Í einum hvørjum fólkaræðisligum landi her á okkara leiðum, verður roknað við, at ymsu politisku flokkarnir hava eitt aðalendamál í felag, og tað er, at veita fólkinum bestu liviumstøður og lívskor, men ósemjurnar flokkana millum koma fram, tá talan snýr seg um , hvussu tú á bestan hátt røkkur tí yvirordnaða endamálinum . Her koma so ymsu floksstevnuskráirnar inn í myndina v.m. Hetta eru spælireglurnar, sum demokratiið setir, og hetta vita flokkar og floksleiðslur, og út frá hesum verður so arbeitt.
Flestu føroyingar hava havt eina virðing fyri tingfólkum og tingsins arbeiði - meiri fyri teimum gomlu tingfólkunum, enn talan er um í dag, við tí natúrligu, og ofta eisini hábærsligu tign, sum hvíldi yvir hesum undangongufólkum - og er hetta eisini ein neyðugur partur í demokratisku uppalingini, sum valdu álitisfólk okkara ongantíð eiga at gloyma. Eg havi altíð hildið, at eg búði í einum landi við drúgvum fólkaræðisligum siðvenjum, men eftir at hava fylgt politiska "tjakinum" í bløðunum seinastu 14 dagarnar, so eri eg farin at ivast og tað í stórum! Og spyrji meg sjálvan, hvagar ber leiðin?
Og her er tað tíverri stórsti flokkur á tingi, Tjóðveldisflokkurin, sum er farin út um alt sømiligt mark, tað veri seg blaðviðmerkingar úr tingbólkinum, frá politiskum viðhaldsfólki og enntá leyp sjálvur landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum persónliga, við niðrandi orðalagi, á eitt av egnu embætisfólkum sínum, og var tað honum til lítlan heiður!
Fimta kolonna
- hví nú tað?
Tjóðveldismaðurin uttan tinggátt, Steinbjørn B. Jacobsen, sum roynir at pynta seg við alskyns vøkrum titlum: rithøvundur, fyrrverandi háskúlastjóri, lærari o. s. fr., smæðist ikki fyri at skíra allan javnaðarflokkin, sum hann er, fyri at vera eina "fimtu kolonnu", tí m. a. Ole Stavad hevði verið á landsfundi javnaðarfloksins í Skopun og har greitt frá, hvussu langari skiftistíð, vit føroyingar kundu vænta okkum frá dønum aftaná eina fólkaatkvøðu til fyrimunar fyri fullveldi. Og tað var alt fyri eitt lagt út, sum ein hóttan, og tað sum verri var í móti føroyingum! Og so var bara at vera smartur og stempla okkum í javnaðarflokkinum sum eina "fimtu kolonnu", so var sloppið - og fullveldið kanska bjargað. Sambært donsk - føroysku orðabókina síðu 271 stendur soleiðis: femte kolonne, í fluttari merking: felagsskapur, sum hevur í hyggju at undirgrava stýri í landi til fyrimunar fyri fremmant land, sitat endað. Og so fer hesin sami maður og rættleiðir skilamenninar Hera Mohr og Meinhard Andreasen, tí ein kann jú ikki lata alt fara aftur við borðinum, sum kemur frá Steinbirni , hóast alt. M.a. roynir hann í fullum álvara at greiða almenninginum frá í eftirfylgjandi bløðum, hvør tað var, sum segði hesi orð á fyrsta sinni, um tað var Franco ella onkur annar búrkroppur - akkurát, sum tað er tað avgerandi í hesum máli. Nei, tú hevur stemplað ein stóran part av tínum landsmonnum sum landasvíkjarar, hvørki meiri ella minni! Eg sum trúði, at tú hevði ein farra av humanistiskari trá í tær - tú plagdi mangan, tann tíð ta var, at tosa um hvussu ræðuligur Óli Breckmann var í ringastu Dagblaðstíðini í 70 - 80-unum. Men tú ert ikki smittin frægari - hevur sett teg upp afturá 60 ára gamal við danskari pensjón ( 80% donsk, sambært fylgibindi 2 til Hvítubók, síðu 218 - eg hopi, eg nái at fáa ein bita av pylsuni eisini!), og fremsta uppgáva tín hevur so verið at útnevnt føroyingar í túsundtali til 5. kolonnufólk - ja, skaldsliga flogið er høgt, tað má sigast. Hetta er onki annað enn primitiv nationalisma, sum eggjar til tvístøðu, í fólki okkara, og sum eg ikki helt fanst um okkara leiðir longur, men, enn er dagligur kostur í Kosovo og har um leiðir - og vit vita øll, hvat tann nationalisman hevur ført til!
Og so fáa vit øll at vita, sum hava stuðlað hesi sosialdemokratisku kós, at vit eru 5.kolonnufólk! Makaleyst! Henda politiska skipan, sum hevur megnað meir enn nøkur onnur, at skapt fjøldini mannsømandi kor - hesi samfeløg, við einum trygdarneti fyri hvønn einstakan borgara úr vøggu í grøv, finnast bert her um okkar leiðir, har javnaðarflokkarnir mestsum hava sitið við stjórnarvaldinum meginpartin av hesi øldini.
Finnur frekur sum altíð
Og nú taka so tingmenn floksins um endan og aftur er tað javnaðarflokkurin, ið stendur fyri skotum í ólukkumát. Fyrstur er tað Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, sum viðgerð sjónarmiðini hjá Stavad - og sjálvandi hevur Jóannes Eidesgaard verið og teskað Stavad hetta við styttu skiftistíðini í oyrað o.s.fr. - alt "bestilt" arbeiði av landasvíkjarunum í Føroyum - hóast tað nú er komið undan kavi, aftaná setanarrøðu Nyrups, at tað er eitt samt fólkating, sum stendur aftanfyri hesi sjónarmiðini um skiftistíðina, tí sum sagt verður har niðri frá, so kann onki danskt Fólkating lata pening úr statskassanum í eini 15 - 20 ár til eitt annað sjálvstøðugt land, sum eitur Føroyar - hetta er so væl skiljandi í míni verð, sum tvey og tvey eru fýra - politiska baklandið sigur stopp, um vit siga farvæl! Men í verðini hjá Finni, samgonguni og fólkunum aftanfyri Hvítubók, var drúgva skiftistíðin ein megintreyt fyri, at vanligi borgarin í Føroyum ikki bleiv raktur av ógvusligum skerjingum, skattahækkingum v.m., men nú veruleikin tykist at blíva ein annar, ljóðar tað á Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sum um hetta als ongan týdning fer at hava, nú er tað knappliga bara gott! Satt at siga, hvat og hvørjum skal ein trúgva, er alt tann bera óvissa, og snaring til fyrimunar fyri fullveldinum? Og spæla tit kosnu menn og kvinnur samgongurnar við lív og lagnu føroyinga? Hevur handa flaggstongin uttan fyri ST-borgina í New York so nógv at týða, at vælferð føroyinga, og ikki minst persónliga frælsi,sum er altavgerandi fyri tann einstaka (samanber góð 60% hava valt reyða ES-passið!), í lutfall til eitt møguligt komandi tjóðarfrælsi, sum í besta tilfelli verður at líkna saman við eitt hampiligt gásafrælsi - skulu øll hesi rættindi og møguleikar ofrast á fullveldisaltarinum?
Neyðars Páll at
søkka so djúpt!
Hin næsti í røðini í útspillingarherferðini var Páll á Reynatúgvu, sum fór so langt at skýra javnaðarfólk quislingar at vera - hetta heiti,sum bleiv felagsheiti fyri landasvik um allan heim, ímyndað av normanninum Vidkun Quisling (sambært orðabókini: ein, ið gongur fíggindanum til handa, á blaðsíðu 896). Norðuri á okkara leiðum hevur ongantíð verið vanligt at doypa dreingjabørn við Jesusnavninum - ikki tí, at vit norðbúgvar eru minni kristnir enn tey eru t.d. í Suðureuropa, har Jesusnavnið er púrasta vanligt, men heldur tí, at virðingin, tignin og kærleikin fyri navninum hevur verið so ómetaliga stór, at slíkt navn var ovboðið at bera hjá vanligum dreingjabarni í hesum neyðar heimi. Sama er at siga um navnið quislingur, sjálvandi í mótsattari merking. Hetta orðið er mett sum eitt tað ljótasta, tú kanst siga um eitt menniskja, og deyðadómur er vísur um allan heim, um slíkt kann prógvast - og um hetta ikki var nógmikið, so blivu blóðpengar eisini nevndir!! Men Páll hevur onga grund funnið enn at biðja orsaka orðavalið - ikki slongt út í einum heitum tjaki, men væl umhugsað og niðurskrivað av einum løgtingsmanni, sum stýrir hesum landi í løtuni! Og høvdu vit so havt hesa óhumskuna heima hjá okkum sjálvum, so var tað at liva við. Men gakk, fleiri av stóru avísunum í grannalondum okkara hava siterað úr køstagarðinum heiman av Sandi og ógvast, hvussu hart leikar á í Føroyum - á neyðara landsmenn... her nýtast ikki fleiri orð, vit orka ikki meir!
Lykilin er hjá javnaðarflokkinum.
Hóast hetta ódámliga orðaval tjóðveldismanna, sum ikki eigur heimarætt í Føroyum - vit skulu jú liva saman í hesum landi bæði undan og eftir fólkaatkvøðuna, ikki so? So verður støðugt mælt til, eisini frá teirra síðu, hvussu neyðugt tað er, at vit fáa eina semju í fullveldisspurninginum, áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast. Og serliga, hvussu neyðugt tað er, at fáa júst javnaðarflokkin við - øll eygu eru vend móti honum, væl vitandi, at undirtøkan á komandi fólkaatkvøðuni stendur og fellur við hvørja støðu javnaðarflokkurin fer at taka til samráðingarúrslitið, sum eg vóni og vænti, fer at liggja tætt upp at Sjálvstýrisuppskoti javnaðarfloksins, tá avtornar - heilt einfalt, tí hetta uppskot fer at geva okkum alt tað sjálvbjargnið, sum vit ynskja, men har vit varðveita ríkisfelagsskapin. Og so kann hetta uppskotið savna breiðan politiskan og fólksligan meiriluta í fólkinum, og tað er alt avgerandi spurningurin, tá veljarin fær orðið á fólkaatkvøðuni! Eitt nýtt 1946 við klandri og stríði føroysku flokkana millum, má ikki endurtaka seg - vit náa langt, um vit standa sum ein maður hesaferð. Men fyrstu fetini á leiðini fram til hesa stóru loysn, liggja ikki í tápiligum briksli, men í neyðugari virðing fyri sjónarmiðunum hvør hjá øðrum, og vóni eg, at aðalorðaskiftið í minsta lagi fer at endurspegla hesa demokratisku grundreglu.
Tórshavn
10. okt. - 1999
Johan Samuelsen