Umpakkað tjóðveldi ? spildurnýtt?

   

Tjóðveldisflokkurin hevur altíð havt sum aðalmál at stovnseta føroyskt tjóðveldi og slíta frá Danmark.

Ein greið og heiðurlig støða.

Undirtøkan ímillum veljararnar hevur so ligið báðu megin við tey 20%, alt eftir hvussu umstøðurnar í samfelagnum annars hava lagað seg.

Hetta nýggja ættarliðið, ið nú hevur tikið yvir í flokkinum, hevur »skippað« orðið tjóðveldi. Í staðin hoyra vit um stigvíst fullveldi, skipaða loysing, suverænitet o.s.fr. Fyri mær at síggja, so er hetta ein roynd at geva einum gomlum ? meira prescist einum 50 ára gomlum ? produkti ein nýggjan innpakning. Hetta verður ofta gjørt, tá ið gamla vøran ikki selist nóg væl.


Politiski marknaðurin

Í tjóðskaparspurninginum er mín vurdering, at 20% av føroysku veljarunum eru nationalistisk ? loysing her og nú, og eini 10?15% eru sambandsfólk ? bert man vera sum er. Restin eru stig fyri stig loysingarfólk. Summi ótolnari enn onnur.

Tað er væl so sjálvsagt, at vit eiga at fáa okkum sjálvstýri so hvørt sum umstøðurnar eru til tað.

Eisini er rættuliga vist, at ein stórur meiriluti, 80-90%, av føroyingum ynskir at fáa ein nýggjan sáttmála við Danmark.

Her er tað at endamálið við tí nýggja innpakninginum hjá tjóðveldisflokkinum kemur inn.

Hann letst hava eitt stig fyri stig element inni, so hansara uppskot verður meira átuligt hjá »stig fyri stig« veljaranum. Samstundis skákar tjóðveldisflokkurin seg undn at gera semju við javnaðarflokkin um spurningin.


Kjakið higartil

Vit í javnaðarflokkinum hava altíð havt tað grundsjónarmið, at her á landi eru øll menniskju líka nógv verd uttan mun til húðarlit, trúgv, evnir og politiska áskoðan.

Tí er tað hugstoytt at síggja, hvussu nationalistarnir nú eru byrjaðir at »klassifisera« fólk í »superføroyingar« og hini. Tað byrjaði við at niðurgera sambandsfólk og nú sær tað út til at øll onnur, sum ikki meina tað sama sum nationalistarnir, t.d. javnaðarfólk, ja, tey eru eitt annað slag av sambandsfólkum. Ja, hetta hendir í Føroyum í 1998. Gud viti, hvussu skilið verður tann dag nationalistarnir fáa makt, sum teir hava akt.

Nei, handan partin av kjakinum kunnu vit vera fyriuttan.

Nakrar greiðar greinar hava verið, ið hava tikið støði í vinnuligum og fíggjarligum veruleikum. Her haldi eg at tey, ið argumentera fyri tjóðveldisætlanunum hava ríkiligt av fuglum »á takinum« og fáar í hondini.


Munurin á tjóðveldis-

og javnaðar-ætlanunum

Ofta verður ført fram av tjóðveldisfólki, at munurin ímillum sjónarmiðini hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum er so lítil, at javnaðarflokkurin saktans kann taka undir við tjóðveldisuppskotinum.

Hetta er ikki rætt. Munurin er alstórur, ja, hann er so stórur hann kann vera í einum demokratii.

Tjóðveldisuppskotið byggir á tvang og javnaðaruppskotið á frælsi og demokrati.

Tjóðveldisuppskotið gongur í stuttum út upp á at avtaka blokkin eftir einum 15 árum. Tey løgting, ið verða vald í hesum tíðarskeiði, skulu ikki fáa møguleika fyri at ávirka hesa gongd.

Framtíðarveljarar í dag, 3 ára gomul, skulu við øðrum orðum tvingast til at tillaga seg tjóðveldi uttan mun til, hvussu umstøðurnar verða.

Ætlanirnar hjá javnaðarflokkinum eru at vit gera ein sáttmála við Danmark, har øll mál kunnu yvirtakast. So verður tað upp til komandi løgting og komandi veljaraskarar at avgera yvirtøkuferðina og tillaga hana til umstøðurnar.

Í fyrra førinum tvang, í seinna demokrati.

So munurin er sanniliga stórur.


Niðurstøða

Tað er ikki ivi í mínari sál um, at í tjóðskaparspurninginum roynir ein minniluti at manipulera, soleiðis at ein partur av »stig fyri stig« loysingarfólki kunnu taka undir við ætlanunum.

Kjakið heldur nú fram og áhugavert hevði verið, um nøkur sjónarmið kundu komið frá handils- og tænastuvinnuni. Hvat siga tey til at minka um peningaumfarið við føstum milliónatali um árið í 15 ár?

Tjóðveldisloysnin í nýggjum innpakningi, hon dugir ikki ? hon er diktatorisk og kann kosta okkum dýrt sum samfelag uppá sikt.


21. oktober 1998

Thomas Arabo