Føroyar halda tørn

Málmøguleikarnir hava verið fáir, og spælbýtið hevur í fyrra hálvleiki verið rættiliga javnt

Italski dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki á Tórsvølli.

 

Tað er framvegis málleyst, og talan hevur ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar.

 

Síðstu fimm minuttirnar undan steðginum hava kekkar tó verið tvær ferðir í góðari støðu, uttan at tað er eydnast at royna ímóti føroyska málinum, har Mattias H. Lamhauge higartil hevur verið so at siga arbeiðsleysur.

 

Í onkrum løtum hava føroyingarnir megnað at hava tak á bóltinum og spælt saman á mótstøðuhálvuni.

 

 

 

Føroyar – Kekkia kl. 17.00

 

Dómarabólkur úr Italia: Andrea Colombo, Giovanni Baccini, Davide Imperiale og Luca Pairetto (4. dómari)

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Martin Agnarsson, Arnbjørn Svensson, Noah Hans Mneney, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð, Meinhard Egilsson Olsen, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen og Jákup Biskopstø Andreasen.