Sumbingar yvirlivdu ? fyribils

Fótbóltur: Sumba vann seg á seinasta leikdegi upp um fuglfirðingar, og sleppa nú at spæla um at halda fram í bestu deildini

1. deild menn:

VB-Sumba 1-2 (0-1)


Armarnir vóru á lofti, og smílini breið og sannførandi, tá Sumba yvirlivdi í 1. deild ? fyribils...

Sumbingar høvdu ryggin móti múrinum áðrenn seinasta dystin í landskappingini. Teir skuldu vinna, ÍF skuldi ikki vinna, og so var møguleiki fyri at halda fram í bestu deildini.

Og sumbingar, sum vistu at ÍF var aftanfyri í Klaksvík, fingu til endans málið, sum gav teimum øll trý stigini. Og tá var frøðin stór. Spælararnir hálsfevndust, og áskoðararnir úr Sumba vóru á gosi. Tað snúði seg um at yvirliva, og tað stríðið vann Sumba í evstu løtu.

Málið, sum hevði við sær sigurin, var gjørt av miðvallaranum Spasoje Biberdzic, men tað vóru menninir, sum vóru komnir av beinkinum, sum stóðu fyri uppspælinum. Birgir Jørgensen avloysti Mortan í Hørg (hann fekk snudd í skinnabeinið, tá hann skoraði fyrra málið) stutt eftir hálvleikssteðgin, og Jan Poulsen kom á vøllin fyri Nikola Biberdzic stutt fyri leiklok. Jan spældi Birgir leysan í brotsteiginum, hann gjørdi eitt trekk og spældi so upp á tvørs til Bibi, sum tamdi og sendi bóltin í kassan.


Málverjin gleið

Sumba kom á odda í fyrra hálvleiki, og tað málið skjeyt Mortan í Hørg, sum spældi hangandi álopsmaður aftanfyri René Thomsen. VB-málverjin.

Bjarni Johansen átti sín leiklut í málinum, tí hann fekk ikki rættiliga tamarhald á bóltinum, eftir at sumbingar hevði roynt seg við skoti. So var Mortan har sum eitt fok, fekk prikað bóltin fram við Bjarna, og náddi so akkurát at beina bóltin, sum hevði kós út av vøllinum, í málið.

Eyðun Jacobsen javnaði við langskoti, sum fór millum nógvar mans i brotsteiginum. Sumba málverjin gleið, tá hann skuldi tveita seg eftir bóltinum, og so var 1-1. Og tann støðan helt sær til tveir minuttir vóru eftir....

Sumba skal nú spæla móti LÍF um seinasta plássið í 1. deild næsta ár.



VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø, Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Petur Óli Samuelsen ? Milan Kuljic, Tórur Holm, Krzystof Popzcynski ? Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen

Sumba: Fróði Mortensen ? Tryggvi Nielsen, Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Vinther, Peter Jørgensen ? Nikola Biberdzic, Spasoje Biberdzic, Eirikur Joensen, Mortan í Hørg ? René Thomsen