Góði Ingálvur!

FØÐINGARDAGSHEILSAN. Studentaskúlalærari og næmingar heilsa Ingálvi, senda honum eina myndaskrá og greiða frá upplivingum á stórfingnu framsýningini í Listaskálanum

 

Jens Frederiksen

Eg og næmingar mínir vilja á henda hátt ynskja tær hjartaliga tillukku við tí stóra degnum mánadagin.

At bera føðingardagsheilsanir er í sjalvum sær kveikjandi, tá man hugsar um at orðið "heilsan" etymologisk sæð er systir til "heilsu".

At vit soleiðis, hvørja ferð vit "heilsa", eisini ynskja góða heilsu.

Og í tí sambandi komi eg at hugsa um tað stóra avrik títt verk avmyndar og umboðar. Eitt verk sum bókstaviliga hevur kravt góða heilsu og styrki. Við stóru framsýningini í Skálanum í huga er tað øllum eyðsýnt, at hetta hevur kravt ikki bara vanliga góða heilsu, men mikla styrki - sjálvt um framsýningin hevur eina leikandi lættleika og stundum káta ávirkan á áskoðaran.

Fyri teg er tað sjálvandi eina lukka at komu soleiðis til árs, og í roynd og veru at lumpa "alderdommens molest", sum William Heinesens tekur til. Men tað er eisini ein stór gáva fyri áskoðarafjøldina og føroya fólk, og ikki minst ungdómin, at tú hevur megi og dirvi til at dríva á.

Í okkara rótleysu tíðunum hoyra vit dag og dagliga um hvussu neyðugt tað er at hava tær røttu fyrimyndirnar. Her hevur fyridømi títt alstóran týdning.

Vit vita - og eg síggi tað í minum yrki - at tey ungu eru ágrýtin og taka alla verðina fyri seg sum arbeiðsøki og avbjóðing. Ikki bert tá tey eru á netinum, men eisini tá tað kemur til útbúgving. Innan listaverðina kunnu vit t.d. hugsa um Rannvu Kunoy, sum er í London.

Tað eg vil undirstrika er - og tað haldi eg ofta verður gloymt - at tú ongantíð hevur verið leingi burtur frá málningum av sjúku, kreppu ella tí, at áhugin hjá móttakarunum hevur skortað. Tískil eru vit sum áskoðarar í teirri hepnu støðu, at standa framman fyri einum lívsverki uttan slit.

Tað er sjálvandi ikki nakað tú beinleiðis hugsar um, ella hevur sum endamál - men vit pedagogar bruka oftani títt dømi! Tí tað er næstan ógjørligt at mana í jørðina ta romantisku fatanina av listini sum eitt ekstremt fyribrigdi, útint av meira ella minni sinnisjúkum málarum, hvørs avrik verða betri, jú fyrr teir doyggja (helst fyri egnari hond) ella eru proportionalt virðismiklir við, hvussu nógvar skandalur, ella avrivin oyru ein nú kann vísa fram.

Eg loyvi mær at enda hesar innleiðandi setningar við nøkrum orðum frá Karen Blixen, har hon nemur við aldur og avrik - og leggjast skal afturat, at verk títt, fyri at blíva í Blixen?sa vín-mynd, hevur fingið dýpd og bouquet: "Alderen er den største prøve for alle - ligesom med vin; det skal være en virkelig god vintage, som kan tåle at gemmes. Og ikke bare med mennesker, men fx ogsaa med Kunst. Den ringere Høst må man hellere drikke straks, uden illussioner, den kan dog altid gå ned. Men det virkelig gode - hvilken Charme og Værdi får det ikke ved at lagres. Så længe det er helt frisk, kan ingen mennesker virkelig vide, hvad det er værd; men efter 50 eller bare 30 år!"

"Hvat ynskír tú tær, hvat ynskír tú tær - Royn um tú kanst tekna - Hvat tú ynskir tær at fá ", soleidis syngja børninum í dag tá føðingardagur er.

Øll minnast væl fra barnaárununum ymsar magiskar ramsur, sum settu væntanina í hásæti. Sjálvt um tú nú ert blivin rættuliga vaksin, sleppur tú ikki undan eini lítlari gávu, hóast tú altso ikki sleppur at teknað hana. Tað skal vera mín vón at gávan kann brúkast.

Eitt er so víst - eitt gavukort til Fragd og Fimi - tað er óneyðugt!

Eg sendi ístaðin eina prýðiliga myndaskrá, sum gjørd varð til stóru afturlítandi framsýningina við myndum Preben Hornungs. Heiti er: "Preben Hornung - Billeder" (maleri og tegning 1948-1989). Hann doyði sama árið mururin fall, og hevði hann livað, var hann áleið javngamal við teg, 81 fyri at verða heilt nágreiniligur.

Framsýningin er í løtuni í Århus, men verður eisini at síggja til várs á Kunstforeningen Gammel Strand, har tú kanska fært høvi at vitja. Tað sjáldsama í hesi myndaskrá eru tær mongu áhugaverdu greinarnar, eitt nú av málaranum Peter Brandes og so Erik Steffensen. Sum tú sært í myndarøðini aftast í skránni, og helst longu vart greiðir yvir, eru tit báðir felags um at dyrka teir svørtu, reyðu og hvítu litirnar, eins og tað kompromisleysa málarasyndromið, sum ? sagt í skemti ? ikki fær tykkum frá staffelinum. Ikki kann eg lata vera við at endurgeva tað, Hornung einaferðina segði í hesum sambandi, tí tað hóskar eisini so væl til tín ?Jeg bryder sablen og bekender mig til billedet på væggen - den stangreaktionære linie - den der holder af billedet".

Eg síggi í yvirlitinum yvir ævisøgu hansara, at tít baðir hava gingið á akademinum sama tíðarskeið undir krígnum og sostatt hava havt Kræsten Iversen og Aksel Jørgensen sum lærarar - og tískil kundi bókin eisini havt tín áhuga.

Svart skínur sólin í Skálanum í løtuni - og líka so nógv sum eg frøðist yvir framsýningina sum heild, so gleiðist eg yvir at Skálin hevur megnað at ogna sær tað einastandandi, bæði í stødd og víðari merking, stóra verkið "Í náttarsól og óveðursstjørnum?.

Eg vitjaði tað afturlítandi framsýning tú hevði í Randers fyri tveimum árum síðani - og hon var heilt klárt nakað annað. Men eg var líka so fegin sum bilsin yvir, tað, ið tú hevur at vísa fram hesu ferðina herheima. Havi vitja hesa framsýningina við næmingunum hjá mær, og skal man tosa í teirra nútíðar málburði sum er halvt "enskt-amerikanskt" sum troubadururin speiandi kvøður, so er talan um tað "coolasta" "power" og "turbo" eg havi merkt mær í longri tíð. Saman við næmingunum.

Summa staðni yvirgongur tú teg sjálvan - og uttan at taka munnin ov fullan og gera eina halgisøgu burtur úr, meini eg, at tú ongantíð hevur verið nærri tíð natúrliga, reina málninginum enn júst nú.

Per Kirkeby hevur í einari frálíkari eftirskrift til heimspekingin Merleau-Pontys "Cezannes tvivl" skrivað um sama fyribrigdi, han rópar "det normale maleri":

?Cézanne malede altid et normalt maleri, et maleri uden indholdsmæssige eller formale sensationer.. han var aldrig eksotisk..og han forsøgte aldrig at gøre dem interessante.. De var malet ganske direkte. Det er et normalt maleri.. At male sådan kræver en særlig form for naivitet. Ikke den første, uskyldige og uvidende naivitet. Men den indsigtsfulde, tilkæmpede naivitet, der så at sige er på den anden side af dannelse og viden. Det kræver mod at lægge det "intelligente" sikkerhedsnet bag sig. Og så alligevel arbejde sejt, møjsommeligt, systematisk"

Hesi orðini kundu eins væl verið skrivaði um tær flestu av myndunum, sum opinbera seg uppi í Skálanum í løtuni. Tín leitan eftir harmoni kemur týðiliga fram. Tema og beinagrind eru enn eina ferð nátturan, menniskjað, kvinnan. Tó uttan at tað snýr seg um endurtøku, ella um at taka við tað abstrakta myndamálið, bara av sær sjálvum, ella fyri at vera mótamerktur.

Tú hevur helst nógv um oyrini í løtuni. Nýt bara aldursins "arrogancu" og lat telefonina ringja! Á hesum sinni fært tú tískil ikki eitt fullfíggjað ummæli av framsýningin. Men nakrar hugleðingar um ein part, slepst ikki undan.

Til tess mugu vit eina ferð út í tað gráa. Teir svartu og myrku moll-tónarnir hava verið umrøddir nóg so ofta. Skal eg vísa á tað, sum hugtekir meg mest - eisini á hesi framsýning - er tað tann grái litheimurin.

At grundgeva fyri hvat man sansar og verður bergtikin av, er ofta trupult, men í hesum føri vil eg greiða frá, hvat ein kann uppliva við at spáka frá mynd til mynd á verandi framsýning.

Hvørja ferð eg eri í Skálanum fari eg inn í tína pyramiduhøll og gangi beina leið til "Gráur morgum"(1970). Grátt út yvir grátt halda kanska nógv. Og tað er partvíst rætt, og tí ikki uttan grund, at Finn Termann Frederiksen í "Rød Regn" rópar júst hesa mynd "mærkelig". Framman fyri henni stndi eg mangan og mediteri. Og tað er alt eftir ljósviðurskiftunum ein nýggj mynd hvørja ferð. Á einum gráveðursdegi uttan elektriskt ljós verður man púra burtur í myndini, tí hon livir og gløðir! - óivað grundað tær nógvu glæringarnar og jørðlitirnar.

Eg haldi ikki tað er mest spennandi, at man kann eydnast at síggja tvey motiv í myndini, sum Termann Frederiksen greiðar frá. Eg upplivi tað sum "bara" grátt - ein mettaðan gráa, sum er rein atmosfera - okkara litverð - ella í minsta lagi gevur assosiatiónir til tað sermerkta norðurlendska í litum. Grátt kann kennast bæði dapurt, skitið og køvandi, men eisini djúpt og andborið - sum her - og tað, tú sum áskóðari kennir er hvørki meiri ella minni enn tað háleitta - tað "sublima", at tú verður drigin inn í eina aðra dimensión - at markið millum nattúruna og teg verður flótandi. Man speglar sær so at siga í hvørjum øðrum. Tú noyðist at skapa myndina sjálvur, tí myndin hvat litum viðvíkur er so beinrakin. Eg kenni ongan uttan kanska Gerhard Richter (f.1932) sum í tí gráa tíðarskeiðnum í 70?unum hevur bjóðað áskoðaranum só nógv av, sum tú. Hann fór jú heilt út í tað ekstrema og málaði 2 ferðir 3 metur við einstáttaðum gráum, sum t.d. í "Grátt" (Stadtliches Kunstmuseum Bonn).

Takk og lov sleppur tú ongantíð umhvørvinum, tí vit kunnu sansa og sum menniskju eru felags um at kunna uppliva saman.

Hvør grundin í víðari merking er, fyri at grátt hugtekur so nógv, havi eg sjálvandi roynt at útgreinað. Og kanska finna vit eitt svar í teimum fysiologisku eyðkennunum, sum Goethe granskaði. Hann fann fram til at eygað sjálvt rúmar bæði ljós og myrkur - altso eru aktiv: er nógv ljós, roynir eygað at skapa myrkur við at lata seg aftur, og um ov myrkt er, skapar eygað ljós við at opna seg.

Tað er kanska banalt, men hevur stóran týdning, tá vit tosa um grátt og um viðurskiftini millum ljós og myrkur. Tá myndin hjá tær er vorðin ein "ikon" fyri mær, hevur tað havt sína rót í hesum "spæl". Í doktararitgerðini "Den farvede verden" (Jacob Wolf 1990) granskar høvundurin víðari í sporunum hjá Goethe, og umrøður eisini teir fysiologisku litirnar í sambandi við málningalistina, og har finni eg ein lykil til ein part av listaheiminum hjá tær:

"Det vågne øje viser, at det er levende ved, at det forlanger afveksling. det befinder sig altid i en tilstand af bevægelse fra det mørke til det lyse og omvendt. Øjet kan og må ikke forblive i en særlig, i en ved objektet specificeret tilstand. Det stræber mod en helhed, som det opnår ved selv at skabe en opposition til det, det påvirkes af. Det ekstreme sættes op mod det ekstreme, det mådelige sættes op mod det mådelige, øjet deler, og det forener, ved straks at forene det modstillede og stræbe mod en helhed i succession, såvel som i samtidighed.

Man kan komme ud for, at en sådan ideel helhed er skabt for øjet i det halvlyse, farveløse maleri, og det gør et overordentligt behageligt indtryk på øjet. Måske skyldes det netop, at her møder øjet en helhed, som det ellers selv skal frembringe, og som, hvis det lykkes, aldrig er i stand til at fastholde".

Tað er tann harmoniur - tann heild, sum man finnur í ?Gráur morgum?, og sum hevur vakt ans. Stór var frøin, tá eg varnaðist, at framsýningin millum mangt annað tekur henda tátt upp aftur. Ella vísur, at tú ongantíð hevur slept tí gráa heiminum.

"Háveturstið" (nr. 13 á framsýningini) er ein einastandandi mynd! Breið, djørv, rútmisk pensilstrók og djúpdarvirkandi glæringar - flata og rúm samstundis og ein rúgva av gráum litbrøgdum, - heilt uttan primerlitir, hóast grønt og gult kagar fram í heilt smáu brotum. Har er bæði kontrast, tí svart blandar seg uppí, men eisini harmoni. Og eg síggi tað sum eitt tað besta dømi uppá tað, eg áður havi umrøtt sum "det naturlige maleri".

Nakað av tí sama finni eg - burtursæð frá einum heilt spennandi ekspressivum klattuttum pensilarbeiði (taranum sjálvum) og einum heitum okkerdominsi - í tí frálíka "Hellugrót móti taranum"(nr 15 á framsýningini).

At taka dagar ímillum er ringt - tí framsýningin øll sum hon er, er av hægstu góðsku og eitt avrik, sum seint fera í gloymíbókina. Tí ongin ivi er um, at tú hevur megnað at endurnýggja teg og fevnir víðari enn eg áður havi sæð.

At enda komin, vil eg fegin tríva í tær mongu vatnlitismyndirnar ? sum eg gjørdist ovfarin av. Tú greiddi mær einaferð í 89 ógvuliga varin og sjálvkritiskt frá um tú málaði við vatnlitum (akvarel): "..tað føli eg ikki at duga til. Eg havi roynt akvarell enttá fleiri ferðir, og haldi ikki tað hevur líkst nøkrum eina einasta ferð (látur).?

Eg frøist yvir, at tú umsíðir hevur fingið áræði! Vinfólk í Århus greiddu mær fagnaðarrúsandi frá framsýningini í Galleri Profilen í februar 99, har tú sýndi framm vatnlitismyndir. Og eg havi síðani øvunda teimum upplivingina. Tað er eyðsynt, at tann føroyska áskoðarfjøldin eisini hevur tikið dygdina í hesi líttillatnu, men virtuosu litrannsóknum til sínum. Uttan mun til, um vit eru í teimu heitu økjunum (eg bleiv heilt burtur í teimum reyð-kopar-gulligu-akkordunum í nr. 31 "Fjall í koparlóga - hon er sfærisk og jarðbundin á ein heilt serligan hátt og minnir ikki sørt um tað litspæl, sum fer fram, tá Nólsoyggin roðar) ? ella í tí stillføra grá-kalda og meiri neutrala-skalanum (sum t.d. í tí hugtakandi nr. 30 "Vallari, steðga og sjá"), so eru avrikini einastandi, og enntá so nógv í tali!

Tey orðini, sum Henrik Wivel nýtti, í einum rósandi ummælið av Profil-framsýningin undir yvirskriftini "Færøsk vitalitet", kundu eins væl lýst vatnlitismyndirnar í Skálanum. Hann tosar m.a um "en med alderen vundet ny og anderledes umiddelbarhed? - og um vatnlitirnar serstakt, at: "Men det er en anden oplevelse at se Reyni som akvarel-maler, netop fordi hans maleriske gestus i så høj grad er forbundet med oliefarven, dens stoflighed og ælte. Men også den mere sarte, vandgennemlyste akvarel-teknik klæder Reyni, der forenkler, så de små billeders tegnkarakter bliver fremtrædende"(Berlingske Tidende 3/2-99)

Eg kann leggja aftrat at tað tekn-líknandi evni í fleiri myndum, t.d. nr. 34 "So vónrík og flugvandi glað tey fara framvið" og nr. 32 "Septembur 2000", minnir ikki sørt um kalligrafisku tusch-málningarnar, tú hevur málað fyrr. Men tekn-sambandið er eisini innihaldsligt í tann mun, at tað er dømi um ? sum Paul L Cour einaferð segði í ?Fragmenter af en Dagbog?: ?Vi må aldrig glemme, at alle kunstarters inderste sprog er tegnet. Det var ikke imitationen, men det gådefulde tegn, som vi fylder med al den menneskelighed, det kan bære".

Hetta er lættari sagt enn gjørt.

Bárður Jákupsson samanbar teg í røðuni í Norðurlandahúsinum herfyri við Hokusai, ein røða, sum eisini er endurgivin í skránni til framsýningina.

So kann eg eisini loyva mær, uttan at tú skal smæðast, at samanbera títt avrik innan vatnlitir við Turner, tá hann var bestur. Í teimum bestu myndunum ert tú heilt fjøðurkendur og lættur: ein, í mesta lagi tveir, litir ? ein flati ? nakrar fáar dynamiskar strikur og allíkavæl eitt fullborið verk. Eitt frálikt dømi er tann gul-gráa myndina nr. 30. Títt myndamál er so klart, sum ongantíð áður.

Mín heilsan er vorðin nóg so long. Men eg gevist ikki uttan eina lítla frágreiðing um, hvussu nøkur ungfólk upplivdu framsýningina. Í samband við lit-frálæru á miðstigi í evning (tey hava 4 tímar um vikuna) vitjaðu vit framsýningina. Tað var eyðsýnt, at tey flestu fordjúpaðu seg í vatnlitismyndunum. Vit høvdu júst lært fyribrigdini litkontrastir, ljósvirði og litgóðska. Flokkurin hevði eisini sæð filmin "Lyset, mørket og farverne" um harmonisku litlæru Goethes. Tá vit gevast fyri jól skulu vit síggja "Svartur Sannleiki? og tey skulu gera eina stutta skrivliga frágreiðing um eitt verk, sum tey sjálv dáma. Sum stikkorð, ella í telegrammstíli, um tey vilja. Fleiri gjørdu eisini lítskitsur, sum eg vóni tú fært høvi at síggja onkun dagin. Men tað, eg vildi siga var, at tey raka beinavegin inn á bein í tíni framsýning ?Formurin sjálvur minnir um ein ella tveir japanskar bókstavir", skrivaði ein næmingur um nr. 32 "September 2000" Og eg vil enda við at endurgeva eina næmingafrágreiðing, beint sum hon varð skrivað. Tað snýr seg um mynd nr. 34 "So vónrík og flúgvandi glað tey fara framvið", sum við øllum ungdómsins viðspælandi lyndi á besta hátt lýsir, at list og aldur ongi mark hava. Tað krevur "bara" eitt opið sinni av listamanni og áskoðara:


"Litirnar fanga eygað beinavegin. Í hesum bílætinum sær man tað beinanvegin - spælið ímillum tað heita og kalda-

millum lív og deyða

heystið og várið dansa saman

litirnir eru heitir og kaldir

myrkabláar feitar strikur

við eitt sindur av grønum, svørtum ella gráum uppií

kanska paynes-grey ella okkurt

linjurnar í hesum litinum eru beinar, kantutar

eitt sindur fýrakantaðar

niðast í høgru síðu er ein myrkur blettur

fýrakantaður næstan

ein mynd av einum manni

teir heitu litirnir hava runt skap

nógv røring - teir dansa nærum

ein mynd av eini kvinnu

hesir eru orange og reyðir

tey dansa saman

ljós og myrkur

dag og nátt

morgun og kvøld "


Eg hugsaði, at tú neyvan kundi fingið eina betri heilsan, eisini tí tað er so sjálvdan at listafólk fær høvi at hoyra aðrar røddir enn tær professionellu!

Enn einaferð: hjartaliga tillukku við degnum og ikki minni við teirri storfingnu framsýningini.

Jens Frederiksen er lektari við Føroya Studentaskúla har hann undirvísir í myndlist og donskum.

Jens hevur síðani 1982 gjølla fylgt við gongdini í listini hjá Ingálvi av Reyni og hevur skrivað tekst til skránna til framsýningina hjá Ingálvi á Bornholms Kunstmuseum í 1992.

Umframt at undirvísa arbeiðir Jens sum málari og hevur m.a. verið við á Várframsýningini síðani 1994.