttanlands, vita vit sjálvandi einki um. Men um Christian Høgni Jacobsen fer at spæla fótbólt í Føroyum í komandi kappingarári, so fer hann at spæla við GÍ. Tað hava vit gjørt avtalu við hann um.
Hetta sigur Peter Holm, skrivari og peningarøkil í GÍ, sum fyri GÍ hevur samráðst við skjótt fyrrverandi NSÍ spælararnar.
Varðveita samleikan
Onkur fuglur hevur sungið um møguleikan, at aðrir spælarar úr øðrum feløgum í Eysturoy komandi ár skulu spæla við GÍ, men hetta vil Peter Holm ikki siga so nógv um:
? Áslakur R. Petersen, sum hevur spælt við ÍF, fer at venja við 1. deildarhópinum hjá okkum við tí í huga at vinna eitt pláss á besta liðnum, og so fáa vit at síggja, hvussu hann fer at stand seg í kappingini. Vit fara ikki at nokta nøkrum møguleikan, sum hevur hug at royna seg hjá okkum, men tað er týdningarmikið í Gøtu, at vit eru medvitandi um, at tað, sum hevur eyðkent GÍ, og sum hevur havt so nógv góð úrslit við sær í níti árunum, verður varðveitt.
Hvat hugsar tú um?
? Styrkin hevur ligið í tí sálarliga og í samleikanum. Viljin at vinna hevur verið óførur, stuðulin í bygdini hevur verið fantastiskur, og vit halda tað vera avgerandi, at tað framvegis vera nógvir gøtumenn á liðnum. Vit endaðu næstovastir í ár, men tað er ein sannroynd, at hópurin var í so tunnur. Nú hava vit syrgt fyri, at tað verður øðrvísi komandi ár, bæði við spælarunum, sum vit hava tryggjað okkum aðra staðni frá, og eisini tí vit rokna við at fáa nyttu úr summum av ungu spælarunum, ið eru í felagnum, og sum nú eru um at gerast búnir til bestu deildina.
Alexander Radosavlovic ella Sasha hevur spælt við GÍ í ár, men vit hava skilt tað soleiðis, at hann verður ikki í Gøtu komandi kappingarár.
Burtursæð frá í 1996 og í 1997 hevur Johan Nielsen verið venjari hjá GÍ síðani 1990, og gøtumenn hava gjørt avtalu við mest roynda føroyska venjaran um eisini at hava ábyrgdina í ár 2000. GÍ vann FM í 1993, 1994, 1995 og í 1996, og í Gøtu fjala teir ikki yvir, at teir miðja høgt komandi ár.