Fyrsti føroyski kvinnuligi flogskiparin nakrantíð

Fyri einum lítlum mánaði síðani fingu Føroyar sín fyrsta kvinnuliga flogskipara nakrantíð. Talan er um 23 ára gomlu Káru Dam, sum hevur lært til flogskipara í Spaniu, og nú hon er komin heim, fer hon at flúgva fyri Faroe Jet

FLOGSKIPARI

Kára Dam býr á Norðasta Hornið í Havn. Hon er 23 ára gomul og er júst heimkomin til Føroyar eftir lokna útbúgving sum flogskipari. Og er hon tann fyrsta føroyska av sínum slag.
Í løtuni er hon í Føroyum, men skal hon til Turkalands um ikki so langa tíð, har hon skal skal umskúlast í tríggjar vikur, soleiðis at hon kann byrja at flúgva fyri Faroe Jet síðst í juli mánaði.
Royndi seg sum flogterna
Tá Kára varð liðug í framhaldsdeildini fór hon á FHS, og síðani tók hon Hægri Handilsskúla. Síðani arbeiddi hon hjá Føroya Tele í eitt lítið ár, áðrenn hon gjørdi av fara til Spaniu á málskúla. Í Spaniu var hon í knappliga eitt hálvt ár, og dámdi henni sera væl. Tá hon kom heim, fór hon aftur í starv hjá Føroya Tele, men tá var hon longu farin at spæla við tankan um at læra til flogskipara.
Kára gjørdi so av at royna seg sum flogterna í eina tíð, áðrenn hon tók nakra avgerð um hon skuldi søkja á flogskiparaskúla.
Eg helt tað vera ein góðan máta at royna hvussu tað var at flúgva dagliga. Við at flúgva við sum flogterna fekk eg eina góða hóming av, hvussu arbeiðsumstøðurnar vóru og hvussu tað var at hava sítt arbeiðspláss í luftini, greiðir Kára frá.
Og Káru dámdi væl lívið í luftini. So mikið væl, at hon gjørdi av at søkja inn á ein flogskiparaskúla í Spaniu. Henni dámdi væl landið frá tí hon var á málskúla har, og av tí, at stuðulsmøguleikarnir eru munandi betri, um tú fert at lesa uttanfyri norðanlond, so var tað ein løtt avgerð at taka, at tað skuldi vera í Spaniu, at hon skuldi lesa. Bæði familja og vinir vóru rættiliga ivingarsom um ætlanir hennara, men sló ikki Káru út, tvørturímóti. Eg haldi, at tað onkursvegna sannførdi meg um, at hetta var nakað eg mátti klára, sigur Kára smílandi.
Áðrenn Kára fór til Spaniu, setti hon seg í samband við Petur Borgarlíð, sum gekk á júst tí skúlanum, Kára ætlaði sær á, og prátaði hon við hann um skúlan og kringumstøðurnar annars. Petur er liðgur á skúlanum og flýgur nú fyri Atlantic Airways, og nú Kára eisini er liðug, er ein annar føroyingur, Geir á Lofti, byrjaður á sama skúla.
Vandu millum vanliga flogferðslu
Skúlin Kára hevur lært á liggur í Manises, sum er ein forstaður í stórbýnum Valencia. Skúlin var býttur í tveir partar; tann spanski parturin og altjóða parturin. Kára fór á altjóðapartin, har undirvísingin var á enskum.
Níggju næmingar vóru á hennara flokki, og harav tvey konufólk; Kára úr Føroyum og hin úr Portugal. Hetta var rættiliga óvanligt, at heili tvey konufólk vóru í einum flokki, men síðani eru fleiri konufólk eisini byrjaði á skúlanum, fortelur Kára okkum.
Á skúlanum var frálæran varð skipað á tann hátt, at tey aðru hvørja viku høvdu skúlagongd fyrrapart og so flúgving seinnapart, og aðru hvørja viku var tað umvent. Til tíðir var talan um rættiliga, rættiliga strævin tíðarskeið, meðan tað aðrar tíðir var meiri róligt og avslappað. Í so máta minti tað ikki sørt um vanliga skúlagongd, har onki er at gera til tíðir, og so brádliga er ein øgiliga rúgva at gera.
Tað, sum ger útbúgvingina hjá Káru eitt sindur øðrvísi, enn flestar flogskiparaútbúgvingar, er, at teirra skúli brúkti ein altjóða flogvøll, tá tey skuldu flúgva. Vanligt er, at skúlarnir eru knýttir at onkrum minni privatum flogvølli, men so var ikki á teirra skúla.
Vit flugu millum vanligu flogferðsluna frá fyrstan tíð, og tað er ikki vanligt á øðrum skúlum, vísir Kára á.
Sjálva flogskipara-útbúgvingina hevur Kára tikið upp á hálvtannað ár, og hevur hon 70 tímar í simulator og 145 tímar veruliga flúgving við sær í skjáttuni, nú hon verður umskúla til flogfarið hjá Faroe Jet.
Tað er eitt krav, at tá tú fert undir at flúgva eitt nýtt flogfar, so skalt tú umskúlast í seks vikur. Eg havi verið tríggjar vikur í Svøríki, og skal nú tríggjar vikur til Turkalands, har seinni parturin av umskúlingini fer fram, og so eri eg klár, sigur Kára brosandi.
Fantastiskar upplivingar
Nú Kára er heima í Føroyum, liðug útlærd sum pilot, og bara manglar seinna partin av umskúlingini til flogfarið hjá Faroe Jet, so kann hon líta aftur um bak á eitt fantastiskt tíðarskeið, við eini ørgrynnu av upplivingum. Spurd um, hvørjar upplivingar hon serliga minnist væl, nevnir hon tvær.
Í november í 2003 var eg ein flogtúr saman við Hans Hansen í hansara lítla flogfari. Vit flugu runt uppi yvir Føroyum, og har slapp eg at royna meg eitt sindur. Tað var ein fantastisk uppliving, sum sannførdi meg um, at hetta var tað eg vildi, greiðir Kára frá.
Ein onnur uppliving sum stendur sera frammarlaga, er fyrsti túrurin eg fleyg púra einsamøll. Tað hendi í samband við, at vit vandu at lenda. Touch and go, verður tað kallað, har vit flúgva runt og bara skulu niður á vøllin at nerta við, og so uppaftur. Tá vit so lenda einu ferðina, boðar flogskiparin, sum var við mær, frá, at hann skal út. Hann sigur so við meg, at nú skal eg royna meg einsamalla. Tað gekk fantastiskt, og eg fekk ongantíð tíð at stúra, so eg minninst bara, at tá ið eg lendi og kom út úr flogfarinum vóru bein míni sum gelé, og kenslan eg hevði í kroppinum var einastandandi. Tað kann kanska samanberast við at koyra bil fyrstu ferð, og so bara falda tað við 10 ella 100, sigur Kára flennandi.
Viljin drívur verkið
Síðst í juli skal Kára so ætlandi fara undir at flúgva fyri Faroe Jet. Hon er fullgreið yvir, at lívið sum flogskipari til tíðir er sera strævið. Flogskiparar eru nógv burtur heimanifrá, men tað er Kára eisini fyrireikað uppá.
Nú havi eg verið burtur í knappliga tvey ár, og tað harðasta var at byrja við, og so venur tú teg við tað. Men møguleikarnir at samskifta eru so fantastiskir í dag, har vit hava webcamera og scype, sigur Kára. Samstundis leggur hon eisini eina við, at hjá henni er tað viljin, sum drívur verkið, og at hon gleðir seg at byrja at flúgva fyri Faroe Jet.