­ Gud er maðurin í mínum lívi

Nógv halda, at tað er at nokta sær alt, tá nunnur velja at liva í kleysti alla ævi sína. Tað er systir Maria dømi um, ikki er veruleiki. Lív hennara fekk meining, tá hon at enda tók við kallinum, hóast nógvar royndir vóru gjørdar, áðrenn hon kom so langt

Tað sigur 35 ára gamla Maria Forrestal, úr Írlandi, sum kom til Kerit kleystrið í Havn fyri sjey árum síðan.

Tá var hon 28 ára gomul, og hevði halgað sítt lív til Franciskanarsystrarnar, altjóða nunnufelagsskapin, ið er virkin um allan heim.

Systir Maria varð biðin um at fara til Føroyar, og hóast hon ikki hevði hoyrt so nógv um hetta landið, so kendi hon seg heima her beinanvegin.

Hon var 21 ára gomul,tá hon setti sær fyri at fara í kleystur. Tað fyrsta árið gekk hon í vanligum klæðum, fekk løn fyri arbeiðið o.s.fr.. Síðani fór hon undir tvey ára útbúgving, sum fyrireiking til kleysturlívið og at virka sum nunna. Aftaná seks ár, gav hon sítt endaliga nunnulyftið, sum er galdandi fyri lívið.

­ Tað er besta avgerð eg havi tikið í lívinum. Fyri mær er lívið her ógvuliga fruktagott, tí alt broyttist til tað besta, eftir at eg hevði tikið hesa avgerð, sigur systir Maria.

Nunnurnar í Havn hava fyri fáum árum síðan fingið nýtt kleystur. Har er ógvuliga hugnaligt, og kann sammetast við eitt familjuheim, tó at tað er størri í vavi enn vanlig er.

Tá vit koma at vitja, koma einar fýra nunnur at heilsa uppá. Tær eru prátingarsamar og fyrikomandi. Sjey nunnur eru nú eftir í Føroyum. Maria er yngst og tann elsta er 87 ára gomul.


Hevði vanligar ungdómsdagar

Systir Maria hevur, áðrenn hon fór í kleystur, livað eitt vanligt og virkið ungdómslív.

Hon er fødd og uppald í Wexford í Írlandi, í einum lítlum býi, har eini 1000 fólk búgva. Hon er elst av átta systkjum. Yngsti beiggi hennara er í dag 16 ára gamal.

Pápin er el-innleggjari og handilsmaður og mamman er útbúgvin sjúkrasystir, men hevur altíð verið heima. Hemið var tó merkt av at mamman var sjúkrasystir, tí bygdafólkini komu ofta komu til hennara, um trupulleikar og sjúkur vóru í millum fólk.

Foreldrini vóru trúgvandi fólk, gingu í kirkju og uppaldi børnini í kristu siðarlæruni.

Maria heldur ikki, at tað var nakað í hennara barnaárum, sum kundi bent á, at hon sum tilkomin fór í kleystur, Bert veit hon, at tað er gjøgnum mammuna, at hon fekk sína trúgv.

­ Mamma segði mær frá Jesusi, og eg var so hugtikin av, at hann bað øll børn koma til sín, ístaðin fyri senda okkum burtur, sum tey tilkomnu ofta gjørdu, sigur systir Maria


Hugtikin av Bíbliuni

­ Tá eg sum 11 ára gomul fekk mína fyrstu Bíbliu, sum hugtók hon meg nógv. Eg hugsi, at tá kom tankin til mín á fyrsta sinni, at eg skuldi vera nunna, sigur Maria.

Í Írlandi eru nógvar nunnur og prestar, so hetta var ikki ókent fyribrigdi fyri systir Mariu. Hesin tankin ella kallið kom aftur og aftur øll ungdómsárini, men hon skúgvaði hann til viks.

Systir Maria fekk trý ára útbúgving sum arkitekta-teknikari, og fekk starv á eini arkitektastovu, har hon var í eitt ár, til endaliga støðan varð gjørd upp, og hon fór í kleystur.

Í skúlatíðini hevði hon nógvar vinir og var virkin í felagslívinum. Maria eins og onnur ungfólk dámdi væl at vera í veitslulag.

­ Vit vóru fýra gentir og 21 dreingir í skúlaflokkinum, og vit vóru ógvuliga góðir vinir,. Eg havi eisini havt onkran vin, sum eg var góð við, sigur systir Maria brosandi.


Saknaði innihald

í lívinum

­ Hóast vit stuttleikaðu okkum sum ungdómar flest, so var tað eins og saknaði eg innihald í lívinum. - Hví valdi tú at fara í kleystur?

­ Eg havi ofta hugsað um hetta seinni. Tá eg var ung, var nokk so vill og gjørdi nógv um meg. Einki var óført, og eg var altíð tann sum tordi best o.s.fr.

­ Í dag dugi eg at síggja, at mín verumáti var ein maska, sum eg krógvaði meg aftan fyri. Tá eg brádliga tók avgerð um at fara í kleystur, stúrdu foreldur, systkin og vinir fyri, at eg hevði gjørt ov skjótt av.

­ Tað hevði eg ikki, men eingin visti, at eg hevði kannað møguleikarnar at fara í kleystur í nærum seks ár, áðrenn eg tók avgerðina.

­ Tað fyrsta mamma segði við meg var: - Júmen Maria, hvussu kanst tú fara í kleystur, tú, sum dámar so væl at dansa?

Eitt vikuskifti broytti lívið hjá Mariu. Systir hennara skuldi fara á eina kristiliga ungdómsstevnu, og hon bað Mariu koma við sær.

­ Eg hugsaði, at eg fyri stuttleika skuldi fara við henni, uttan at gera mær meira far um tað, sigur Maria.

­ Hvørt kvøldið á ungdómsleguni endaði við andakt. Brádliga eitt kvøldið undir andaktini, merkti eg kallið aftur, og tá vendist ikki aftur. Tað var eins og bráðnaðu allir veggir, sum eg hevði girt meg aftan fyri..


Játtaði fyri Gudi

at fara í Kleystur

­ Tá svaraði eg Gudi aftur, og segði, at eg skuldi fara í kleystur, bara Hann vildi geva mær frið.

­ Tá eg kom aftur til arbeiðis tann mánadagin, ringdi eg til eitt av kleystrum okkara í Dublin, sum eg hevði havt skrivtligt samband við í tvey ár. Tá fór eg at vitja á fyrsta sinni, og níggju mánaðir seinni fór eg í kleystur.

Tað kom óvart á øll, tí eg hevði ikki sagt nøkrum frá, at eg hevði samband við kleystrið. Henda avgerðin var væl umhugsað, og tað havi eg ongantíð angrað, Systir Maria.

- At vera nunna er fyrst og fremst eitt kall. Trupulleikin hjá mær var, at eg ikki vildi vera nunna, tí eg helt tað vera negativt, men eg noyddist at royna tað kortini.

Tá eg var 18 - 20 ára gomul, helst eg ikki, at endamálið við lívinum var at giftast og fáa børn. Eg hevði stóra familju og hevði ansað smáu systkjum mínum. Tað var eins og nóg mikið fyri meg.

- Sjálvt um eg var forelskað, so var Gud størri fyri meg, og tað gav mær ein frið, sum eg hevði ynskt mær.

- Hvussu er tað at liva í einsemi, og ikki at hava mann og børn. Saknar tú ongantíð tað?

- Nú eg havi livað sum nunna í nógv ár, eri farin frá familjuni og búgvi í útlandinum.

­ Jú, eg kenni meg eisini einsamalla við hvørt., men so havi eg systrarnar í kleystrinum at fara til. Vit eru sum ein familja, sum hevur góðar og tungar løtur,. Vit geva hvør aðrari avbjóðingar, og tað hevur broytt meg til at vera ein fríari persón enn var áður.

Systir Maria hevur arbeitt í barnagarðinum hjá nunnunum í nógv ár, emn hon hevurfarloyvi í áre, av tí at hon hevur ryggtrupulleikar.

Systrarnar í kelystrinum eru nú familjan hjá systir mariu, og viðvíkjandi ikki at hava børn:

- Tá havi eg børnini í Barnagarðinum, sum eg kann geva kærleika, og tað er eins gevandi og at hava síni egnu børn, sigur systir Maria. Hon dámar sera væl børn og heldur, at hon lærir so nógv um Gud gjøgnum børnini, tí tey eru so opin, og líta á tey tilkomnu.

- Tað er eisini ein gáva frá Gudi at arbeiða við børnum, sum tú fært ábyrgd fyri, sigur systir Maria.


Sambandið til vinfólkini

­ At vera nunna er fyrst og fremst eitt kall. Trupulleikin hjá mær var, at eg ikki vildi vera nunna, tí eg helt tað vera negativt, men eg noyddist at royna tað kortini.

­Tá eg var um 18 - 20 ára gomul, helt eg ikki, at endamálið við lívinum var at giftast og fáa børn. Eg hevði stóra familju og hevði altíð ansað smáu systkjum mínum. Tað var eins og nóg mikið fyri meg.

­ Sjálvt um eg var forelskað, so var Gud størri fyri meg. Tað gav mær ein frið, sum eg hevði ynskt mær.


Kennir seg einsamalla

­ Saknar tú ongantíð at hava mann og børn. Kennur tú teg ongantíð einsamøll

- Nú havi eg livað sum nunna í nógv ár. Eri farin frá familjuni og búgvi í útlandinum.

­ Jú, eg kenni meg eisini einsamalla við hvørt, men eg havi systrarnar í kleystrinum at fara til. Vit eru sum ein familja, ið hevur góðar og tungar løtur.

Í slíkum løtum er okkara felagslív í djúpari bøn ein góð hjálp. Tað er sum í einum hjúnarlagi, har tú skal vera trúføst og gera sítt til at fáa tað at virka, sigur Maria.

Hon hevur arbeitt í barnagarðinum hjá nunnunum til fyri stuttum, men hevur farloyvi í ár, av tí at hon hevur ryggtrupulleikar.

Um spurningin at taka avgerð um ikki at fáa síni egnu børn, sigur Maria:

­ Eg havi børnini í Barnagarðinum, sum eg gevi mín kærleika, og tað er eins gevandi og at hava síni egnu børn, sigur systir Maria. Hon dámar sera væl børn og heldur, at hon lærir so nógv um Gud gjøgnum børnini, tí tey eru so opin, og líta á tey tilkomnu.


Børnini gáva frá Gudi

­ Tað er eisini ein gáva frá Gudi at arbeiða við børnum, sum tú fært ábyrgd fyri, sigur systir Maria.

Sambandið við vinfólkini frá ungdómsárunum hevur systir Maria varðveitt, og tann vinskapurin sum eru millum teirra, bæði vinkonur og vinmenn, er meira djúpur, enn á ungum døgum.

­ Jú, men vinskapur kann ivaleyst ikki setast í staðin náttúrligt samband millum kvinnu og mann?

­ Eg kann av royndum siga, at vinskapur, sum ikki er bundin av kynsligari samveru, kann vera djúpur. Her skulu vit eisini hava umsorgan og virðing fyri hvør øðrum.Tað er bert øðrvísi, tá tú byggir lívið á Jesus, tí tá setur tú Hann fremst í lívinum.

­ Tað er sum at vera forelskað, bert á ein anna hátt. Hóast tú altíð hugsar og kennir teg sum kvinnu, so er tað á henda hátt, eg havi valt at geva meg til lívið, sigur systir Maria.

Tað er hetta lívið, sum Maria saman við hinum nunnunum í kleystrinum byggir sítt lív á.

Tær koma úr fýra ymsum londum, men kortini hava tær so nógv felags. Tær biða saman og hjálpa hvør øðrum. Systir Maria sigur, at Gud livir ígjøgnum tær, og at lívið í kleystrinum er bygt á bøn og trúgv.


Kundi ikki livað

annað lív enn hetta

­ Eg havi havt upplivingar við Gudi, sum vísir seg at vera trúfastur og nærverandi. Tað er hetta ið eg vil lýsa, sum at vera forelskað í Gudi, og sum eins og hjúnarbond gerast inniligari og djúpari, sum tíðin gongur. Eg kundi ikki livað annað lív í dag, sigur systir Maria

Systir Maria visti lítið um Føroyar, tá hon varð spurd, um hon vildi fara hendavegin. Eftir tí, sum systrarnar í Írlandi kundu siga henni um Føroyum, ímyndaði hon sær, at Føroyar vóru eitt tungt, kalt og avbyrgt land.

- Eg vildi kortini royna, tí tað var mín skylda at fara higar, sum nunnufelagsskapurin sendi meg.

­ Tað var eisini myrkt og kalt tá eg kom, men tá vit koyrdu eftir Oyggjarvegnum til Havnar, kendi eg meg heima beinanvegin.

­ Mær dámar náttúruna, føroysku mentanina og málið, og so tað, at føroyingar hava varðveitt so nógv av tí gamla. Eitt nú umsorganina fyri hvør øðrum, og so tað, øll hava so góðar stundir, eru so blíð og fyrikomandi, sigur hon.

Tá nunnur koma til Føroya ella aðrastaðni úti í heimi, so er tað fyri at verða verandi. Trívast nunnurnar ikki, eitt nú tí tær ikki tola veðurlagið ella hava torført við at læra seg málið, so kunnu tær verða fluttar.

­ Vit mugu kortini hugsa soleiðis, at her skulu vit verða verandi, sigur Maria.

Síðani hon kom til Føroya fyri sjey árum síðan, hevur hon arbeitt við sínum serliga projekti, sum hon kallar ³Bøn og List3.

Hon bleiv leiðari fyri bønardøgunum fyri fýra árum síðan. Hesir bønardagar eru tvær ferðir árliga. Nú hon ikki er í barnagarðinum, hevur hon hug at gera meir við tiltakið ³Bøn og List3.


³Bøn og List3

Systir Maria hevur altíð havt stóran áhuga fyri myndlist. Á ungum døgum sínum var hon bjóðað at fara á listaskúla, men hon svaraði tá, at henni dámdi so væl myndlist, at hon ikki vildi hava pening afturfyri.

­ Tá eg fór í kleystur, hugsaði eg nógv í myndum, og tí fór eg undir at tekna, fyri at fáa frið, sigur Maria.

- Tað var eins og kundi eg tekna allar kenslurnar úr mær. Eitt bál ella ein stormur var inni í mær, sum eg festi á tekningina. Síðan legði eg hana til viks.

­ Tá eg seinni hugdi at tekningini, sá eg eina sól aftan fyri skíggini. Hóast eg ikki visti av tí, hevði eg teknað sólina. Fyri meg var tað eitt tekin um, at tað var ljós fyri framman, sigur systir Maria.

Hetta hjálpti henni so væl, at hon vildi geva tað víðari, til onnur. Maria sigur, at tað eru vanlig fólk sum koma til ³Bøn og List3, eisini fólk, sum annars ikki ganga í kirkju.

Fyri systir Mariu eru tekingarnar eitt bræv frá Gudi, og hon undirvísir í ³Bøn og List3 fyri at fólk kunnu læra Gud betur at kenna, og hervið finna eina meining í lívinum.

­ Eingin sleppur undan lívinum. Um vit bara fáa tryggleika og eitt gott lív, so er tað einki haldgott grundarlag, um tú ikki hevur Gud við tær.

­ Tað merkir, at vit royna at renna frá pínuni í okkara lívi, men um vit standa still, hitta vit Gud, sigur systir Maria.