Flogbóltur: Dráttur skipaði fyri flogbóltskapping á Giljanesi hetta vikuskifti.
Men tær fingu ikki nakra hjálpandi hond frá veðurgudunum, heldur tvørturímóti.
Veðurtíðindini boðaðu frá illveðri við kava, og tá vikuskiftið kom, var hált og jarðrok.
Hetta gjørdi at fleiri av tilmeldaðu liðunum hildu seg burtur, tíverri fyri tey sum komu til Giljanesar.
Í meistaradeildini hjá kvinnum vóru bert trý lið, og tey spældu dupultkapping.
ÍF og TB vóru ikki møtt ? hví, er óvist.
Kappingin artaði seg so, at Dráttur og Mjølnir komu í finaluna sum skuldi verða sunnudagin.
Fleyr harafturímóti tapti allar sínar dystir og kundi fara til hús aftur í ljósum.
Í finaluni sum var sunnudagin gjørdi Mjølnir bart. Tær lótu ongan iva verða um, hvørt av liðunum var tað betra. Dráttur fekk ikki eitt bein til jørðina og tær taptu 5-15, 5-15.
Mjølnir hevði tí aftur einaferð víst, at tær eru sterkasta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum. Tær spæla væl, og eru ikki bangnar fyri at spæla ígjøgnum, eisini tá tær eru eitt sindur kroystar.
Dráttur er hinvegin meira »svingandi«. Tær kunnu vinna á næstan øllum á einum góðum degi, men kunnu eisini tapa aðrar dagar.
Hjá monnum var Mjølnir eisini annað liðið í finaluni.
Teir hittu Fram, sum henda dagin hevði styrkt seg við Rúna Weihe. Hann er plágaður av skaða í knøunum, og tí var hann ikki við í innleiðandi umførunum.
Hvørki av ÍF-liðunum í meistaradeildini hjá monnum vóru við, men SÍ hevði mót uppá at royna meistaradeildina til hesa kappingina. Teir hava jú vunnið 1. deild og skulu næsta ár spæla í meistaradeildini.
Í fyrsta dystinum leygardagin var um reppið, at SÍ koppaði Fram, men teir náddu at fóta sær so mikið, at teir vunnu dystin.
Eftir hetta gjørdi SÍ ikki so nógv burturúr sær, og teir taptu allar sínar dystir.
Fleyr hevði sett sær hægri mál og ætlaði at vinna kappingina.
Men mongum brestir ætlan.
Longu í fyrsta dystinum móti Mjølni endaði galið. Tó so, dysturin kundi fari hvønn veg tað skuldi verið, men Mjølnir dróg longra stráið.
Í dystinum móti Fram sá eisini gott út at byrja við, men so fall alt á gólvið.
Tí komu Fram og Mjølnir í finaluna, og tað man, tá samanumkemur, vera uppiborið.
Finalan var ein løgin dystur.
Mjølnir vann fyrsta sett greitt 15-5. Eftir hetta vaknaði Fram úr dvala og vann somuleiðis 15-5.
Í triðja setti tóku Mjølnir-leikararnir seg saman aftur og vunnu 15-9.
Sagt verður frá dystinum, at Mjølnir var sterkara liðið, og tann styrkin lá í, at teir ikki gjørdu so nógvar feilir sum Fram.
Hóast Mjølnir manglaði tveir stamspælarar sum Jógvan Jacobsen og Kjartan Hansen, so bilti ikki. Teir kláraðu seg uttan.
Fram hevði til finaluna fingið styrk, men onki hjálpti. Teir taptu.
Mjølnir hevur tí tvær ferðir innan stutta tíð prógvað, at teir í løtuni eru betri enn Fram.