Nær er sjónleikur list og nær er sjónleikur politisk list ella demagogi?

At sjónleikur sum list kann kveikja hugin og vísa á gongdar leiðir í annars torrgongdum og tabuløgdum loynistíggjum, eru teir tveir seinastu sjónleikirnir hjá Grímu: Ginusøgur og List gevandi dømir um, og sum vit øll kunnu læra nógv av.

Ginusøgu leikurin
Kontroversielli Ginusøgu sjónleikurin - leiktur av trimum ginuumboðum - hevur gingið fyri fullum húsi bæði í Havn, Fuglafirði, Skopun og annars runt um í Føroyum. Áður tabulagdi ginu-sfæru-existensurin verður í vælleikta leikinum bevístgjørdur í hugaheimi áskoðarans, sum fær innlit og harvið møguleika fyri at kunnu virka aktivt og frælst í egnari óheftari støðutakan innan økið.
"Ein kensla, sum er ein passiv støða, heldur uppat at vera ein passiv støða, so skjótt sum vit gera okkum eina týðiliga idé ella hugmynd um hana," (Spinoza í Ethica 1677), ella við øðrum orðum so er reelt innlit ein forteyt fyri frælsi á økinum.
Í gomlum døgum vóru ginuumboð brend á báli, um tær tordu at gera vart við seg, men hesaferð vóru tað tær, sum festu í okkum. Kært barn har mange navne, og Ginusøgurnar eru onki undantak í so máta. Ikki færri enn 41 systirnøvn hava tær funnið til ginu, og helst verður okkurt teirra at finna í næst útgávuni av orðabókini. Hetta er eisini kærkomið, tí føroyska orðabókin frá 1998 er sera kørg á økinum. Á síðu 891 stendur enntá tað hjá kvinnu og manni at hava samanfallandi navn.

Leikurin List
Leikurin List er annarleiðis. Har er tað ein uppgerð millum tríggjar vinmenn um ein hvítan málning, sum ein teirra hevur ognað sær fyri ein sera høgan prís. Teirra ymiska fatan av málninginum og hvat list er, setir teirra gamla vinarlag uppá ein harðan prøva. Uppgerðin teirra millum er bersøgun og inniheldur alt frá eirindarleysari egoistiskari sjálvsuppfatan til eltibløðru samleika, sum verður meistarliga væl lýst av teimum trimum mannligu leikarunum. Flestu okkara munnu kenna seg aftur í onkrum av tí sum fer fram á pallinum, og helst fylgir einhvør hugfrøðislig spegilsmynd við okkum heim.
Í einum leikbroti verður beinraki sagt, at: "Vit vita øll, at list er ikki sannleiki. Listin er ein lygn, sum fær okkum at fata sannleikan, í øllum førum tann sannleikan vit hava møguleika til at skilja." (Pablo Picasso).
Hetta er ikki meint sum nakað ummæli, men heldur ein roynd at vísa á at omanfyri nevndu sjónleikir sum list eru mennandi fyri okkara dialektisku sjálvsuppfatan og gevur áræði til meiri sjálvstøðugt og tilvitandi at taka støðu í lívsins ymisku viðurskiftum. Sjónleikur sum list stimbrar og uppbyggir, meðan sjónleikur sum politisk list ella demagogi niðurbrýtur og einsrættar.

Sjónleikur sum politisk list ella demagogi
Síðani 1998 hevur ein einsmansleikur við eyðsýndari politiskari list ella demagogi verið spældur á okkara heimliga politiska palli.
Hesin politiski einmansleikur tekur støði í tí stagneraðu og einføldu uppfatanini av uppgerðini millum Føroyar og Danmark í tíðini beint eftir seinna heimsbardaga. Í leikinum skulu Føroyar strax loysa frá Danmark, og stovna sítt egna fría, frælsa, óhefta, uttanveltaða, neutrala, solidariska, autonoma og fríða Frælsisríki Føroyar. Við hjálp av liviligum útjaðarastuðuli, øktum effektiviteti og kanska olju skal ríkið vera sjálvfiggjandi, og allir føroyingar skulu fáa eitt betri og virðiliga lív.
Men ein myta er sum sigur, at ein sambandsdreki liggur og bølir yvir frælsisskattinum á gáttina inn í Frælsisríkið og forðar fyri tí nýggja ríkinum. Varaløgmaður var tann fyrsti til ítøkiliga at gera eina roynd at vísa á sambandsdrekan, tá hann skrivaði bókina: "Myten om rigsfællesskabet" (2000).
Í síni ótroyttuligu roynd at gera av við sambandsdrekan eydnaðist tað umsíðir varaløgmanni at særa drekan, men onki frælsisgull varð funnið. Tað vísti seg seinni, at mytan um sambandsdrekan var ein hvørvisjón, sum varaløgmaður hevði havt, tá hann sá vælferð Føroya fólks í drekahami.

Intentión og veruleiki
Samanbera vit intensiónirnar í politiska einmansleikinum frá 1998 við veruleikan, so er stórur munur á. Leikurin skuldi eftir ætlan geva eitt stórt yvirskot (frælsisgullið), men frá 1. januar 2002 hevur leikurin givið eitt árligt hall uppá 366 mill. krónur, sum Føroya fólk nú skal gjalda. Hetta er ein stór byrða at leggja á Føroya fólk minni enn 10 ár eftir at landi fíggjarliga kollsilgdi, og enn hevur multipla milliardalánið hangandi yvir sær, alt meðan varaløgmaður dusar sær við fastfrystu restini av blokkinum hjá "særda sambandsdrekanum", 600 mill. krónur árliga.
Tær 366 mill. krónur, sum varaløgmaður lat bløða burtur, høvdu annars verið hentar nú fíggjarlógin 2003 er fyri, og fíggjartrot er á bæði einum og øðrum. Henda upphædd hevði eisini rokkið til ein nýggjan Smyril ella eina norðoyar tunnil hvørt ár ella fyri tað eitt nútímans vælútgjørt sjúkrahús. Og nú hava vit ikki ráð at keypa innmat fyri 50 mill. krónur til nýggja sjúkarhúsið í Havn, sum helst kemur at standa tómt í áravís.

Politiskur effektivitetur
Hóast lyklarorðið í politiska leikinum er effektivitetur, so eru útreiðslurnar til almennu fyrisitingina síðani 1998 meir enn tvífaldaðar. Samanbera vit Løgtings- og Landsstýrismanning við tilsvarandi í Danmark eftir fólkatalinum, ( Danmark hevur um 100 ferðir fleiri fólk enn vit ), so er heldur ikki nógv at heinta har í effektiviteti. Okkara 32 løgtingslimir svara til, at Fólkatingið skuldi havt 3.200 limir, men tað klárar seg við 179 limum. Okkara landsstýri hevur 9 limir, og tað hevði svarað til at danska stjórnin skuldi havt 900 ministarar, men hon hevur vanliga um 20 limir, og í útjaðarøkinum brenna vit framvegis ullina uttan umhvørvisgóðkent roykfiltur!!!!

Nationalromantisk surrealisma í postkommunistiskum regi
Sum tema umboðar politiski einmansleikurin eitt slag av "nationalromantiskari surrealismu í postkommunistiskum regi", ið annars mest er at síggja í tilafturskomnum londum. Mann kann so spyrja, hvat fyri slag av frælsi ein slíkur leikur kann bjóða føroyingum, eftir at kommunisman sum stjórnarskipan hevur vísti seg at vera ein frælsistáta? Eisini havandi í huga tað ignoranto atferð ella strutsaframferð sum verður sýnd tí miðsavnandi frælsisrørslu, sum hevur tikið seg upp í Europa síðani seinna heimsbardaga, og hevur útklakt bæði NATO og EU.
Eitt isolerað mini ríki er eitt anakronistiskt fyribrigdi í dag, nú felags samexistensur og globalisering eru vorðin ein partur av okkara samleika. Uttan neyvt samstarv og fíggjar-ligt atlit skal meira til enn ein fjepparaskarði av skúlaungdómi og litterert loys-ingarhugaðum verbalekvilibristum, til at geva Føroya fólki størri per-sónligt frælsi og vælferð enn tað vit hava.
Kanska er hetta eitt tema fyri Grímu at taka upp til næsta vetur, tá virkningurin eftir Ginusøgurnar hevur lagt seg.
Eftir er bert at vóna at Føroya fólk nú hevur fingið politiskan sjónleik fyri alla pengarnar, tí sjálvt eftir leiklok verður gjaldið fyri henda politiska einmansleikin framhaldandi 366 mill. krónur um árið umframt tær ætlaðu hundraðtals yvirtøkumilliónurnar.
Latið tey í Grímu um at spæla sjónleik, tí tað eru tey góð til. Okkara fólkavaldu landspolitikarar áttu heldur at koncentrerað seg um at føra ein savnandi politik, sum ikki í misskiltari loysingarhugmóð undirgravar tað samhalds-fasta í føroyska samfelagnum, har virðiligt pláss og vælferð eigur at vera til okkum øllum.