vinmannin segði, at Kennedy var skotin. Vit fóru beinanvegin niðurundir at lurta eftir útvarpinum, so tann servan varð ongantíð tikin. Hatta var jú ein sonn katastrofa. Kennedy hjúnini vóru jú so vællýdd, [...] størsti stjórnarharrin í heiminum var myrdur. Skelkurin mundi sita longi, og hetta fylti nógv í langa tíð aftaná. Kennedy sat jú í einum spennandi og áhugaverdum tíðarskeiði, og tey vóru jú so vældámd. - sae
standa fyri framman. Italiumenn hava á leið 150 áskoðarar við sær, tá teir skulu spæla á Tórsvølli tann 2. juni, men stóra innrásin kemur beint eftir hetta, tá á leið 700 skotar vilja sleppa á Svangaskarð [...] nakrar praktiskar trupulleikar. - Tað hava vit sjálvandi merkt. Nógvir áskoðarar hava fyri langari tíð síðani bílagt pláss, og bæði gistingarhús og camping-pláss eru at kalla fullsett, sigur Ingigerð á
Fáur man vera í iva um, at Rooney er ein av evnaríkastu ensku spælarunum í nýggjari tíð, men eftir øllum at døma er vakurleikin ikki eins stórur, sum fótbóltsevnini. Millum manna verður Rooney ofta róptur [...] OnePoll, sum hevur gjørt spurnarkanningina, og har segði ein talsmaður, at hóast Rooney varð mettur sum tann ljótasta ítróttarstjørnan yvirhøvur, so kann hann ugga seg við, at unnustan, Coleen McLoughlin, telist
okkum, tá ið Jens Martin, ið er royndasti spælarin á liðnum, fekk reyða kortið. Tað tók eisini drúgva tíð hjá okkum at fóta okkum eftir útvísingina, og tað kostaði dýrt, sigur Helgi L. Petersen. - Beint eftir [...] rættuliga væl við eina góða løtu eftir steðgin. - Eg haldi, at seinni hálvleikur var væl javnari enn tann fyrri, og vóru vit neyvari, og serliga eg sjálvur, so høvdu vit kanska fingið javnað, sigur Helgi
okkum, at vit kunnu verða nakrar dagar á Malta undan dystinum, so vit fáa vant okkum eitt sindur við tann nógva hitan, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá UEFA. Venjarin hjá B36 sigur, at liðið í [...] UEFA-umboðið er úr Onglandi. Dysturin millum Birkirkara og B36 verður spældur klokkan 18.30 lokala tíð.
sum Venstre tykist lóggávan í andsøgn við hugsjónirnar. Anders Fogh Rasmussen plagdi at hoyra til tann mest liberala vongin í Venstre. í 1993 skrivaði hann bókina Fra socialstat, til minimalstat . Ið handlar [...] ið stendur aftan fyri tær mest umfatandi skerjingarnar í persónliga frælsinum í Danmark í nýggjari tíð, orsøkin er kríggi ímóti yvirgangi. Talan er veruliga um umfatandi nýhugsan. Løgreglan fær á 49 nýggjar
teir rýmdu veljararnar at venda aftur, og nógvir sviar halda, at ES-kommiserurin Margot Wallstrøm er tann, sum kann loysa ta uppgávuna. Hon er fyrrverandi mentamála- og almannamálaráðharri og er yvirhøvur [...] okkin, segði hon við Aftonbladet í gjár. Margot Wallstrøm kom í Ríkisdagin í sjeytiárunum um somu tíð sum Mona Salin og Anna Lindh, og líka síðani hava tær verið umrøddar sum komandi formenn í javnaða
Aftur í ár verður ligið framvið at sleppa at merkja grind. Útgerðin er tøk. Bæði tann at seta á hvalirnar, og fylgisveinatíðin, sum umbiðin er til sendararnar, ið settir verða á hvalirnar. Dorethe Bloch [...] Ein onnur verkætlan, sum er í gongd í løtuni, er stóra springarakanningin, sum nú hevur vart eina tíð. Hon heldur fram, og Dorete Bloch vil fegin frætta um allar springarar, sum hildnir verða til í landinum
nýta samskiftismotorvegin, skal fyritøkan keypa tænastuna frá FarIce fyri ein fastan kostnað, ið er tann sami, sum aðrir internetveitarar skulu gjalda. Størsti kappingarneytin hjá Føroya Tele á internetøkinum [...] hóskvøldið segði Bjarni A. Bjarnason, stjóri, at fyritøkan væntandi fer at bjóða hesar tænastur um eina tíð. Øll umsiting og søla hjá FarIce felagnum fer fram í Íslandi, men tó skal Føroya Tele røkja umsita
sprongdir í luftina, og sambært myndugleikunum doyðu minst 29 av teimum, sum vóru í vognunum. Um somu tíð brustu bumbur á tokstøðunum Pozo de Tio Raimundo og Santa Eugenia tætt við Madrid, og her doyðu ávikavist [...] útvegað sær spreingievni úr Eysturevropa. Var tað ETA, sum skipaði fyri atsóknini í gjár, er hetta tann blóðugusta atsóknin hjá felagsskapinum, síðani hann fór undir tað vápnaða stríðið ímóti myndugleikunum