Suðuroyingar taka politikarar upp á orðið

Politikarar úr øllum flokkum hava nú lovað suðuroyingum at arbeiða víðari við ætlanini at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy. Arbeitt hevur verið við hesi ætlan í eini tvey ár, men tað, sum hevur verið høvuðstrupulleikin nú í langa tíð, er nú ruddað av vegnum

Nú er enn einaferð ætlanin at seta ferð á arbeiðið at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna.

Í hesum sambandi kallaði Granskingardepilin fyri Økismenning, umboð fyri kommunurnar, peningastovnar, landsstýrismenn, løgtingslimir og valevni til løgtingið, á kunnandi fund í Porkeri týsdagin.

Á hesum fundinum var endamálið at fáa greið boð frá politikarunum um teir vóru sinnaðir at fáa eina vakstraravtalu í lag og at fáa ein Suðuroyargrunn á føtur, sum skal fíggja nýggjar verkætlanir í Suðuroy.

Tað, sum liggur í eini vakstraravtalu, er, at tað skal gerast ein beinleiðis avtala ímillum landið, kommunurnar, vinnulív og onnur áhugað, um at seta ítøkilig vinnuátøk í verk soleiðis at allir partar frammanundan binda seg at vera við.

Kanningar skulu so vísa, hvørjar vinnugreinar, tað skal leggjast dent á at menna.


Neyðugt við 50 milliónum

Men áðrenn nøkur slík avtala skal gerast, er neyðugt við einum grunni, so at trygd fæst fyri fíggingini til tær verkætlanir, sum skulu setast ígongd.

Mett verður, at ein grunnur upp á 50 milliónir er hóskandi. Av teimum hava kommunurnar bundið seg til at betala 10 milliónir tey næstu fimm árini, men í fleiri mánaðir hevur verið bíðað eftir eini tilsøgn frá landspolitisku myndugleikunum um, at teir vóru sinnaðir at játtað 40 milliónir.

Men tann tilsøgnin er ongantíð komin. Ein høvuðsforkláring hevur verið, at landspolitikararnir vitstu ikki, hvat ein slíkur grunnur skal brúkast til og teir vildu ikki játta pengarnar, fyrrenn teir fingu trygd fyri, at pengarnir verða brúktir til rætta endamálið.

Men hendan forðingin er nú ruddað av vegnum, tí stigtakararnir hava gjørt eitt reiðiliga fullfíggjað uppskot til viðtøkur fyri ein slíkan grunn.

Sostatt hava suðuroyingar nú tikið politikararnar upp á orðið og givið teimum tað, teir hava biðið um.

Tað vóru nógvir politikarar úr flest øllum flokkum til staðar á fundinum og teir góvu allir tilsøgn um at teir vóru sinnaðir at fáa grunnin á føtur og at fáa eina vakstraravtalu á føtur.

Suðuroyingar hava sett sær sum mál, at vakstraravtalan fyri Suðuroy skal ganga frá 2008 til 2012.


Ikki bara Suðuroy

Á fundinum vístu umboðini fyri granskingardepilin, Jógvan Mørkøre og Dennis Holm, á tað óhepnu gongd, sum hevur verið í Suðuroy í fleiri mannaminni, har fólkatalið støðugt er minkað.

Samstundis verða suðuroyingar eldri og eldri í miðal og eitt stórt undirskot av kvinnum í burðarførum aldri ger, at lutfalsliga fá børn verða fødd.

Hetta merkir, at hendir onki, fer fólkatalið í Suðuroy at minka støðugt og fyrr ella seinni kemur tað so langt, at tað er ov seint at venda gongdini.

Men teir førdu eisini fram, at støðan í Suðuroy er bara ein staðfesting av teirri støðu, sum allar Føroyar vera í um eini 10 ár.

Tí kann eitt bjargingartiltak fyri Suðuroy brúkast sum fyrimynd fyri einum bjargingartiltaki fyri allar Føroyar seinni, har vit kunnu læra av teimum royndum, vit gera við vakstraravtaluni fyri Suðuroy.


Bygnaðarligur trupulleiki

Og støðan er tann, at vit hava ein vinnuligan bygnaðarligan trupulleika, vinnulívið ikki svarar til tey útbúgvingartilboð, sum eru.

- Samstundis vilja øll hava eina útbúgving, men tá ið tey hava fingið hana, hava tey ongan møguleika at brúka hana í Suðuroy, tí her eru ongi størv til fólk við útbúgving.

Teir føra fram, at tískil verður tann stóra avbjóðingin at broyta vinnuliga bygnaðin so at vit fáa nýggjar vinnur í økinum, sum krevja fólk við útbúgving og ikki minst er tørvur á fáa størv, so at vit fáa fleiri konufólk til Suðuroyar at liva og virka.


Kent aðrastaðni

At gera vakstraravtalur er ikki ókendur arbeiðsháttur aðrastaðni. Kendasta dømi er kanska Oulu í Finnlandi, har gjørdi eina vakstraravtalu á sinni og kendasta úrslitið av tí er Nokia –og so er helst óneyðugt at siga meir.

Hesin arbeiðsháttur er so vælumtóktur í Oulu, at nú hava tey eina nýggja vakstraravtalu, sum skal gera Oulu til fremsta nýskapandi miðdepil í Evropa.

Eisini á Eyðafirði í Íslandi hava tey havt góðar royndir av eini slíkari vakstraravtalu og har løgdu tey dent á útbúgving og gransking, ferðavinnu, heilsuarbeiði og matframleiðslu.