Eg havi kenslur fyri kakum

- Eg eri upplærd at liva fyri kakur, vit skulu gera okkum stóran ómak við øllum okkara vørum, og tað er næstan soleiðis, at eg havi kenslur fyri kakunum, sigur Olevina Sundsskarð, sum arbeiðir sum kondittari á eksklusiva Andersen Bakery í Keypmannahavn

Á Berstorffsgade mitt í danska høvuðsstaðnum – millum Tivoli og Hovedbanegården – liggur kenda Andersen Bakery, sum bjóðar fólki kondittaravørur, sum tey gera nógv burturúr.

Ein av teimum, sum hjúklar um kakurnar hjá Andersen Bakery, er Olevina Sundsskarð úr Klaksvík, sum er kondittari.

Eftir at hon tók útbúgving sum bakari heima í Klaksvík, flutti hon fyri sjey árum síðani til Danmarkar fyri at útbúgva seg víðari til kondittara, og seinastu árini hevur hon arbeitt á Andersen Bakery, sum upprunaliga er eitt japanskt hugskot, og sum hevur handlar í Danmark, USA og Japan.

- Eg eri upplærd at liva fyri kakur, vit skulu gera okkum stóran ómak við øllum okkara vørum, og tað er næstan soleiðis, at eg havi kenslur fyri kakunum, sigur Olevina Sundsskarð.


Akkuráttessa

Eftir at hava lært og arbeitt á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík fekk Olevina Sundsskarð hug at leita til Danmarkar at útbúgva seg víðari.

- Eg vildi verða kondittari, og eg royndi so at søkja lærupláss hjá Conditori & Café H. C. Andersen. Eg havi fingið bronsu til sveinaroyndina sum bakari, og eg hevið arbeitt tvey ár sum sveinur, so eg helt meg hava ein møguliga, men eg hoyrdi einki aftur frá teimum. So ringdi eg til tey eftir eina tíð fyri at spyrja meg fyri, og tá var leyst og liðugt beinanvegin. Eg fekk læruplássið og tók útbúgvingina hjá teimum.

Nakað eftir tað skuldi kondittarin flyta, og tá var óvissa um, hvussu nógv fólk skuldu við, og tá valdi Olevina at skifta arbeiði og fekk møguleikan á Andersen Bakery. Har hevur hon starvast seinastu trý árini og stórtrívist saman við kakunum mitt í Keypmannahavn.

- Vit gera alt frá grundini og leggja nógv arbeiði í okkara kakur. Sjálvt súltutoyið kóka vit frá grundini. Alt verður gjørt ordiligt, vit leita eftir teimum bestu rávørunum, og vit ganga upp í akkurátessu, so at allar kakur, sum vit gera, eru eins góðar, sigur Olevina.

- Tveir kondittarar, sum eru á danska landsliðnum, arbeiða her, og tað havi eg fingið nógv burturúr. Hetta hevur verið eitt sera læruríkt og avbjóðandi umhvørvi, og eg trívist sera væl her.


Brennir fyri kakum

Andersen Bakery liggur væl fyri í Keypmannahavn, og nógv fólk støkka inn á gólvið at keypa kakur heimvið ella fyri at fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Av tí at konseptið er úr Japan, koma nógvar japanarar á gátt, og um summarið eru sera nógv ferðafólk á kondittarínum.

Olevina Sundsskarð arbeiðir í vanligari arbeiðstíð. Hon fer til arbeiðis klokkan sjey ella átta um morgunin og arbeiðir so út á seinnapartin.

- Hetta er ein serlig verð, og tað er í grundini nógv meira enn eitt arbeiði. Tað verður ein lívsstílur at gera kakur, og einki skal út, sum ikki er í lagi. Bransjan er hóast alt so lítil, at tú skalt gera tað ordiligt hvørjaferð og allatíðina.

- Eg brenni fyri at gera kakur, og eg eri als ikki troytt av tí. Dagarnir eru so ymiskir, og tað eru allatíðina nýggjar avbjóðingar, og tí er tað spennandi arbeiði at hava. Tað er eisini avbjóðandi at hava lærlingar. Eg skal ikki siga, at ein dagur, tá ið vit gera nógvar lágkøkubotnar, er tann mest spennandi, men tað er eisini ein partur av arbeiðnum, sigur hon.

Olevina hevur eisini verið við til at gera nýggjar kakur til Andersen Bakery. Hon hevur gjørt eina rabarutertu, sum er sera væl umtókt og verður nógv seld í handlinum, og hon hevur eisini gjørt eitt mandluhorn.

- Vit samstarvað nógv um at gera nýggjar kakur. Vit plaga at verða kakumessu í Paris, og vit luttaka eisini í kappingum, sigur hon.

Fyrr í ár var Olevina við í kappingini Årets Kage í Keypmannahavn, og millum 91 ymiskar kakur, fekk hennara kaka eitt fimtapláss.


Ongar sunnar kakur

Tíðarrákið er í stóran mun, at fólk skulu verða sunnu. Venja og røra seg, hugsa um hvat tey eta, og halda aftur við eitt nú kakum.

Men tað er ikki nakað, sum nervar Olevinu ella Andersen Bakery.

- Líkamikið, hvussu rákið er, so eta fólk kakur, sigur hon.

Og Olevina vil ikki hoyra um, at kakur skulu gerast sunnari við at halda aftur upp á sukur og smør og heldur innihalda sunnari rávørur.

- Allar reyðar perur lýsa hjá mær, tá ið fólk tosa um sunnar kakur. Tað er ein háðan ímóti fakinum. Tað ber ikki til at gera góðar kakur uttan at brúka tað sukrið og smørið og tann fløtan, sum skal til, sigur hon.


Fólk stúra

Tað kann skapa eitt sindur av órógv í nærumhvørvinum, at ein kondittari á fremstu og kendastu kondittarínum í Danmark kemur á vitjan.

- Eg havi kenslu av, at fólk stúra fyri at bjóða mær okkurt aftur við kaffi, og tey hava ofta hug at umbera fyri, hvat tey bjóða mær. Men tað er eingin orsøk til tað, tí eg gangi ikki runt og dømi bakstur hjá fólki. Mær dámar væl at fáa eina góða skuffikaku, og tað er eisini nakað, sum eg tími væl at baka heima, sigur Olevina.

Hon upplivir sjálv eina tvístøðu, tá ið fólk koma at vitja hana.

- Eg hugsi, at fólk kanska vænta onkra góða kaku, tá ið tey koma á vitjan, og eg vil eisini gjarna bjóða okkurt gott. Tvístøðan er, at eg vil gjarna gera okkurt, sum eg eri góð til, gera eina góða kaku, men eg vildi heldur ikki gera óneyðuga nógv burturúr, so tað skal eg viðhvørt hugsa um, sigur Olevina.

Hon og maðurin Dávið eiga tvey børn og búgva á Amager. Tankin um at flyta heimaftur til Føroya er ikki fjarður.

- Í løtuni er alt opið. Vit verða kanska búgvandi niðri eina tíð afturat, men vit ætla okkum heimaftur einaferð. Spurningurin er meira, nær tað verður, sigur hon.

Og fer Olevina heim at búgva, ætlar hon eisini at taka sítt fak og sín alsk til kakur við sær.

- Dreymurin hevði verið at havt eitt kondittarí í Klaksvík, men um tað ber til, veit eg ikki, sigur Olevina.



***



Kakurák


Olevina Sundsskarð greiðir her frá nøkrum av tí, sum er frammi í bakstrinum í Danmark í løtuni


Lakres

Norðurlendski gourmetmaturin hevur skapt íblástur innan kakurnar eisini, og meira grovar rávørur kunnu nú eisini brúkast í kakunum. Til dømis eru lakres nógv uppi í tíðini.


Saltur smakkur

Tað er nógv frammi í tíðini, at kakur kunnu stimbra allar smakkisansirnar – bæði tað súra, søta, beiska og eisini tað salta.


Tað óvæntaða

Kakan, sum vann kappingina Årets kage herfyri, innihelt eitt nú mango, banan, kokos og keks. Tað ber til at seta rávørur saman, sum ikki eru vanligar, at fara eitt sindur út um mark. Men tú skalt ansa eftir ikki at gera ov stórt lop, tí so fært tú eitt slag á fingrarnar.