Sambært Sosialinum í gjár, varð eingin javnaðarkvinna send til Grønlands á kvinnuráðstevnu hjá Útnorðurráðnum, tí formaðurin í tingbólkinum ikki metti flokkin hava fíggjarliga orku til ferð og uppihald fyri eitt føroyskt javnaðarumboð.
Fólkaflokkurin rindaði fyri Rúnu Sivertsen og Løgtingið fyri teir flokkar, sum frammanundan hava kvinnur valdar.
Kom ikki óvart á
Tað eru ikki sørt skakaðar og flóvar javnaðarkvinnur, sum vit koma á tal við, tá vit ringja runt í morgun.
Hjá Eyðgunn Samuelsen, býráðslimi í Klaksvík, kendist tað sum lagnunnar speisemi, at lesa um korini hjá kvinnunum í Javnaðarflokkinum sama dag, sum hon varð vald at vera nýggj forkvinna í nevndini, sum skal virka fyri, at fleiri kvinnur verða við, har politisku avgerðirnar verða tiknar.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at flokkurin als ikki hevur nakað miðvíst javnstøðuarbeiði og hon vónar, at flokkurin kanska fer at fáa gagn av nevndini, sum skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur í politikk.
Samstundis viðgongur Eyðgunn Samuelsen, at tað tíverri ikki kom óvart á hana, tá hon hoyrdi, at ongin javnaðarkvinna varð send til Grønlands, tí tað er ein sanroynd, at flokkurin raðfestir ikki kvinnurnar í flokkinum, nú ongin kvinna er í tingbólkinum. Og hon væntar og vónar, at tingbólkurin tekur hetta málið upp, so ein slík støða ikki kemur í aftur.
- Tað er avgjørt ein spurningur um raðfesting av fíggjarligu orkuni og flokkurin hevur sjálvsagt ráð til at senda eina kvinnu til Grønlands, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Fólkaflokkurin yvirhálar Javnaðarflokkin
Mamy Dahl Sørensen, sum hevur havt sæti á tingið einar 20 ferðir sum varakvinna, og tískil helst var best skikkað at verða send til Grønlands sigur, at tað líkist púrasta ongum, at Javnaðarflokkurin av øllum ikki sendir eina kvinnu til Grønlands.
- Um flokkurin veruliga gongur inn fyri javnstøðu í øllum lutum í samfelagnum, má hann eisini vísa tað í verki, sigur hon.
- Tað er ongin ivi um, at floksleiðslan fer at taka hetta málið upp. Tað er vanærulig skomm at Fólkaflokkurin yvirhálar Javnaðarflokkin á javnstøðuøkinum. Flokkurin hevur ikki raðfest javnstøðuna, og tað er hetta sum vit síggja úrslitið av nú. Viljin var snøgt sagt ikki til staðar, soleiðis er tað, sigur Mamy Dahl Sørensen, sum ljóðar ikki sørt troytt av Javnaðarflokkinum.
Einoygt fólkaræði
Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, umboðaði Javnaðarflokkin tá ráðstevnan var í Føroyum í 2004. Elin harmast eisini um, at ongin kvinna var send til Grønlands, og hon sigur, at hetta sigur so ómetaliga nógv um hugsunarháttin í Javnaðarflokkinum.
- Sum íslendingar plaga at taka til, so hava vit eitt einoygt fólkaræði í flokkinum, sigur Elin Lindenskov, sum heldur, at Javnaðarflokkurin átti at vera fremstur á javnstøðuøkinum.
- Um talan var um eitt mannfólkamál, so hevði ongin ivi verið um at senda umboð avstað, sigur Elin, sum sigur, at flokkurin sjálvsagt hevur ráð til at senda eina kvinnu til Grønlands, sigur Elin Lindenskov. Og hon minnist aftur á tíðina, tá javnaðarkvinnur vóru virknar og peningur varð settur av til norðurlendskt samstarv á javnstøðuøkinum, har Javnarðarflokkurin hevði ein virknan leiklut.
- Hetta var um tað mundi at Marita Petersen, sála, var forkvinna í flokkinum, og tað má sigast at arbeiðið var ómetaliga gevandi, sigur Elin Lindenskov, sum nú heldur at tað bara gongur skeiva vegin.
Hetta er ikki einasta dømi um, at javnstøðuspurningurin ikki verður raðfestur av umboðum floksins, sigur Elin Lindenskov, og hon vísir til, tá landsstýrið varð skipað, at flokkurin ikki megnaði at fáa eina kvinnu valda í tingið og seinast tá umboð skuldu setast í Visjón 2015 bólkarnar.
- Vit hava nógvar væl skikkaðar kvinnur í flokkinum, men vit hava ikki tað innlit, sum vit kundu hugsað okkum, tá vit ikki hava sess í landsins leiðslu, sigur Elin, sum ætlar at venda sær til flokkin og fáa eina frágreiðing um málið.
- Eg vil hava at vita, um teir yvirhøvur skoyta um okkum, sigur Elin Lindenskov.
Starvsnevndin óvitandi
Javnaðarflokkurin er soleiðis skipaður, at ovasta leiðslan er starvsnevndin, har eitt nú Helena Eliasen er 2. forkvinna. Tá vit ringja til hennara, hevur hon ongantíð hoyrt um málið, og tað kemur dátt við hjá henni at hoyra um tað. Helena undrast á, at starvsnevndin onki hevur hoyrt um málið, og at tey ikki hava havt møguleika at taka støðu til tað. Hon heldur, at starvsnevndin avgjørt hevði verið fyri at senda eina kvinnu til Grønlands, um hon hevði havt innlit í málið, og at tað hevði borið til at funnið eina loysn á tí peningaliga spurninginum.
- Tað er ein sannroynd at vit brúka ov lítla tíð, orku og pening til politiska arbeiði ímillum valini, og her hugsi eg serstakliga um leiklutin hjá teimum ungu og hjá kvinnum í politikki, sigur Helena.
- Vit hvíla í, at flokkurin er solidariskur, men vit vísa tað ikki í verki. Tí mugu vit markera okkum nógv meira, sersliga tá tað snýr seg um javnstøðu, sigur Helena, sum ætlar at taka málið upp í starvsnevndini, og at fáa eina frágreiðing frá tingbólkinum.
--
Óvirkin tingbólkur
Sambært John Johannesen, tingmanni, hevur málið um kvinnuráðstevnuna ikki verið til viðgerðar í tingbólkinum, hóast allir helst hava havt vitan um málið.
- Men vit hava ongantíð tikið eina felags avgerð og kemst tað helst eisini av, at tað eru so fáir fundir í bólkinum, sigur John Johannesen, sum heldur at flokkurin átti at funnið pening til kvinnuráðstevnuna onkrastaðni, og hann sigur seg ikki skilja, at Kristian Magnussen hevur tikið avgerð í málinum, uttan at ráðføra seg hjá hinum.
Men hava kvinnurnar ongan góðan í tingbólkinum, spyrja vit John. Og hann viðgongur, at tað helst kundi verið væl betur.










