Við óhepnari hond

Dramatiska hæddarpunktið í dystinum millum KÍ og HB var, tá Hanus Thorleifsson ímóti endanum boksaði bóltin beint framman fyri KÍ-málinum og síðani hælaði hann inn – og fekk málið viðurkent…

– Eg haldi, at tað var bara eitt refleks, sum gjørdi, at eg leyp upp og sló bóltin. Tá eg fann útav, hvat eg hevði gjørt, ivaðist eg ikki í, at dómarin fór at døma fríspark til KÍ. Í irritatión inn á meg sjálvan, tí eg hevði brúkt hondina, smekkaði eg hælin eftir bóltinum, sum endaði í málinum. Men eg trúði ongantíð, at tað skuldi blíva viðurkent sum mál.

Soleiðis greiddi Hanus Thorleifsson eftir dystin í Klaksvík frá hendingini, tá hann brádliga gjørdist miðdepil í óvæntaðum dramatikki, sum endaði við, at hann gjørdist málskjútti og HB vann 2-0. Nokk so sigandi fyri støðuna var eisini, at Hanus einki gjørdi burturúr, tá bólturin var endaður í málinum. Heldur sá hann út til at vera foyur og ikki sørt illa við av støðuni.

Men dømt er dømt, og beint eftir dystin vóru eisini aðrir spælarar samdir um, at dómarin í Klaksvík, Petur Reinert, hevði avgreitt støðuna við rættiliga óhepnari hond. Men hinvegin, so ber ikki til hjá honum at døma annað enn tað, ið hann sær.


»Øll sóu tað«

– Eg sá, at Hanus tamdi bóltin við bringuni og at Jákup kom út. So veit eg ikki, um hann sló bóltin ella hann kom í hondina á honum. Men eg ivaðist so ikki í, at bólturin kom í hondina á honum, og tað er spell, segði Andrew av Fløtum, sum fáar minuttir frammanundan var blivin avloystur á vøllinum av júst Hanusi.

Spælandi venjarin og málmaðurin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, var somuleiðis ivaleysur í, at Hanus sló bóltin og at KÍ fór at fáa fríspark:

– Hatta var ein hondbóltur ella kanska ein flogbóltur, tí hann sló ið hvussu er bóltin upp um meg og inn í málið. Øll sóu tað, uttan dómarin og hjálpardómarin. Og um tú spyrt Hanus sjálvan, sigur hann nokk tað sama, at bólturin kom í hondina á honum, segði málverjin, ið eisini helt, at brotssparkið til KÍ í fyrra hálvleiki var ein dómarafeilur, tí Fróði Benjaminsen skuldi havt tveitt seg:

– Eg segði eisini við dómaran, at hann floytaði av ov tíðliga, tí hevði hann spælt eina løtu aftrat, hevði hann kanska fingið »hattrick«, segði Jákup Mikkelsen, ið somuleiðis umrøddi Petur Reinert sum ein »órutineraðan dómara«.


Óheppin í Klaksvík

Dómarin sá annars út til at standa rímiliga væl fyri, tá alt hetta við 2-0 málinum hendi, men onkursvegna kann hann ikki hava sæð tað, tí hann dømdi so mál, hóast tað rættasta hevði verið fríspark til KÍ og í øllum førum gult kort til Hanus Thorleifsson.

Heldur ikki var líkt til, at hjálpardómararnir, Jan á Líðarenda og Jan Skoradal, sóu sjálva hendingina, tí so høvdu teir væl gjørt vart við seg beinanvegin.

Eftir stendur, at tað verður neyvan úr Klaksvík, at Petur Reinert fer at hava síni bestu dómaraminni hetta kappingarárið, tí tá KÍ og EB/Streymur spældu hóskvøldið 21. mai, yvirsá hann eitt brotsspark til Sorin Anghel hjá EB/Streymi, ið hann tvørturímóti takseraði til filming, sum gav Sorin gula kortið fyri.

Eftirfylgjandi fekk táverandi venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, karantenu í tveir dagar, tí hann í samrøðu við Rás 2 beint eftir dystin millum annað brúkti orðið »fanansaktigur« um dómaran.

Eftir at hava sæð sjónbandsupptøkur av hendingini nakrar dagar eftir dystin, viðgekk Petur Reinert, at hann hevði sæð og upplivað støðuna øðrvísi, enn hann nú sá hana á sjónvarpsskíggjanum: – Eg skal vera tann fyrsti at viðganga tað, tá eg geri ein feil, og hetta er ein av teimum stóru, segði Petur Reinert ta ferðina.




MYNDATEKSTUR:

Fleiri KÍ-arar royndu at mótmæla hjá dómaranum eftir »hondbóltin«. Fremstir standa Hjalgrím Elttør, Jákup Mikkelsen og Atli Danielsen í orðaskifti við Petur Reinert, meðan Høgni Madsen og Hanus Thorleifsson, ið átti hondina á bóltinum, aftanfyri standa og kjakast í sínum lagi

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir