SJÚRÐUR SKAALE
Nei. Og tað er sjálvsavgerðarrætturin heldur ikki
Í 2004 gav Norðuratlantsbólkurin út bókina »The Right To National Self Determination - The Faroe Islands and Greenland«. (»Sjálvsavgerðarrætturin - Føroyar og Grønland«).
Í hesum sambandi fóru seks av teimum, sum skrivaðu bókina, í oktober 2003 til ST í New York, har vit tosaðu um hugtakið sjálvsavgerðarrætt við leiðarar úr øllum viðkomandi deildunum í ST. Tilsamans átta fundir vóru.
Tann, sum vil vita meira um hetta, kann lesa bókina. Hon lænist á bókasavninum.
Men í stuttum kann hetta sigast: Hugtakið sjálvsavgerðarrættur hevði einaferð heilt greiðan týdning: Lond ella tjóðir, sum høvdu henda rætt, kundu skipa seg um sjálvstøðug ríki, um tað var tað, tey ynsktu.
Í dag, harafturímóti, er týdningurin er útholaður. Og tað er gjørt heilt tilvitað. Statir, sum hava trupulleikar av loysingarrørslum - og teir eru nógvir - hava borið so í bandi, at hugtakið ikki hevur nakran løgfrøðiligan týdning longur.
Eingi nýggj rættindi
Tann, sum ger av, hvat hugtakið sjálvsavgerðarrættur merkir í hvørjum einstøkum føri, er tað sonevnda »miðveldið« ella »móðurlandið«. Hjá okkum er tað Danmark.
Um Danmark hevði boðað ST frá, at føroyska tjóðin sum evsti myndugleiki í Føroyum hevur rætt at skipa seg sum sjálvstøðugt land undir altjóða lóg, so hevði tað havt týdning. Tí so høvdu vit havt »sjálvsavgerðarrætt« í klassiskum týdningi.
Men tá Danmark beint fyri nýggjár sendi ta donsku útgávuna av uttanríkispolitisku
heimildarlógini til ST og segði, at hetta var í samsvari við sjálvsavgerðarrætt Føroya, so gevur tað ikki Føroyum onnur rættindi enn tey, sum eru staðfest í hesi donsku lóg. Tað merkir also bara, at sjálvsavgerðarrættur Føroya er tann danska útgávan av uttanríkispolitisku heimildarlógini. Hvørki meir ella minni.
Kongeriget Danmark...
At hetta skal gera, at »sjálvstýrismálið nú er okkara burturav«, sum løgmaður segði gamlaárskvøld, er ikki beint.
Tað er heldur tvørturímóti. Tí danska lógin staðfestir jú bæði á ein og annan hátt, at Føroyar eru »kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne«. Og sambært skrivinum frá donsku stjórnini til ST, er tað hetta, føroyingar ynskja. Á sjálvari forsíðuni á skrivinum frá donsku stjórnini stendur nevniliga, at danska fólkatingið hevur samtykt ta donsku útgávuna av lógini í semju við føroyskar myndugleikar.
Og tað er púra rætt. Samgongan tók jú undir við, at danska lógin varð samtykt.
Og nú eru boðini so farin um allan heim: Føroya fólk hevur einki annað ynski enn at vera ein undirskipaður partur av Danmark.
At ein føroysk útgáva av heimildarlógini eisini varð samtykt í Føroyum, hevur ongan sum helst týdning í hesum sambandi. Eingin veit, at hon er til...
Tað finst eingin rættur
Bæði Eidesgaard og Hoydal tosa sum um, at sjálvsavgerðarrætturin er ein greitt defineraður rættur. Tað er skeivt. Í altjóða lóg finst eingin sjálvsavgerðarrættur í dag. Ta finst bara tann rættur, sum statir velja at geva sínum undirskipaðu eindum.
Um Danmark gevur føroyingum henda rætt fæst ikki at síggja, fyrr enn ein greiður og áhaldandi meiriluti í Føroyum ynskir, at vit skulu skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt land.
Tí eisini tá tann meirilutin er til staðar, verða tað danskir myndugleikar, sum fara at hava síðsta orðið. Einki gerst uttan semju við Danmark. Soleiðis er skipanin. Danmark setir treytirnar, tá samráðst verður. Og ikki fyrr enn Danmark hevur boðað ST frá úrslitinum, er tað galdandi.
Men í so máta mann Danmark ikki vera tað ringasta landið at hoyra til. Tí hóast Danmark sjálvsagt við politiskum snildum (t.d. við nýggju fráboðanini til ST) vil halda Føroyar innangarðs, so fingu vit loysingina, um vit veruliga vildu hava hana. Tað vilja vit ikki. Og tá so er, er enn meiri akademiskt at tosa um sjálvsavgerðarrætt...