men tað eru tó aðrir streingir í søgu floksins. Taka vit navnið sjálvt, sum Fríðrikur Petersen skeyt upp í 1906, so sigur tað nakað heilt annað enn bidding. Samband merkir nevnliga ikki, at vit skulu gerast [...] yvirbjóðingarpolitikki. Tað gjørdu veljararnir eisini. Vit fingu tí eina fólkaatkvøðu um danskan stuðul til Føroya, og bert fjórði hvør veljari vildi hava, at vit framvegis skuldu vera pinkubørn. Við at royna at [...] seg í føroyskum politikki. Nú hevur flokkurin so møguleika fyri at viðurkenna sítt tap og biðja hinar flokkarnar um náði, so at teir sleppa at vera við at stýra landinum. Her eru ávísir møguleikar. Samba
einsamøll. Tað hendi í samband við, at vit vandu at lenda. Touch and go, verður tað kallað, har vit flúgva runt og bara skulu niður á vøllin at nerta við, og so uppaftur. Tá vit so lenda einu ferðina, boðar f [...] við hann um skúlan og kringumstøðurnar annars. Petur er liðgur á skúlanum og flýgur nú fyri Atlantic Airways, og nú Kára eisini er liðug, er ein annar føroyingur, Geir á Lofti, byrjaður á sama skúla. Vandu [...] altjóða flogvøll, tá tey skuldu flúgva. Vanligt er, at skúlarnir eru knýttir at onkrum minni privatum flogvølli, men so var ikki á teirra skúla. Vit flugu millum vanligu flogferðsluna frá fyrstan tíð, og tað
2012, og eru partarnir nú av álvara farnir undir at hvessa sær sjónarmiðini fyri og ímóti fullveldinum. Hvussu skotski og bretski gerandisdagurin so sær út dagin eftir fólkaatkvøðuna fáa vit at síggja [...] sjálvandi eisini í Holyrood, har skotska parlamentið húsast. Skotar hava nú vunnið rættin til at stjórna sær sjálvum, siga skotar, nú teir fara til valborðini 18. sept. 2014. Fýra dagar og sekstiátta ár eftir [...] skipaðu fyri og lupu frá hin 14. sept. 1946, leita skotar sær nú til valborðini at taka støðu til skotskt fullveldið, og verður hetta tað nærmasta, vit føroyingar koma einum blaðungum nýskipaðum fullveldi í
umboð skuldu setast í Visjón 2015 bólkarnar. - Vit hava nógvar væl skikkaðar kvinnur í flokkinum, men vit hava ikki tað innlit, sum vit kundu hugsað okkum, tá vit ikki hava sess í landsins leiðslu, sigur Elin [...] sum frammanundan hava kvinnur valdar. Kom ikki óvart á Tað eru ikki sørt skakaðar og flóvar javnaðarkvinnur, sum vit koma á tal við, tá vit ringja runt í morgun. Hjá Eyðgunn Samuelsen, býráðslimi í Klaksvík [...] okkin á javnstøðuøkinum. Flokkurin hevur ikki raðfest javnstøðuna, og tað er hetta sum vit síggja úrslitið av nú. Viljin var snøgt sagt ikki til staðar, soleiðis er tað, sigur Mamy Dahl Sørensen, sum ljóðar
Keypmannahavn. - Vit gera alt frá grundini og leggja nógv arbeiði í okkara kakur. Sjálvt súltutoyið kóka vit frá grundini. Alt verður gjørt ordiligt, vit leita eftir teimum bestu rávørunum, og vit ganga upp í [...] í akkurátessu, so at allar kakur, sum vit gera, eru eins góðar, sigur Olevina. - Tveir kondittarar, sum eru á danska landsliðnum, arbeiða her, og tað havi eg fingið nógv burturúr. Hetta hevur verið eitt [...] Dagarnir eru so ymiskir, og tað eru allatíðina nýggjar avbjóðingar, og tí er tað spennandi arbeiði at hava. Tað er eisini avbjóðandi at hava lærlingar. Eg skal ikki siga, at ein dagur, tá ið vit gera nógvar
tíðunum hoyra vit dag og dagliga um hvussu neyðugt tað er at hava tær røttu fyrimyndirnar. Her hevur fyridømi títt alstóran týdning. Vit vita - og eg síggi tað í minum yrki - at tey ungu eru ágrýtin og taka [...] skortað. Tískil eru vit sum áskoðarar í teirri hepnu støðu, at standa framman fyri einum lívsverki uttan slit. Tað er sjálvandi ikki nakað tú beinleiðis hugsar um, ella hevur sum endamál - men vit pedagogar [...] hesi myndaskrá eru tær mongu áhugaverdu greinarnar, eitt nú av málaranum Peter Brandes og so Erik Steffensen. Sum tú sært í myndarøðini aftast í skránni, og helst longu vart greiðir yvir, eru tit báðir felags
fólk, nú vit eru inni í ár tveytúsund. Líknandi sangur hoyrdist nógv av í 30?unum tá eg varð ungur, at um ikki Danmark forbarmaði seg yvir okkum við at keypa vín og frukt fyri tann fiskin, ið vit seldu [...] undirsjóvartunlinum, men so er ikki. Tær allarflestu kommunurnar í Føroyum, eru skuldarbundnar, eisini tær í Vágum og Klaksvík og tað eru tær sum, uttan at kenna búskaparligu fylgjurnar, rópa harðast upp um at [...] , so sótu vit køld og svong. Tann, sum trýr at danir lata okkum eina milliard av kærleika til Føroyar, er ógvuliga bláoygdur. Í 1918 taka íslendingar fullveldi, tað vil siga so mikið, at vit føroyingar
leikbroti verður beinraki sagt, at: "Vit vita øll, at list er ikki sannleiki. Listin er ein lygn, sum fær okkum at fata sannleikan, í øllum førum tann sannleikan vit hava møguleika til at skilja." (Pablo [...] Smyril ella eina norðoyar tunnil hvørt ár ella fyri tað eitt nútímans vælútgjørt sjúkrahús. Og nú hava vit ikki ráð at keypa innmat fyri 50 mill. krónur til nýggja sjúkarhúsið í Havn, sum helst kemur at [...] lyklarorðið í politiska leikinum er effektivitetur, so eru útreiðslurnar til almennu fyrisitingina síðani 1998 meir enn tvífaldaðar. Samanbera vit Løgtings- og Landsstýrismanning við tilsvarandi í Danmark
skjeyt við maskinbyrsu. - Vit vóru skelkaðir, men eisini forvitnir, og tí stóðu vit og hugdu eftir flúgvaranum, og vit sóu týðuliga menninar, sum vóru umborð. Eftir hendingina sóu vit, at ein kúla hevði rakt [...] 1997. Alex Sólstein hevur brúkt alt sítt arbeiðslív í føroyska fólkaskúlanum, og hóast hann nú verður sjeyti ár, eru tað bara trý ár síðani, at hann fór úr skúlanum for good. - Tá eg kom á lærarastovuna av [...] nakað omanfyri okkum. Tað havi eg ofta hugsað um síðani. - Sum børn merktu vit óttan undir krígnum, men í grundini kendu vit okkum trygg sum børn hóast tað. Tað var ein heilt serlig tíð, og atmosferan
list. Vit lesa søgur og yrkingar, hoyra tónleik og ganga til sjónleik á føroyskum. Seinastu árini hava vit sæð fleiri og fleiri føroyskar filmir á stóra filmsløriftinum, og nú um dagarnar kunnu vit eisini [...] ella á donskum, og í dag kunnu vit als ikki ímynda okkum nakað annað enn, at undirvísingin fer fram á føroyskum. Skal røkka á øllum økjum Nú er tað ein sjálvfylgja, at vit tosa og skriva føroyskt á øllum [...] høvi at minnast til, at móðurmál okkara skal brúkast, njótast, mennast og mýkjast. Vit eiga øll okkara móðurmál, og vit skulu kunna brúka tað at orða okkara tilveru og okkara lív á øllum økjum og í øllum