Ein dimmur blettur í søgu hvíta mansins

­ Meðan eg gjørdi hendan filmin, merkti eg ongantíð, at eg segði søguna hjá onkrum øðrum. Eg kendi í stóran mun, at eg segði søguna hjá øllum. Hetta er ein søga, sum fólk úr øllum tjóðum og rasum eiga at kenna, sigur Steven Spielberg um søguna, sum er grundarlag fyri áhugaverda filminum Amistad, sum í gjár hevði frumframførslu í Havnar Bio. Filmurin er um syndarligu lagnuna hjá 53 afrikanarum, sum vórðu rændir úr heimlandi sínum í Afrika í 1838 og førdi til Amerika - enn ein dimmur blettur í søgu hvíta mansins

Eirikur Lindenskov


? GEVIÐ OKKUM FRÆLSI!

Rópið gellur gjøgnum hølini. Tey fyrstu orðini, vit hoyra frá teim ákærdu.

Hetta er tað, sum sakin snýr seg um fyri teir 53 afrikanarnar. Í USA, har rættarmálið fer fram, er annað og meira upp á spæl. Her eru tey vorðin ein brikkur í einum fløktum politiskum máli, sum fá ár seinni skal føra til blóðugt stríð ? Tað Amerikanska Borgarakríggið. Hettar byrjar summarið 1839 umborð á spanska skipinum La Amistad uttan fyri strond Cuba. Í summarveðrinum eydnast tað teimum 53 trælunum at bróta keturnar, taka av fótum og drepa meginpartin av manningini. Tveir av manningini, sum koma frá tilburðinum við lívinum, verða tvungnir at føra skipið aftur til Afrika, higani trælirnir koma.

Snúðin, sum tann hvíti maðurin er, verða trælirnir sviknir, og einar tveir mánaðir seinni verður skipið funnið uttan fyri Connecticut í USA. Hetta verður forsøgan til eitt drúgvt og fløkt rættarmál, sum fær víttfevndar avleiðingar.

Í fyrsta umfari snýr tað seg um morðini á manningina, síðani er tað kravið hjá teimum báðum av manningini, sum eftir eru á lívi, um rættin til skip og last - altso trælirnar - og í triðja umfari krevur skiparin á amerikanska skipinum, sum bjargaði La Amistad, bjargingarløn, fyri skip og last - alsto trælirnar.

Spanska drotningin krevur skip og last - altso trælirnar.

Amerikanski forsetin, Van Buren er miðskeiðis í valstríðnum, og vil helst ikki fáast við trupul mál.

Ein bólkur at stríðsfólki, sum arbeiða fyri at geva trælum frælsi, fær ein advokat, Roger Baldwin, at verja trælirnar. Han hevur tó tann stóra trupulleika, at hann ikki er førur fyri at tosa við klientar sínar. Hann skilir tey ikki, og tey skilja ikki hann. Tí noyðist hann at nýta snildir.

Hann roynir sítt besta at sannføra rættin um, at afrikanararnir eru føddir frælsir í Afrika og førdir til Amerika sum trælir, og tað er ólógligt, tá trælahandil er bannaður. Men trupulleikin er at prógva tað. Við tógvið stríð eydnast tað Roger Baldwin at fáa samband við Cinque, sum allir trælirnir hava álit á. Smátt um smátt fær hann søguna um líðingarnar og eyðmýkjanina, sum trælirnir hava verið ígjøgnum á veg til Amerika.

Og smátt um smátt fær hann sett saman eina verju, sum kann fáa fríkent klientar hansara fyri morð og givið teimum frælsið aftur. Samstundis verður hetta ein týðandi liður í stríðnum hjá teimum, ið berjast fyri at bæsa trældóminum í Suðurstátunum.

Men spælið er ikki liðugt enn. Politisku trupulleikarnir í málinum fáa Van Buren, forseta til at kæra dómin til Hægstarætt. Og í Hægstarætti situr ein meiriluti av dómarum, sum sjálvir eiga trælir heima í tí teirra egnu plantasjum í Suðurstátunum. Ímóti so sterkum kreftum má Roger Baldwin spæla sín síðsta trumf. Tað eydnast honum at yvirtala fyrrverandi forsetan, John Quincy Adams, at koma úr sínum otiumi og føra sakina fyri hægsta dómstólin í USA.



Søgunnar málningur

Fyri at mála hendan málning av - í høvuðsheitum - søguligum persónum, valdi filmsleikstjórin, Steven Spielberg at nýta fleirtjóða leikarar. Tann fyrsti sjónleikarin, hann leitaði fram, var Morgan Freeman, sum hann so leingi so fegin vildi hava at arbeiða við.

Luturin sum Theodore Joadson er annars gjørdur til filmin, men grundaður á fleiri fyrrverandi trælir í abolitionistrørsluni.

Joadson er ein fyrrverandi trælur, sum fer saman við handilsmanninum Tappan í trælafrælsisrørslunnar tænastu. Tá Amistadsakin var frammi, varð málið rættuliga blást upp. Bløðini skriva um hendingina sum ein »massakru á havinum«, men Joadson og Tappan kalla afrikanararnar fyri »frælsisstríðsmenn«.

Leiklutin sum Tappan hevur sviin Stellan Skarsgård. Matthew McConaughey spælir enn einaferð advokatur. Roger Baldwin er ognaradvokatur. Hann fer ikki inn í málið vegna støðufesti, men einans tí, at hann sær hetta sum eitt mál um ognarrætt.

? Sakin hóskar Baldwini, tí afrikanarar verða virdir sum ogn. Hann roynir tó at prógva, at teir ikki løgføðisliga eru tælir (føddir í eini plantasju av foreldrum, sum eru trælir), tí teir eru úr Afrika og eru á ólógligan hátt burtirfluttir úr egnum landi til Amerika. Tað snýr seg ikki um mannarættindi, men um ognarrætt.

Sjónarmið hansara broytist tó eitt sindur gjørgnum rættarmálið.

? At byrja við er Baldwin kensluleysur fyri »sakini«. Men hann broytist sum søgugongdin fer fram til at vera meira menniskjaligur, so hvørt hann skilir týdningin í málinum, hann arbeiðir við. Talan er ikki longur um eitt mál um ognarrætt, men um menniskjanslig sjónarhorn.

Tá málið kemur í hægstarætt fær tað heitið »rættarmál forsetanna«.

Martin van Buren, forseti, sum royndi at verða afturvaldi, hálaði í træðrirnar handan leiktjøldini. Samstundis var sakførarin hjá afrikanarunum fyrrverandi forsetin, John Quincy Adams.

Ein smálutur at nevna er, at báðir forsetaleiklutirnir verða leiktir av onglendingum: Nigel Hawthorne spælir Van Buren og Anthony Hopkins leikar John Quincy Adams.

Hopkins skal hava sagt, at hetta er ein av hansra allar bestu leiklutum. ­ Adams var bert forseti eitt valskeið, og teir søgdu um hann, at hann var púra reiðiligur og ikki til at mutra - tískil var hann ikki ein vælumtóktur politikari, hevur Hopkins sagt.

Adams var hvørki fyri ella í móti trælahaldi, og hann vildi upprunaliga ikki hava nakað sum helst við Amistad-málið at gera. Seinni kendi hann seg kortini tvungnan til at stríðast fyri lívinum hjá hesum menniskjum. Hann var ein moralskur maður.



­ Størsti trupulleikin var at finna leikarar til teir 53 trælirnar. Og fyrst og fremst at finna Cinque, sum hevði so stórt trúvirði, hevur Spielberg sagt.

­ Vit vóru so heppin at renna okkum í Djimon Hounsou, meðan vit vóru við at seta nøvn á ymsu leiklutirnar.

Hounsou er føddur í Vesturafrika, og hevur bert verið við í ymsum smærri filmum áður. Hann tosar við Benin-dialekt og ikki Mende, sum tann rætti Cinque og felagar hansara frá Mende-, Temne- og Kissi-ættarbólkunum gjørdu.

Í veruleikanum var tað tann truplasta uppgávan at finna sjónleikarar til leiklutirnar sum teir 53 ákærdu afrikanarnar. Leitað var millum innflytarar í USA, síðani í Sierra Leone og at enda í Onglandi, har eisini nógvir innflytarar úr Vesturafrika eru. At enda vóru funnir bæði sjónleikarar, dansarar, tónleikarar - og onkur lesandi frá Harvad, ein olympiskur rennari og ein lívfrøðilærari..

Henda óvanliga samansetingin var síðan sett á skúlabonk hjá Arthur Abraham, professara, søgumanni og búskaparfrøðingi í Sierra Leone. Hann er ein av teimum leiðandi myndugleikapersónunum innan Mende-mentanina, so hann kundi lærar sjónleikararnar bæði eitt og annað um mentanina - eins og Mende-málið. Tað er eisini hann, sum hevur umsett partarnar av manuskriptinum til Mende-málið.


Stóri arvurin

Eitt, sum ætlanin við filminum eisini var at vísa er, at Amistad-málið er »gloymd søga«. Tá framleiðarin, Debbie Allen, rendi seg í søguna í 1984, varð hon mest ovfarin av, at hon ongantíð hevði hoyrt um hana fyrr.

­ Eg gjørdist rættuliga kensluborin. Eg kendi meg sterka og glaða um, at hetta var hent, men eg kendi eisini ein sakn í, at eg ongantíð hevði hoyrt um hetta málið í skúlanum, hevur hon sagt.

Debbie Allen kom ikki langt við ætlanini tey fyrstu 10 árini, meðan hon savnaði saman tilfari. Ikki fyrr enn hon sá Schindlers List, kveiktist vónin um, at hon kundi finna ein filmsskapar við somu hugsjónum.

­ Steven og eg tosaðu saman í hálvanannan tíma, minnist Debbie Allen. ­ So visti eg, at vit fóru at gera filmin. Eftir øll hesi ári, so hendi tað bara, sigur hon.

Tá manuskriptið varð skrivað, var dentur lagdur á at siga søguna frá afrikanaranna sjónarhorni - serliga leiðara teirra, Cinque. Tey hildu tað vera av týdningi at minnast, at Cinque ikki var trælur og ongantíð hvði verið tað. Hann er ein frælsur maður, sum brádliga er í leinkjum. Men hann boyggir seg ikki, og tí hann hevur hesa megi, henda óbendiliga vilja, verður hann, meðan hann er í fongsli, tann frælsasti maðurin á jørðini.

Men hetta er ikki nóg mikið. Tað var neyðugt at finna røttu umstøðurnar at filma í - ein tíðarmaskinu at flyta 1990?ini til 1840?ini. Uppgávan varð latin Rick Carter, sum er designar. Hann hevur áður arbeitt saman við Spielberg, bæði við Jurassic Park og The Lost World. Undir leiðslu hansara var m. a. torgið í Newport umbygt, Rhode Island, sum hevur eitt vakurt 258 ára gamalt hús í øðrum endanum, til New Haven í 1840?inum. Aðrir, nýggjari bygningar og lutir, vóru goymdir, skelti og parkometur tikin niður og asfaltið fjalt við fleiri túsund kubikkmetrum av grúsi.

At beina burtur 20. øld var størsta avbjóðingin hjá Carter

Onnur søgulig hús í Newport ímynda slotti hjá Isabellu drotning og bygningarnar hjá forsetanum.

»Original« leiktjøld vóru m. a. fongslið, har stórur partur av hendingunum fara fram, og Hægstirættur. Ein gamal spanskur skansi í Puerto Rico ímyndar gitna trælaskansan Lomboko og kubanska trælamarknaðin, har Amistad-fangarnir vórðu seldir.

Bæði Rick Carter og fotografurin Janusz Kaminski, Oskarvinnarin fyri Schindlers List, nýttu tátíðarinnar málningar sum útgangsstøði fyri stíl og littónar, serliga myndir hjá Goya.

­ Meðan eg gjørdi hendan filmin, merkti eg ongantíð, at eg segði søguna hjá onkrum øðrum. Eg kendi í stóran mun, at eg segði søguna hjá øllum. Hetta er ein søga, sum fólk úr øllum tjóðum og rasum eiga at kenna, sigur Steven Spielberg um søguna, sum er grundarlag fyri áhugaverda filminum Amistad.

Kelda: United

International Pictures