Luksus og eitt stórt pengaforbrúk vil altíð elva til vanlukkur og tað er tað, ið vinnumálaráðharrin leggur upp til. Ruinin í Leynum, sum okkara politikarir vóru pápar til, tá Føroyar fóru á húsagang, sigst at hava kosta okkum skattaborgarum 50 milliónir. So kann forstandi siga einum og hvørjum, hvussu nógv restin, sum vinnumálaráðharrin borðreiðir við, vil koma at kosta.
Vóru kommunurnar í Vágum og Klaksvík fíggjarliga sterkar, við einum fólkagrundarlagið, sum ikki var nógv undir 20.000 hvør kommunan, so kundu tær verði við til at fíggja ein part av undirsjóvartunlinum, men so er ikki. Tær allarflestu kommunurnar í Føroyum, eru skuldarbundnar, eisini tær í Vágum og Klaksvík og tað eru tær sum, uttan at kenna búskaparligu fylgjurnar, rópa harðast upp um at fáa undirsjóvartunlar. Tingmanningin í Vágum og Klaksvík, hava í langar tíðir lametera sum býttlingar fyri at fáa yvirtalað samgongu og andstøðu til at verða við í einari verkætlan, sum hvørki fólkagrundarlag ella fíggjarliga orku hevur. Peningurin, sum bæði undanfarna og sitandi landstýri í áravís hevur knossast við at fingið til vega, sigst at verða komið upp á 160 milliónir. Tá tær 160 milliónirnar eru uppbrúktar, hvat so? Vinnumálaráðharrin hevur fyri langt síðani avdúka, hvussu lítið skil hann hevur fyri búskapið, tá hann fær seg til, av fullum álvara, at mæla til at fáa gjørt ein undirsjóvartunnil, sum skal ganga frá Toftum í Eysturoynni til Hvítanes á Streymoynni. Øll framskygd fólk síggja at tørvur verður á tveimum flogvøllum og um tit vilja skattaborgaranum væl, droppa tit øllum tonkum um gerð av undirsjóvartunlum. Brúki heldur peningin til nýggjan flogvøll ella til at fáa uttanlandaskuldina niður um tær 4-5 milliardir, sum hon sigst at verða á.
Í kvøld, 18. apríl hoyrdi eg at fígging til vágatunnilin var fingin til vega. Tað hevði verið áhugavert hjá okkum skattaborgarum at sæð í bløðunum, hvussu tann fíggingin sær út. Eitt vita vit, við hundrað prosents sikkurheit, at tað verða ikki bummpengarnir, ið koma at gjalda undirsjóvartunnilin aftur, tí fólkagrundarlagið er ikki til staðar.
Tað skulu túsundtals akfør um dagin til at niðurgjalda so stóra íløgu, sum ein tunnil um Vestmannasund kemur at vera. Eisini hoyrdist sama kvøldið, at fólk skuldi vera rædd fyri fullveldinum. Í mínari verð tykist tað ótrúligt, líka ótrúligt sum tað, ið hoyrist dagliga, at uttan milliardina frá Danmark er okkum ikki lív lagað. Allan handa sangin kunnu teir billa inn í smábørn og ikki inn í vaksin fólk, nú vit eru inni í ár tveytúsund. Líknandi sangur hoyrdist nógv av í 30?unum tá eg varð ungur, at um ikki Danmark forbarmaði seg yvir okkum við at keypa vín og frukt fyri tann fiskin, ið vit seldu til miðalhavslondini, so sótu vit køld og svong. Tann, sum trýr at danir lata okkum eina milliard av kærleika til Føroyar, er ógvuliga bláoygdur. Í 1918 taka íslendingar fullveldi, tað vil siga so mikið, at vit føroyingar standa 82 ár aftan fyri íslendingar, tað skal ikki vera nógv skeivt, at so er.
Eg kom at kenna Ísland ógvuliga væl, bæði fyri, undir og eftir kríggið. Ísland hevur ment seg ár eftir ári, alla tað tíð eg havi kent landið og síðan teir slitu seg leysar frá Danmark, er tað vorðið eitt av heimsins mest framkomnu londum. Tað er nógv fyri, man eigur sítt hús og heim, men landið hevur sambands- og javnaðarflokkurin latið staðið opið fyri dønum at hagreitt, sum teimum lystir. Hava danir hug at selja Føroyar, líknandi sum 1917 tá danir seldu Vestindisku Oyggjarnar til USA, ja, so góðtekur Sambandið og javnaðarflokkurin eisini tað, uttan at blunka.
Nú eru smá 54 ár liðin, síðan eg valdi loysing, 14. september 1946. Eftir hógvi stríð og klandur av tí sendinevnd, ið fór til Danmarkar eftir kríggið í 1945, gjørdust danir troyttir av at hava føroyingar gangandi malandi á Kristiansborg, sum ótangar. Danir settu tí eitt greitt uppskot at taka støðu til, soljóðandi: ynskja tygum loysing ella stjørnaruppskoti. Úrslitið bleiv klárt, loysingin vann valið, við 5638 atkvøðum og stjørnaruppskotið fall við 5454 atkvøðum. Hetta úrslit toldi hvørki sambandið ella javnaðarflokkurin, ei heldur danir. Nú fer svikarmyllan í gongd, vælmannað av Tvøroyra-, javnaðar og sambandspolitikarum, við hjálp frá dønum. Orlogsskipið Thetis fekk í skundi ordra at sigla til Føroya, at niðurberja okkum loysingarfólk. Kristian kongur, ið lá á deyðastrá, hálvur í ørviti bleiv eisini brúktur til at niðurberja føroyingar til tað lógliga val, sum danir sjálvir høvdu biðið føroyingar taka støðu til 14. september 1946.
Frá apríl 1940 til mei í 1945 var alt samband millum Føroyar og Danmark slitið og hóast føroya løgting ikki hevði fult harra-dømi á tí enska valutainum, sum tey føroysku skipini forvunnu við at selja fisk á tí bretska marknaðinum, fingu teir nokk til at vit so spakuliga sluppu burtur úr tí vesaladómi, sum vit høvdu verið bundnir til í hundradavís av árum, har danir einsamallir høvdu havt ræði í Føroyum. Fyrst tá kom ferð á búskapin, sum hvørki fyri ella eftir tða, hevu blóma sum tað tíðina bondini millum Føroyar og Danmark vóru slitin. Tað kann sláast fast við sjeytumma seymi. Minnist eg rætt, áttu vit 80 milliónir í bretskum bankum í 1945, skuld var eingin.
Fimmhálvtrýss ár seinni hava vit skuldarbundi Føroyar til at gjalda 323 milliónir árliga, í eitt tjúguára tíðarskeið, til tann danska statskassan og eina skuld hangandi yvir okkara heysar uppá 4-5 milliardir, ja soleiðis hava hesi 54 árini roynst, meðan danir og sambandið við javnaðarflokkinum á odda hava arbeitt sum úlvar á skóg ímóti fólkaviljanum 14. september 1946. Er tað ikki upp á tíðina at fólkaviljin 14. september 1946 verður til veruleika í ár 2000, áðrenn nøkur onnur fólkaatkvøða verður send út til fólkið.
Eg kann minnast eldri fólk, sum nú hvíla undir grønu torvu, hvussu ótrygg tey vóru, nú kríggið fór at halla í 1945. Við tí politikki, ið sambandið og javnaðarflokkurin høvdu ført øll krígsárini, føldi eg meg nógv tryggari tað tíðina eg sigldi vandasjógv undir krígnum, enn við at lata framtíðarstøðu Føroya upp í hendurnar á Sambandinum og javnaðarflokkinum. Tað er eisini prógva at hesi 55 árini eftir kríggið, tá bondini millum Føroyar og Danmark vóru knýtt saman, hava verið sera dýr fyri okkum føroyingar. Eg eri vísur í, at um forholdið Danmari?Føroyar bleiv hegnisliga lagt fyri ein altjóða rætt, so varð tað Danmark, sum hevði staðið sum tapari, við at hava verið tann stóri, ið spenti beint fyri tí lítla, sum vann frælsi 14. september 1946.
Mass Andrias Fitjar
Vestmanna 14. mei 2000