vit hoyra frá teim ákærdu. Hetta er tað, sum sakin snýr seg um fyri teir 53 afrikanarnar. Í USA, har rættarmálið fer fram, er annað og meira upp á spæl. Her eru tey vorðin ein brikkur í einum fløktum politiskum [...] og drepa meginpartin av manningini. Tveir av manningini, sum koma frá tilburðinum við lívinum, verða tvungnir at føra skipið aftur til Afrika, higani trælirnir koma. Snúðin, sum tann hvíti maðurin er, [...] Men spælið er ikki liðugt enn. Politisku trupulleikarnir í málinum fáa Van Buren, forseta til at kæra dómin til Hægstarætt. Og í Hægstarætti situr ein meiriluti av dómarum, sum sjálvir eiga trælir heima
ein góð hjálp. Tað er sum í einum hjúnarlagi, har tú skal vera trúføst og gera sítt til at fáa tað at virka, sigur Maria. Hon hevur arbeitt í barnagarðinum hjá nunnunum til fyri stuttum, men hevur farloyvi [...] líta á tey tilkomnu. Børnini gáva frá Gudi Tað er eisini ein gáva frá Gudi at arbeiða við børnum, sum tú fært ábyrgd fyri, sigur systir Maria. Sambandið við vinfólkini frá ungdómsárunum hevur systir Maria [...] geva tað víðari, til onnur. Maria sigur, at tað eru vanlig fólk sum koma til ³Bøn og List3, eisini fólk, sum annars ikki ganga í kirkju. Fyri systir Mariu eru tekingarnar eitt bræv frá Gudi, og hon undirvísir
Hetta vísir, at á einum sinni dugdi Olaf Olsen annað enn at sita í nevndum. Av teimum 213 síðunum munnu myndir av serstakliga manning og lívinum umborð fylla eina helvt, og hetta er við til at gera verkið [...] hevur havt brúk fyri, frá manningini. At Leif Pedersen, keypmannahavnarin sum gjørdist gøtumaður, er farin undir bókina um Ólav Halga er ikki bara tí at honum hevur dámt at vera til skips og at kokkast. [...] í tilveruni hjá Ólavi Halga. Sagt verður frá baldrutum ferðum bæði á og av fiskiskapi, og hvussu væl Ólavur Halgi royndist í illveðri og ísi. Ein túrin yvir til Grønlands liggja teir á nýggjárinum í ódnarstormi
inn í næstu øld uttan broytingar, koma teir ikki nú til arbeiðis. Royndirnar frá samráðingunum í 1946 og 1947 lærdu okkum, at tað nyttar onki at fara til Danmarkar at lata tjóðveldið rópa uppá kalk og sambandið [...] komu at tæna einum høgrapolitikki, eins lítið kemur eitt tjóðveldisumboð á danatingi at bera broyting í sær í stjórnarviðurskiftum Danmarkar og Føroya ímillum. »Protestvalg« er ov grunnt til at greina teir [...] ein roynir at gerast førur fyri at seta krossin so ein greiður vilji kemur til sjóndar, t.v.s. hvat ein ynskir at broyta í mun til verandi viðurskifti. Betur var fyri objetivitetin hjá frøðingum, var sloppið
at greiða frá teknisku trupulleikunum, sum kunnu koma í sambandi við aldarskiftið. Hann greiddi millum annað frá, at tað serliga eru tær eldru teldurnar, sum ikki megna umskiftið frá 1999 til 2000, meðan [...] meðan tær yngru kunnu. Harafturat greiddi hann frá, hvat kommunurnar kunnu brúka teldurnar til. Millum annað er møguligt at brúka teldur til at kortleggja tekniskar installatiónir í kommununi. Ymiskt er hvussu [...] kann traðka til, tá ið á stendur. ? Tað torføra við hesum og sum eg vóni kortini fer at bera til, er at eisini tær kommunur, sum ikki hava trupulleikar, eisini virka við til eina loysn, sum til dømis at verandi
okkara skriftmál ikki longri burtur frá talumálinum enn teirra skriftmál er frá teirra talumáli. Tað er undarligt at hoyra frá einum føroyskum málfrøðingi, og serliga frá málnevndarformanninum, at tað føroyska [...] sum gott brúkiligt føroyskt, ja so verður tað ikki leingi til vit missa málið fullkomiliga. Vit mugu minnast til, at føroysk er so nógv annað enn tað, ið fólk, sum troka seg at mikrofonunum og hóreiggja [...] tað føroyska skriftmálið, eru. Júst tað at siga, at okkara skriftmál er so langt frá talumálinum, at sum oftast ikki ber til at brúka tað. Nú veit eg ikki, hvørji mál hesir málfrøðingar, lærarar og onnur
Útróðrarmaðurin bíðar eftir betri líkindum til at sigla út á fiskimiðið, enn kunnu vit einki gera við veður og streym, enn at bíða í tolni til vindur og streymur eru til vildar. Tað positiva, sum kann sigast [...] at teir andøvdu í Eysturgrønlandi meðan ódnin og ísurin róku framvið. Teir kunnu einki annað gera enn bíða til sjógvurin leggur seg og arbeiðslíkindi verða aftur. Sjálvt um internetið verður plaserað [...] djúpt, men sárið kann hann ikki grøða, tað skulu aðrar kreftir til. Teir, sum trola á Barentshavinum í smáligum fiskaríi, kunnu einki annað gera enn at bíða í tolni, inntil tað blivur betri fiskarí. Tann
London. Liðið ger nógv við ungdómsarbeiðið í mun til eitt nú eitt annað London-felag, Fulham, sum við Kevin Keegan á odda satsar høgt og dýrt fyri at koma upp til lovaða landið Premier League. Watford hyggur [...] er uttan iva John Barnes, sum var við á gylta Liverpool-liðnum frá miðskeiðis í 80-unum og fram til í summar, tá hann varð seldur víðari til Newcastle. Hann var tá tann einasti, sum Liverpool hevði eftir [...] fara teir báðir so úr Føroyum um Keypmannahavn til London. 3?arin í SMS stuðlar ferðini hjá teimum peningaliga, og Atlantic Airways hevur lagt ferðina til rættis. Mugu gera vart við seg fyri at vaksa um
Giljanesi hetta vikuskifti. Men tær fingu ikki nakra hjálpandi hond frá veðurgudunum, heldur tvørturímóti. Veðurtíðindini boðaðu frá illveðri við kava, og tá vikuskiftið kom, var hált og jarðrok. Hetta [...] dystir og kundi fara til hús aftur í ljósum. Í finaluni sum var sunnudagin gjørdi Mjølnir bart. Tær lótu ongan iva verða um, hvørt av liðunum var tað betra. Dráttur fekk ikki eitt bein til jørðina og tær taptu [...] hinvegin meira »svingandi«. Tær kunnu vinna á næstan øllum á einum góðum degi, men kunnu eisini tapa aðrar dagar. Hjá monnum var Mjølnir eisini annað liðið í finaluni. Teir hittu Fram, sum henda dagin hevði
síni frágreiðing til Landsstýrið ikki mælt til, at alment oljufelag verður stovnað nú, men at Landsstýrið ístaðin í samband vid veiting av loyvum til oljuleiting skal fyrihalda sær rættin til at lata eitt [...] vikurnar er í føroysku fjøðlmiðlunum sagt frá, at løgmaður, hóast tilmæli frá Oljuráðleggingarnevndini, hevur sett nevnd til nærri at kanna møguleikan fyri stovnan av einum almennum oljufelag. Meira áhugavert [...] flutningur av útgerð til og frá frálandavinnuni skal fara um føroyskan bryggjukant ella flogvøll. Eingi av hesum krøvum eru so óvanlig, at tey vilja ræða oljufeløgini frá at søkja um loyvi til at leita eftir