Føroya Kommunufelag hevði landsfund um vikuskiftið.
Byrjað varð fríggjakvøldið, tá umboðsmannafundurin varð hildin.
Formansfrágreiðingin varð løgd fram og góðkend. Eisini roknskapurin hjá felagnum varð góðkendur uttan viðmerkingar.
Í formansfrágreiðingini sigur Jógvan K. Mørkøre m. a., at kreppan var eitt úrslit av útseting. Skattaprosentið varð ikki ásett eftir inntøkum og útreiðslum, men heldur eftir øðrum skattaprosentum, sum helst eisini vóru ov lág.
Formaðurin í Kommunufelagnum sigur eisini, at skrivstova felagsins er undirmannað, og at felagið hevur ov lítla orku til arbeiðið. Tíðin, felagið fær at arbeiða við málunum, er eisini ov stutt.
Tá kreppan kom varð skrivarin sagdur úr starvi og síðan hevur bert verið eitt hálvdagsstarv á skrivstovuni.
Broytingarnar í pensiónslógunum
Fyrrapartin leygardagin varð byrjað aftur, og tá legði Kristian Magnussen landsstýrismaður fyri.
Hann greiddi frá fylgjunum av broytingunum í sosialu lóggávuni.
Jógvan K. Mørkøre sigur, at tað sum kommunustýrislimirnir festu seg mest við var m. a., at tað í framtíðini ikki verður neyðugt hjá fólki, sum søkja fólkapensión, at senda inn ognarupplýsingarnar.
? Eg haldi tað er ein góð broyting. Tað er óhóskandi, at fólk skulu lata kommunustýrinum upplýsingar um innistandandi í bankunum. Vit hava ikki fyri neyðini at vita tað, sigur Jógvan K. Mørkøre.
Eisini er broyting gjørd í mannagongdini, tá fólk søkja avlamispensión.
Fyrr hevur tað verið so, at kommunustýrini hava skulað gjørt eina meting av heilsustøðuni hjá umsøkjarunum, men tað skulu tey ikki gera longur.
? Eg eri eisini sera fegin um hesa broytingina, sigur Jógvan K. Mørkøre.
? Tað er sera óhóskandi, at vit skulu skulu meta um heilsustøðuna. Tað gera læknarnir jú frammanundan.
Jógvan Mørkøre sigur eisini, at kommunurnar ofta fyrr hava gjørt vart við, at teirra partur av almannaútreiðslunum átti at verið strikaður, tí ávirkanin, sum kommunurnar hava á almannaøkið, er so lítil. Tí átti landskassin at átikið sær allar útreiðslurnar av hesum øki.
Í løtuni er parturin hjá kommununum um 30 mió. krónur.
Teldukunning
um ár 2000
Kommunufelagið hevði fingið ein teldufrøðing at greiða frá teknisku trupulleikunum, sum kunnu koma í sambandi við aldarskiftið.
Hann greiddi millum annað frá, at tað serliga eru tær eldru teldurnar, sum ikki megna umskiftið frá 1999 til 2000, meðan tær yngru kunnu.
Harafturat greiddi hann frá, hvat kommunurnar kunnu brúka teldurnar til.
Millum annað er møguligt at brúka teldur til at kortleggja tekniskar installatiónir í kommununi.
Ymiskt er hvussu hetta verður gjørt. Í onkrum kommunum í Danmark hava tey framkomna telduútgerð við kortum yvir eitt nú vatninnstallatiónir og aðrastaðni verður tað gjørt á annan hátt.
Á Eiði hava teir tikið myndir og á tann hátt gjørt eitt umfatandi arkiv.
Men nú eru myndirnar vorðnar so nógvar, at teir umhugsa at leggja hesar myndirnar inn á teldu.
Henda skipan hevur tó verið bílig. Jógvan Mørkøre sigur, at tað hevur kostað millum 3.000 og 5.000 krónur um árið.
Kommunusamanleggingin
Tað mál, sum í løtuni man hava størstan áhuga millum kommunustýrislimir kring landið, er samanleggingin í færri kommunur.
Fyri einari tíð síðani setti Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í kommunumálum, eina nevnd at arbeiða við uppskoti um kommunusamanlegging.
Hilmar Høgenni er formaður í nevndini, og hann greiddi á fundinum frá arbeiði teirra.
Hann greiddi millum annað frá tí, sum var gjørt higartil, og tað er skráseting av verandi viðurskiftum.
Hilmar Høgenni væntar, at endaliga uppskotið um tal og stødd av kommunum eins og tey málsøki kommurnar skulu røkja, verður lagt fram í mei.
Ikki øll eru samd í, um tað er rætt at leggja saman ella ikki, verri enn so.
Vit spurdu Jógvan K. Mørkøre um, hvussu støðan er í løtuni. Er meiriluti fyri ella ímóti samanlegging av kommunum?
? Var atkvøðugreiðsla í dag, so eri eg vísur í, at tær kommunurnar sum atkvøða fyri samanlegging, kundu verið taldar á einari hond.
Hvør er orsøkin til tað?
? Tá samanum kemur man tað kensluliga fara at spæla nógv inn.
Vitjan av Hafnafirði
Seinnapartin leygardagin hevði Kommunufelagið vitjan av borgarstjóranum í Hafnafirði, Sturlaugi Thorsteinsson.
Hann helt fyrilestur um teirra kommunu, sum telur um 2.500 fólk.
Hafnafjørður hevur seinastu árini fingið størri arbeiðsumráðið og hevur millum annað tikið ábyrgd av skúlaviðurskiftum og heilsumálum.
Eisini hava teir átikið sær ábyrgdina av flýggjandi úr eks-Jugoslavia.
Borgarstjórin segði, at tað hevði gingist teimum stak væl, og at tey vóru væl nøgd.
Umsitingin hjá kommununi er styrkt munandi av hesum broytingum.
Hafnafjørður liggur langt frá Reykjavík og tí verða tey noydd at líta á seg sjálvan og tað tey gera.
Sturlaugur Thorsteinsson var ikki komin til Føroya at læra føroysku starvsfelagar sínar, men at greiða teimum frá hvussu umstøðurnar eru har yviri.
Kommunuskuldin
Tað er kommunuskuldin, sum er størsta uppgávan hjá kommunufelagnum nú.
Avtalan við kreditorarnar um skuldina gongur út í november ár 2000, og tá skal ein nýggj avtala verða fingin uppá pláss.
Formaðurin segði í ársfrágreiðingini, at einasti útvegur, tá skuldin skuldi viðgerast, var solidaritetur, og Jógvan K. Mørkøre vónar, at kommunurnar kunnu bera so í bandi, at tær sjálvar kunnu vísa á eina gongda leið í skuldarspurninginum
? Tí eg haldi at tað er sera umráðandi at kommunurnar sum ein partur í landsins stýri sjálvar megna at vísa á eina gongda leið. Hetta samsvarar væl við tað sum er komið fram í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Danir hava m. a. sagt, at føroyingar eiga ikki bara at knarra, men eisini sjálvir at vísa á onkra gongda leið.
Hevur tú nakra hilling á hvør henda leiðin er?
? Fyri skjótt einum ári síðan heitti Kommunufelagið á Landsbankan um at veita okkum serkøna hjálp og ráðgeving.
? Tað sum higartil er komið burturúr hesum peikar á, at kommunurnar hava ein grunn; til støddar einar 200 mió. kr., sum við rentufríum lánum kann traðka til, tá ið á stendur.
? Tað torføra við hesum og sum eg vóni kortini fer at bera til, er at eisini tær kommunur, sum ikki hava trupulleikar, eisini virka við til eina loysn, sum til dømis at verandi veðhaldsgrunnur verður øktur til uml. 200 mió. kr.