Næstbestu gøtumenninir hølvaðu ÍF av

Fótbóltur: Tað tók sína tíð at fáa hol á, men so skrædnaði hjá fuglfirðingum, sum plágast at nógvum mistøkum

1. deild menn:

ÍF?GÍ 1?5 (0?0)


Fuglfirðingar hanga í klønum tráði í botninum, meðan GÍ enn eina ferð hevur spílað seg so mikið nógv út, at teir hava møguleika at vinna meistaraskapin. Um tað skal eydnast hjá teimum er treytað av tveimum lutum. Annar er, at teir sjálvir vinna móti B68, og hin er, at ÍF fær stig í Klaksvík.

Gøtumenn vóru sunnudagin eygnavitni til styrkina hjá ÍF, og sum 2. hálvleikur leið kundu teir staðfesta, at fuglfirðingar í løtuni ikki hava eitt fótbóltslið, sum er 1. deild verdugt.

Gøtumenn og Johan Nielsen er ein heilt fín blanding. Uttan mun til hvussu tað stendur til við fólki, so sær tað út til, at teir megna at finna fram til eitt lið, sum megnar at standa seg og fáa fulla úrtøku.


Umskipingarnar

Hesa ferð vóru fimm av rimmar føstu monnunum á liðnum leikbannaðir, og tað hevði sjálvsagt við sær, at tað var neyðugt at gera stórar broytingar, men um vit døma út frá úrslitinum, so var hetta eingin trupulleiki. Henning Jarnskor var fluttur úr álopinum og á framrættaða miðvallarplássi, og hann arbeiddi nógv. Erland Tvørfoss var settur inn á verjukenda miðvallarplássi. Hann flutti seg ikki so nógv, men hann megnar framvegis væl at halda høvdið kalt og gera tað, sum er einfalt ? og tað er í fótbólti ofta tað, sum roynist best ? og Pauli Jarnskor, sum næstsíðsta sunnudagin var fínur móti B36, dusaði sær rættuliga, ikki minst tí ferðin ikki var so høg, sum hon var móti B36.

Alvi Justinussen og Poul Ennigarð høvdu ikki stórar trupulleikar av Bárðuri á Lakjuni og Robert, og at gøtuverjan sjáldan varð sett undir stóvegis trýst, sjálvt um Jóan Petur Olsen spældi aftasti maður og var eitt sindur skaddur, sigur ikki so lítið.

Magni Jacobsen, Leivur Hansen og Hans Pauli Petersen hava verið og eru framvegis marginalspælarar hjá GÍ, men tað er einki at ivast í, at teir fara at koma á liðið, um teir komandi árini fara at gera nógv við venjingina.


Lítið sannførandi

Fuglfirðingar vistu, hvat stóð upp á spæl, og at teir ikki megnaðu at fáa stig móti hálv punkteraðum gøtumonnum, sigur nakað um, hvussu tað er vorðið hjá teimum. Teknisku mistøkini eru ov mong, spælskilið er ikki nóg gott, og so er tað sjálvandi tyngjandi og styrkir ikki um sjálvsálitið og harvið sinniliga yvirskotið, at teir so at siga hvørja ferð spæla við rygginum móti múrinum og eirindarleyst verða sektaðir.

Viggo Johannesen hevði til uppgávu at ansa Símuni Petur Justinussen, og tað megnaði hann hampuliga væl, meðan tað kanska var meiri torført hjá Torsteini Joensen móti Sasha. Mortan Thomsen og Rúni Petersen vóru í borðunum, og tað var týðuligt, at tað var torført at fáa samband millum teir í borðunum og miðverjarnar.


Mál og møguleikar

Símun Eliasen var tann, sum í 1. hálvleiki royndi at skumpa undir heimaliðið, og ta einu ferðina kom hann ígjøgnum, men hann tøvdi eitt bil, og so fekk Alvi Justinussen eina langa tá á.

Hóast teir einki mál fingu fyrra umfarið, tá Rúni Joensen í ÍF málinum hevði tvær fínar bjargingar, so hildu gøtumenn í 2. hálvleiki fram við at spæla miðvíst, men tá tað eydnaðist at fáa hol á, var aftasti maður hjá ÍF, Áslakur R. Petersen, sum hevði verið tryggur í 1. hálvleiki, nógv uppí blandaður. Bólturin var á veg út av baklinjuni, tá hann royndi at takla Paula Jarnskor, og gamli revurin var snildur at fáa brotssparkið burturúr.

Henning Jarnskor umsetti úr ellivu metrum, og so var liðugt. Tríggjar minuttir seinni stútaði Sasha innlegg úr høgru í kassan, og lítla løtu seinni hugdu fuglfirðingar at, meðan Símun Petur Justinussen snittaði eitt langt frísparksinnlegg frá Paula Jarnskor í málið.

Bárður á Lakjuni stútaði tvær ferðir í 2. hálvleiki úr fríari støðu, men Jens Martin Knudsen bjargaði væl, men ta einu ferðina var hann fyrstur á innlegginum frá innskifta Eyðolvi Petersen.

Síðstu løtuna fekk GÍ tvey mál afturat. Hitt fyrra skoraði innskifti Hans Pauli Petersen úr fimm metrinum, og hitt seinna varð Henning Jarnskor skrásettur fyri, tá frísparksroynd frá honum tók í manngarðin og snýtti Rúna Joensen.

Áskoðarafjøldin var rímuliga stór, og tað var einki at siga til, at gøtufólkini fóru í góðum lagi um Eiðið. Teirra menn høvdu væl og virðiliga avgreitt sín setning, og tað hjálpti eisini uppá hýrin, at B36 hevði gjørt av við klaksvíkingar.

ÍF viðhaldsfólkini fóru til hús við kensluni av, at tað verður dysturin á Vágseiði, sum verður avgerandi fyri, um ÍF skal beinleiðis niður í 2. deild ella um teir fara at fáa eyka møguleika móti leirvíkingum. Men teir hava sjálvir ein møguleika móti klaksvíkingum, og tað hevur ofta víst seg, at tann, sum er sera illa staddur, kann útinna tað, sum eingin hevði roknað við!



ÍF: Rúni Joensen ? Rúni Petersen, Viggo Johannesen, Áslakur R. Petersen, Torstein Joensen, Mortan Thomsen ? Roy Róin, Rógvi Róin, Símun Eliasen ? Robert Ciezlewicz, Bárður á Lakjuni

GÍ: Jens Martin Knudsen ? Magni Jacobsen, Alvi Justinussen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Erland Tvørfoss, Henning Jarnskor, Pauli Jarnskor ? Símun Petur Justinussen, Alexander Radosavlovic