ikki fyri at melda okkum inn í danska ríkið. At danska stjórnin og sambandsflokkarnir í Føroyum síðani fóru í panikk og sendu Løgtingið til hús, so úrslitið enn ikki er sett í verk. At bæði løgregla og krígsskip [...] Í dag eru 74 ár síðani ein meiriluti av føroyingum atkvøddi ja fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Teir politisku flokkarnir í Føroyum tá og danska stjórnin vóru fullkomiliga skelkað. Ongin [...] við tí. Tí danska stjórnin og sambandsflokkarnir í Føroyum høvdu útskrivað fólkaatkvøðuna til tess at ræða og trýsta føroyska fólkið til at melda seg inn í Danmark og at geva okkara sjálvsavgerðarrætt burtur
um í Danmørk í 1957. Tá vit vóru á dansk-týska markinum, segði annar ferðaleiðarin/ungur føroyskur lærari við meg - í tí hann peikaði á eitt bóndagarðslíknandi hús einar 300 m inni týsku megin - í hasum [...] Dagfinnur Danbjørg ------------- Í síðstu viku bað ein høgrasinnaður sambandsjavnaðarmaður um at fáa Søguna - við stóra S - um, hvussu vælferðarsamfelagið Føroyar varð borðið í heim, og tá eg - av góðum grundum [...] at mala. Danmark fekk sítt. Og føroyski parturin - av Danmarks parti - var uml. 10 mill. kr., sum í dag í okkara peningi hevði verið nógvar hundrað mill. kr. Men tað áhugaverda við tí føroyska partinum var
hevði gjørt, ivaðist eg ikki í, at dómarin fór at døma fríspark til KÍ. Í irritatión inn á meg sjálvan, tí eg hevði brúkt hondina, smekkaði eg hælin eftir bóltinum, sum endaði í málinum. Men eg trúði ongantíð [...] og at Jákup kom út. So veit eg ikki, um hann sló bóltin ella hann kom í hondina á honum. Men eg ivaðist so ikki í, at bólturin kom í hondina á honum, og tað er spell, segði Andrew av Fløtum, sum fáar minuttir [...] venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, karantenu í tveir dagar, tí hann í samrøðu við Rás 2 beint eftir dystin millum annað brúkti orðið »fanansaktigur« um dómaran. Eftir at hava sæð sjónbandsupptøkur
handan høga prísstøði í Føroyum. Støðan hjá meirilutanum í fyrra málinum vitnar um eina himmalrópandi arrogansu, har man virðismetir tann fólkavalda nógv hægri enn skattagjaldaran. Í seinna málinum tykist [...] meirilutin í vinnunevndini ikki at seta ein neyðuga kanning í verk, tí umboð fyri vinnuna hava forklárað teimum, hvussu veruleikin hongur saman. Her er okkurt rav ruskandi galið. Er meirilutin í vinnunevndini [...] fer at hava við sær, at kostnaðarstøðið í Føroyum lækkar' Tankin er góður, men trupulleikin er, at man skjýtur í blindum og vónar, at tey tiltøk, ið verða sett í verk, fara at minka um prísstøðið. Tað er
gongd, sum hevur verið í Suðuroy í fleiri mannaminni, har fólkatalið støðugt er minkað. Samstundis verða suðuroyingar eldri og eldri í miðal og eitt stórt undirskot av kvinnum í burðarførum aldri ger, [...] teir vóru sinnaðir at fáa eina vakstraravtalu í lag og at fáa ein Suðuroyargrunn á føtur, sum skal fíggja nýggjar verkætlanir í Suðuroy. Tað, sum liggur í eini vakstraravtalu, er, at tað skal gerast ein [...] Suðuroynna. Í hesum sambandi kallaði Granskingardepilin fyri Økismenning, umboð fyri kommunurnar, peningastovnar, landsstýrismenn, løgtingslimir og valevni til løgtingið, á kunnandi fund í Porkeri týsdagin
20%, alt eftir hvussu umstøðurnar í samfelagnum annars hava lagað seg. Hetta nýggja ættarliðið, ið nú hevur tikið yvir í flokkinum, hevur »skippað« orðið tjóðveldi. Í staðin hoyra vit um stigvíst fullveldi [...] ðina og tillaga hana til umstøðurnar. Í fyrra førinum tvang, í seinna demokrati. So munurin er sanniliga stórur. Niðurstøða Tað er ikki ivi í mínari sál um, at í tjóðskaparspurninginum roynir ein minniluti [...] nationalistarnir, t.d. javnaðarfólk, ja, tey eru eitt annað slag av sambandsfólkum. Ja, hetta hendir í Føroyum í 1998. Gud viti, hvussu skilið verður tann dag nationalistarnir fáa makt, sum teir hava akt. Nei
spíski endin skal inn í ein annan mann« - umskapast til eina hetju. Tað eru liðin 20 ár síðani Don Diego de la Vega (Anthony Hopkins) niðurbardi sponsku kúgararnar í Kalifornia í skapi sum sagnarkenda [...] romantiska hetjan Zorro. Eftir at hava sitið í fangatippi í tvey áratíggju, noyðist hann nú at finna eftirmann sín fyri at steðga fyrrverandi spanska guvernørinum í Ovara Kalifornia, Don Rafael Montero (Stuart [...] ið eigur stórt pláss í hjarta undanmanni hansara. Filmurin er grundaður á persónin í skaldsøguni hjá Johnston McCulley frá 1919. McCulley fann upp á Zorro, sum er tað spanska orðið fyri rev, við at blanda
síðani tá eru fýra stig afturat komin í posan ? tað seinasta kom í vikuskiftinum í dystinum móti HB. Tá fyrri hálvleikur var av, sá ikki út til, at átta mál skuldu koma í dystinum áðrenn liðugt var. Skálamenn [...] og Bosnia mikukvøldið í seinastu viku. Ein leikari, sum var á veg út úr brotsteignum fekk eitt skump í ryggin og fór um koll. Dómarin dømdi brotsspark og tað setti Jóannes Jakobsen í netið til hálvleiksstøðuna [...] á odda í dystinum við máli sum Alexandur Johansen gjørdi. Gleðin var tó stokkut, tí tað gekk ikki so øgiliga long tíð áðrenn HB fekk eitt brotsspark. Hendingin minti ikki sørt um tað sum hendi í dystinum
seks av teimum, sum skrivaðu bókina, í oktober 2003 til ST í New York, har vit tosaðu um hugtakið sjálvsavgerðarrætt við leiðarar úr øllum viðkomandi deildunum í ST. Tilsamans átta fundir vóru. Tann [...] heldur ikki Í 2004 gav Norðuratlantsbólkurin út bókina »The Right To National Self Determination - The Faroe Islands and Greenland«. (»Sjálvsavgerðarrætturin - Føroyar og Grønland«). Í hesum sambandi [...] tað, tey ynsktu. Í dag, harafturímóti, er týdningurin er útholaður. Og tað er gjørt heilt tilvitað. Statir, sum hava trupulleikar av loysingarrørslum - og teir eru nógvir - hava borið so í bandi, at hugtakið
teirra fullu í løtuóvit (fingu blackout). Allir samlir, ongin undantikin, hava teir, síðan skattalættin kom í gildið í 1998, siti og vóna, at teir ongantíð aftur fóru at hoyra hetta málið umrøtt í tinginum [...] Hesa somu yvirskriftina nýtti undirritaði upp undir løgtingsvalið í fjør og vísti á, at allir løntakarar í samfelagnum skuldu havt rætt til sama skattafrádrátt sum fiskimenn fáa, og at munurin millum [...] mínum egnu partamonnum. Sannleikin tá var júst tann sami sum í dag, at ongin politikari og ei heldur politiskur flokkur torir at verða erligur í hesum málið, tí vandi er jú fyri at nakrar atkvøður rúka. Ongin