Meðan vit bíða, tað hoyrist rættuliga væl av vindi í skrivandi løtu, kuldi og kavi fara fram við oyggjum okkara, seyðurin finnur saman, søkir sær skjól í kuldanum, ein nýggjur dagur er við at vinna á náttarmyrkrinum, sum gerst styttri og styttri, nú vit fara at nærkast Grækarismessu, og nýtt fuglaljóð fer skjótt at hoyrast við boðum um ljósari tíðir.
Útróðrarmaðurin bíðar eftir betri líkindum til at sigla út á fiskimiðið, enn kunnu vit einki gera við veður og streym, enn at bíða í tolni til vindur og streymur eru til vildar. Tað positiva, sum kann sigast um illveðrið er, at fiskigrunnarnir fáa frið og tað kann vera gott í gýtingartíðini.
Nógv verður gjørt fyri at fáa bíðirøðirnar at hvørva í tí danska sjúkrahúsverkinum. Alt skal setast inn upp á at stytta um bíðilistan. Men tað gongur rættuliga skjótt tekniskt at stytta um bíðirøðirnar. Tað er seinasta tilboðið frá bankaverðini eitt gott dømi um. Sit heima við hús og avgreið tíni bankaviðurskifti. So er bara spurningurin, um tað loysir seg hjá tí meiniga manninum at gera eina investering uppá einar 20.000 kr. fyri at verða við í tí teknisku kapprenningini, sum tekur seg upp á øllum økjum í lívi okkara.
At bíða er ein partur av lívi okkara. Ættarliðið, sum mannaði tær føroysku sluppirnar, kendi til at bíða, tað mátti bíðast eftir tí rætta byrðinum at sigla vestur í hav við seglum, og var stilli komu teir bara ikki fram. Dagarnir fóru við at bíða Og søgur eru nógvar um at bíðast mátti eftir tí rætta sjóvarfallinum áðrenn farið varð um nesið. Tað var tí ein stór hending, tá motorurin bleiv settur í bát og skip, og síð-an hevur tað gingið við rúkandi ferð. Men vit bíða framvegis.
Vit bíða eftir eini komandi oljuvinnu, fyrireikingarnar eru í gongd á øllum økjum, og gongur sum ætl-að, fara føroyingar skjótt ikki longur at spyrja hvørjum skipi ein siglir við, men spurningurin verður hvørjum boripalli arbeiðir tú á, og hvussu nógv oljuføt renna um døgnið.
Vit hoyrdu her fyri um, at teir andøvdu í Eysturgrønlandi meðan ódnin og ísurin róku framvið. Teir kunnu einki annað gera enn bíða til sjógvurin leggur seg og arbeiðslíkindi verða aftur. Sjálvt um internetið verður plaserað á brúnnið, sum kann stytta munandi um stundir, eru tað nøkur ting, vit einki kunnu gera við, uttan at bíða. Læknin kann skera djúpt, men sárið kann hann ikki grøða, tað skulu aðrar kreftir til.
Teir, sum trola á Barentshavinum í smáligum fiskaríi, kunnu einki annað gera enn at bíða í tolni, inntil tað blivur betri fiskarí.
Tann, sum hevur fylt 16 ár, tráðar eftir at blíva 18, tað tykist so langligt at bíða eftir koyrikortinum, so ein kann sjálvur koyra bilin, sum møguliga stendur í túninum og bíðar, men tá ein er komin hartil og hevur sett seg aftan fyri rættið, gongur tað rættuliga skjótt eftir lívsins motorvegi, bæði í ferð og í árum, sum rulla avstað.
Og hvør kennir ikki bíðirøðina í viðtaluhølinum hjá læknanum. Prøvar verða tiknir og tú mást bíða, inntil eitt úrslit fyriliggur, og tað kann vera rættuliga tyngjandi fyri tann sjúka at liva í ivanum, og tankabygningarnir kunnu gerast stórir meðan ein bíðar.
Meðan vit bíða eftir at blíva pensionistar, tosa politikararnir um, hvussu aldurdómurin skal tryggjast peningaliga, men kemur tú at sita á einum ellis- og røktarheimi eftir eitt langt og strævið lív, ja, so kanst tú fáa nakrar krónur útgoldnar til lummapengar. Hetta má sigast at vera lítið at bíða eftir.
Og so skulu vit aftur bíða eftir einum fólkatingsvali, meðan vit bíða eftir ein avkláring av eini bankakanning, sum má bíða eftir einari nýggjari stjórn í Danmark. Nøkur bíða spent eftir loysingini í sjálvstýrisrørsluni. Vit, sum ikki standa í hesi bíðirøð, undrast á, at sjálvur høvdingurin Zakarias Wang slepti róðursteyminum. Um tað rekur ov hart á kíkinum, sigur søgan einki um, men nú verður siglt ímillum, so dragast kann frá hinum endanum á sjálvstýrislínuni.
Bíðirøðir ella ikki, men øll standa vit í eini bíðirøð, sum eingin sleppur undan, røðin har øll eru líkastillað, kongsins høll eins væl og bygdarsmáttan. Meðan vit bíða er lívsins sjónleikur, sum altíð er líka aktuellur, sjónleikurin, sum verður upp aftur tikin fyri komandi og farand ættarliðið. Hygginiráðini, sum halgabók gevur okkum, eru at okkum ikki nýtist at sita hendur í favn, meðan vit bíða, men búgva okkum til at møta lívsins veruleikum, tað veri seg handaliga ella andaliga, tó er tað ein sannroynd, at tað fall í lut hjá so nógvum vegna skerd arbeiðsevni at blíva í bíðirøðini alt lívið. Tað eru hesi, sum samfelagið eigur at gera mest møguligt fyri, og tøkk skal ljóða fyri tað, sum er gjørt higartil, men enn er langt á mál, men tolin trívst. Vit bíða.
M. D. O.










