Við sínum leiðandi spurningum kláraði spyrjarin at fáa málnevndarformannin í sama flór, har onnur, sum royna at broyta tað føroyska skriftmálið, eru. Júst tað at siga, at okkara skriftmál er so langt frá talumálinum, at sum oftast ikki ber til at brúka tað.
Nú veit eg ikki, hvørji mál hesir málfrøðingar, lærarar og onnur samanbera okkara móðurmál við, men um vit hyggja at donskum og eingilskum, haðani størsta ávirkanin á mál ið er í dag, so er okkara skriftmál ikki longri burtur frá talumálinum enn teirra skriftmál er frá teirra talumáli.
Tað er undarligt at hoyra frá einum føroyskum málfrøðingi, og serliga frá málnevndarformanninum, at tað føroyska skriftmálið er stirvið, tí hann veit, at vit eiga ein hóp av bókmentum, eisini nýggjari, har høvundar listarliga hava klárað at gjørt okkara skriftmál livandi, og tað kundi hann havt víst á.
Men hetta verður ikki nóg væl virt, og vil eg tí siga, at hesi broytingarhugaðu hava fingið sær til jabb at siga, at føroyska skriftmálið er ov stirvið og liggur ov langt frá talumálinum, soleiðis at tað hjá teimum, tá ið hetta nóg ofta er sagt og potað inn í tað uppalandi ættarliðið, verður lætt at fáa radikalar broytingar í okkara skriftmál, sum nú hevur 150 ár á baki.
Vit kunnu eisini staðfesta, at hesin málpolitikkur hjá teimum longu ber ávøkst, bæði innanfyri okkara fjølmiðlar og hjá fólki annars, tí minni og minni dentur verður lagdur á málrøkt, soleiðis sum vit kunnu lesa og hoyra. Ja tú ivast í, um nøkur málslig treyt er sett teimum, sum í sínum dagliga yrki skulu bera fram føroyskt í skrift ella talu, tí tað sýnist sum at summi teirra ikki leggja í at leggja seg eftir góðum føroyskum málbrúki.
Eisini bendir nógv av tí, sum verður útgivið av málkønum, tann vegin, við tað at lætt verður farið um ð, bendingar og tekstuppseting, og enntá verða við vilja nýggir bendingarhættir brúktir í ávísum útgávum.
Væl vita vit, at okkara mál ávirkast og broytist, og tað skal tað eisini hava loyvi til, men beinagrindin má verða føst, og har skal skriftmálið styðja uppundir. Um málnevndin við formanninum nú fer at lora út og góðtaka alt, sum verður talað og skrivað av einum føroyingi, sum gott brúkiligt føroyskt, ja so verður tað ikki leingi til vit missa málið fullkomiliga.
Vit mugu minnast til, at føroysk er so nógv annað enn tað, ið fólk, sum troka seg at mikrofonunum og hóreiggja sær í bløðunum, bera fram. Men tað skerst ikki burtur, at hesi hava stóra ávirkan. Fyri at fingið eina breiðari lýsing av føroyska málinum í dag, so haldi eg sum málnevndarformaðurin segði, at ein umfevnandi málkanning hevði givið okkum eitt greiðari svar uppá, hvussu føroyska talumálið er í dag, og tá høvdu vit nakað at víst á, um broytingar skulu gerast.
Annars tykiast tað løgið í eini sjónvarpssending at bera fram, at føroyskt málið hevur lagt seg ímillum íslendskt og danskt uttan at nevna skyldskapin við tað vestnorska málið.
Jógvan Ravnsfjall
Klaksvík