Amerikumenn og Nato guldu vælferðarpeningin

- fyri at kunna nýta Føroyar og føroyingar í frontlinjuni í kalda krígnum

Dagfinnur Danbjørg
-------------

Í síðstu viku bað ein høgrasinnaður sambandsjavnaðarmaður um at fáa Søguna - við stóra S - um, hvussu vælferðarsamfelagið Føroyar varð borðið í heim, og tá eg - av góðum grundum - undir gitingi og føðingini hevði høvi at fylgja við fedranna tosi og ætlanum, so haldi eg meg liggja inni við einari serligari søguligari vitan, sum bleiv til á fyrstu parket, har 1.-honds vitnini høvdu orðið og søgdu frá tí, ið annars ikki kundi sigast alment, tí ikki var hildið, at fólkið sum heild var búgvið at skilja og/ella góðtaka ætlaninar, ið smíðaðar vóru saman við fyrst og fremst USA og NATO, men eisini við donsku stjórnuni sum millumleikara.
Søgan er hendan: Eftir 2. heimsbardaga var m.a. Vestureuropa sera illa fyri. Mong sóu upp til kommunistarnar, sum høvdu ofrað seg í stríðnum móti nazistunum, og kommunisman hevði góð vakstrarlíkindi. Fyri at steðga hesum politiska rákinum til vinstru, har Vestureuropeisk lond kundu fingið kommunistiskar stjórnir, settu amerikanarar eina fíggjarliga risaætlan í verk, sum varð kallað Marshall-ætlanin. Vestureuropa fekk øgiligar peningaupphæddir, so hjólini aftur kundu fara at mala.
Danmark fekk sítt. Og føroyski parturin - av Danmarks parti - var uml. 10 mill. kr., sum í dag í okkara peningi hevði verið nógvar hundrað mill. kr. Men tað áhugaverda við tí føroyska partinum var, at við honum fylgdi boð um m.a. at útbyggja elveitingina og byggja Oyggjarvegin. Men hví tað? Jú, tí longu tá vóru ætlaninar um Føroyar í frontlinjuni í stoypiskeiðini. Allir partar vistu, at føroyingar vóru kendir sum eitt friðarelskandi fólk, sum høvdu mist ógvuligar nógvar pápar, menn og brøður av krígs ávum, og at fjøldin tí undir ongum umstøðum vildi krøkjast upp í nakran krígsførandi part yvirhøvur. Tí mátti ætlaninar haldast loyniligar.
Amerikumenn hildu eisini eyga við føroyingunum, at teir hildu seg á røttum politiskum vegum. Í tí sambandi hildu teir, at neyðugt var at halda eitt eyka vakið eyga við Erlendi, sum var útspioneraður bæði um telefonina, men eisini soleiðis at persónar fylgdu við í hansara aktivitetum, men mær vitandi, var tað til fánýtis, tí Erlendur opinbart bert gjørdi fult lógligt virksemi. Í hesum sambandi kann kanska vera áhugavert at nevna, at eg saman við føroyskum skúlabørnum var og vitjaði kring um í Danmørk í 1957. Tá vit vóru á dansk-týska markinum, segði annar ferðaleiðarin/ungur føroyskur lærari við meg - í tí hann peikaði á eitt bóndagarðslíknandi hús einar 300 m inni týsku megin - í hasum húsinum sigst Erlendur at hava tikið ímóti nógvum rublum fyri tænastur, hann hevur gjørt fyri russar.
Fyri at byrgja upp fyri kommunistaávirkanini frá Erlendi og hansara líkum - kanska serliga um teir funnu út av loyniætlanini hjá amerikumonnum/Nato um eitt eyga á Sornfelli - so kravdu amerikumenn, at danir settu í gongd vælferðarprojektir, sum NATO- londini skuldu fíggja á tann hátt, at danir løgdu peningin út og stóðu fyri detailjunum, og síðani skuldu danir fáa útreiðslurnar heilt ella partvíst refunderaðar við tilsvarandi bíligari NATO-limaskapi.
Karl Nolsøe hevur kannað útreiðslurnar til NATO og hevur skjalprógvað, at danir hava fingið refunderað føroysku vælferðarprojektini.
Við øðrum orðum vóru lív okkara, land okkara, okkara heilsa og øll okkara kæru sett í veð uttan at vit vórðu vitandi ella spurd. Vit hava fingið fíggjarligar samsýningar afturfyri. Nakrir føroyskir politikarar vóru alla tíðina vitandi um loyndardómin. Nakrir av teimum lugu fyri fólkinum ferð eftir ferð. Vit sluppu væl, tí fyrst í 60'unum kundu vit betalt tað stóru rokningina, sum hevði gjørt blokk og annars alt tað, ið hevur hingið og hongur uppi í honum til peanuts. Vónandi fellur Føroya søga einaferð rættan dóm, so vit kunnu seta kós, á tann hátt sum vit veruliga ynskja og vilja og ikki eftir loynidómum við skjúldum dagskráum milum myrkamenn úti og heima.