Skotar hava vunnið rættin til at stjórna sær sjálvum

Sekstiátta ár eftir føroysku fólkaatkvøðuna, sum sambands­flokkarnir skipaðu fyri og lupu frá hin 14. sept. 1946, leita skotar sær nú til valborðini hin 18. sept. 2014 í somu ørindum

Hergeir Nielsen, fyrrverandi løgtingsformaður og landsstýrismaður
---

Vit kenna teir best gyrdar við kilti um lendarnar blásandi í sekkjapípur sum høgt undirhaldsvirðið á yms­um samkomum.
Men eingin ivi er um, at nógvur álvari hevur ligið í búnað og tónleiki upp gjøgnum tíðirnar, tá barst hevur verið fyri rættinum til egið lív í egnum landi.
Nógv blóð er flotið, og nógvur órættur hevur valdað øll hesi mongu ár, men nú sæst so fyri ein­um enda á hesum stríði.
Skotar skrivað sína parla­men­tar­isku søgu heilt aftur til 1235, og vóru teir sínir egnu fram til 1. mai 1707, tá ið lagt varð saman við bretum undir heitinum Kongsveldi Stórabretlands.
Teir vóru síðani stýrdir úr London fram til 1999, tá ið teir fingu endurreist sítt egna parlament eftir eini fólkaatkvøðu 11. sept. 1997.
Skotski tjóðskaparflokkurin, Scottish National Party, SNP, gjørd­ist stórsti flokkur á valinum í 2007, og fekk reinan meiriluta á tingi fýra ár seinni við 69 av 129 ting­monnum.
SNP er umboðaður í bretska undirhúsinum og evropaparla­ment­inum, og so sjálvandi eisini í Holy­rood, har skotska parlamentið húsast.
Skotar hava nú vunnið rættin til at stjórna sær sjálvum, siga skotar, nú teir fara til valborðini 18. sept. 2014.
Fýra dagar og sekstiátta ár eftir føroysku fólkaatkvøðuna, sum sam­bandsflokkarnir skipaðu fyri og lupu frá hin 14. sept. 1946, leita skotar sær nú til valborðini at taka støðu til skotskt fullveldið, og verður hetta tað nærmasta, vit før­oyingar koma einum blaðungum nýskipaðum fullveldi í okkara tíð.
Runnir úr somu rót, hava føroy­ingar, sum eru næstu grannar skota, kortini lítið og einki politiskt sam­band havt við upphav teirra fyri sunnan.
Framkomin gransking í íleg­unum sigur okkum, at føroysku kvinn­urnar í stóran mun koma haðani, meðan føroyskir menn hava fleiri ílegur úr skandinavisku lond­unum.
Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, lovaði eina fólkaatkvøðu á seinasta parlamentsvalivalið, og nú flokkurin fekk reinan meiriluta á tingi verður henda fóllkaatkvøða ein veruleiki.

Stóra Bretland gerst Lítla Bretland
Gongur fólkaatkvøðan skotska tjóð­skaparflokkinum, SNP, til vildar, missir Stóra Bretland ein stóran og týðandi part av landa- og havøki sínum. Tað sum eftiri er, skulu vit kalla tað Lítla Bretland, fer tá bert at vera ein viðfáningur av hin­um fyrr so kenda stórveldinum sunnan fyri okkum.
Eftir verður tá bert hitt kenda kvæðið úr gomlum døgum: ”Rule Britannia, Britannia rule the waves...” og er GB tá endaliga farið í søg­una sum heimsveldið.
Avtalan um, at so skal verða, varð skjalfest í okt. 2012, og eru partarnir nú av álvara farnir undir at hvessa sær sjónarmiðini fyri og ímóti fullveldinum.
Hvussu skotski og bretski ger­andisdagurin so sær út dagin eftir fólkaatkvøðuna fáa vit at síggja, men avtalað er, at bæði bretar og skotar fara at fylgja fólksins rødd tann 18. sept. í ár, tá ið fólkaatkvøðan verður hildin.
Spurningurin, ið støða skal tak­ast til er stuttur og greiður. “Vilt tú, at Skotland gerst fullveldi? – ja, ella nei.”
Allir skotar niður í sekstan ára aldur, búsitandi í Skotlandi og oyggj­unum uttanfyri, men ikki skotar búsitandi í Bretlandi, fara nú at taka støðu til henda spurning.
Eins og gjørt varð í Føroyum, so hava skotar eisini skrivað eina Hvítbók um gongdina fram ímóti fullveldi.
Drotningin, Elisabeth II, verður monarkur, Bank of England sentral­banki, og bretska pundið verður valuti.
Eisini er ætlanin framhaldandi at vera partur av EU, og roknað verð­ur við, at einar níti skotskar am­bassadur og konsulát verða latin upp kring heimin.
Roknað verður við framhaldandi stórum inntøkum frá olju og gassi úr keldunum norðanfyri Skotland og vestan fyri Hetland, har 90% av bretsku ráevniskeldunum nú koma at liggja í skotskum sjóøki.
Í verju - og trygdarpolitiskum høpi er framvegis ætlanin at vera partur av NATO, men við egnari trygdartænastu.
Hinvegin, er ikki ætlanin long­ur at leggja rygg til stóru atom­vápna­goymslurnar, sum bretar hava liggjandi umborð á kavbátum í skotskum øki.

Bleytu virðini týðandi táttur í frælsisstríðnum
Nógv umrøða hevur verið um bleytu virðini, og er ætlanin at kollvelta fleiri av verandi skipanum. Ma. verður miðað eftir, at trý- fýra ára gomul børn fáa tríati tíma barnaansing um vikuna, ella 1140 tímar um árið, so at kvinnurnar sleppa út á arbeiðsmarknaðin.
Konservativu sjónarmiðini siga hinvegin, at kvinnurnar skulu vera heima og ansa børnunum, tí at kostnaðurin fyri barnaansing er alt ov høgur.
Meðan brúkaragjøld eru løgd á víðari útbúgvingar við úti við 100.000 kr. um árið, lovar SNP nú kostnaðarleysar útbúgvingar fram­yvir.
Frælsið skal brúkast til at styrkja og kollvelta sosial- og útbúgv­ingar­politikkin hjá bretum, siga stríðs­fúsir og víðskygdir skotar, nú teir ætlað sær at taka ræðið í egnum landi.
Sambandsflokkarnir sita í and­róðri og royna at doyva gyltu ætl­an­irnar hjá frælsisrørsluni, og dyrgir afturhaldið soleiðis eisini her eftir sínum atkvøðum.
Sagt verður ma., at eitt frælst Skotland fær eitt búskaparhol upp á 1,9% av BTÚ, og at hetta fer at elva til stórar fíggjarpolitiskar skerjingar og skattahækkingar.
Hinvegin verður ført fram, at Skotland gerst eitt nýtt oljunoregi, sum í sosialpolitiskum ljósið har­afturat gerst nógv javnari og betri enn tað samfelag, sum í dag verður stýrt úr Westminster í London.
Skilligt er, at umráðandi er at hvessa sjónarmiðini, hvør hjá øðrum, meðan ein veruleikin er, at nógv av faktisku viðurskiftunum ikki eru kend til fulnar fyrrenn aftan á fleiri samráðingarumfør við viðkomandi partar.
Stríðið um Skotland stendur í hægsta blóma, og ikki er tað sørt, at vit, næstu grannar teirra, kenna fleiri av sjónarmiðunum aftur frá okkara fullveldistíð, sum tíverri ikki bar á mál í tí umfarinum.

Vinstra- og høgravend sjónarmið
Skotar liggja longur til vinstru enn bretar annars, og teir eru ikki serliga væl nøgdir við høgravendu stjórnirnar í Westminster. Stóru skerjingarnar og áhaldandi ágang­urin móti EU hóvar teimum ikki.
Frælslyntir skotar eru sannførdir um, at tað finst ein valkostur til ta høgravendu neoliberalu kósina, sum høgra- og fyri so vítt eisini vinstravenda síðan í Westminster stendur fyri.
Á sambandssíðuni, bæði í Holy­rood og Westminster, halda Labour, Liberaldemokratar og Kon­servativir, at Ongland, Wales og Norðurírland standa sterkari, standa tey saman, og at Skotland gerst fátækari og veikari, um fólka­atkvøðan gerst veruleiki.
Meðan skotar taka tað sum eina sjálvfylgju, so sigur Westminster seg als ikki hava góðtikið, at Skotland fer avstað við oljukeldunum í Norð­sjónum.
Skotland fekk heimastýrið við nógvum desentraliseringum, með­an Tony Blair sat sum for­sætis­málaráðharri, og um tvey ár fær skotska heimastýrið eisini víðkaðar heimildir til at taka upp lán og krevja upp skatt.
Men- hesum bíta skotar ikki á. Eingin ivi er um, at teir saktans fóta sær, um teir vilja tað sjálvir, hóast nógv tjak framvegis er um, hvussu búskaparligu útlitini eru, grundað ma. á Hvítubók teirra og grundað á búskaparfrágreiðingina frá IFS, Institute for Fiscal Studies.
Føroyingar mistu tíverri sín gylta fólkaræðisliga møguleika av hondum eitt andarhald fyri tíggju árum síðan, men fara teir vónandi sum skjótast at taka upp annan tátt og at vinna landi og fólki virðilig og mannsømulig kor – og tað er ongan­tíð ov skjótt at taka upp henda tátt aftur.
Nú Vinnunevndin hevur verið í Kina og hugt eftir, um Múrurin er í seyðhøgum standi, var tað hugsandi, at Uttanlandsnevndin leitaði sær til Skotlands, og har sannførdi seg um, at fullveldisstríðið í Skotlandi og í Føroyum eru tvær alin av somu longd.